Rómverjabrævið kap. 16

Uppsetan
c. Personal Greetings and Love
16:1
1 Eg biði tykkum um at taka tykkum av Føbe, systur okkara, sum tænir samkomuni í Kenkrea.
2 Takið tá ímóti henni í Harranum, sum hinum heilagu sømir, og verið henni til hjálpar í øllum, sum henni tørvar hjálp tykkara í! Tí hon hevur eisini verið mongum stuðul, ja, mær sjálvum.
4 Tey hava vágað sítt egna lív fyri mítt; teimum takki ikki bert eg, men eisini allar samkomur heidninganna.
5 Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! Heilsið Epenetusi, hinum elskaða mínum, sum er frumgróður Asia fyri Kristus!
7 Heilsið Andronikusi og Juniasi, skyldmonnum mínum og samfangum mínum, sum jú eru nógv umhildnir millum ápostlarnar og eisini hava verið í Kristusi longur enn eg!
9 Heilsið Urbanusi, sum hevur arbeitt saman við okkum í Kristusi, og Stakysi, hinum elskaða mínum!
11 Heilsið Heródion, skyldmanni mínum! Heilsið teimum hjá Narkissusi, sum í Harranum eru!
12 Heilsið Trýfenu og Trýfosu, sum arbeiða í Harranum! Heilsið Persis, hini elskaðu, sum hevur arbeitt nógv í Harranum!
14 Heilsið Asynkritusi, Flegon, Hermes, Patrobasi, Hermasi og brøðrunum har hjá teimum!
15 Heilsið Filologusi og Juliu, Nereusi og systur hansara, Olympasi og øllum hinum heilagu hjá teimum!
16 Heilsið hvør øðrum við heilagum kossi! Allar samkomur Kristusar lata heilsa tykkum.
d. Avoid Divisions
16:17-20:1
17 Eg áminni tykkum, brøður, at hava eyguni eftir teimum, ið volda tvídráttin og ástoytini, tvørtur ímóti læruni, sum tit hava lært – haldið tykkum burtur frá teimum!
18 Tí slík tæna ikki Harra okkara Kristusi, men sínum egna búki; og við søtum orðum og fagrari talu dára tey hjørtu hinna einfaldu.
19 Øll hava hoyrt um lýdni tykkara; tí gleðist eg um tykkum. Men eg vil, at tit skulu vera vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er.
20 Og Gud friðarins skal skjótt sora Satan undir fótum tykkara. Náði Harra okkara Jesu Krists veri við tykkum!
e. Greetings from Paul’s Fellow Workers
16:21-23:1
21 Timoteus, sum arbeiðir saman við mær, letur heilsa tykkum, somuleiðis Lukius, Jason og Sosipater, skyldmenn mínir.
23 Gajus, sum lænir mær og allari samkomuni hús, letur heilsa tykkum. Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.
f. Doxology
16:25-27:1
25 Honum, ið mentur er at styrkja tykkum, eftir evangelii mínum og prædikuni um Jesus Kristus, eftir opinbering loyndardómsins, ið frá ævigum tíðum hevur verið tagt um,
26 men sum nú er komin fyri ljósið og við profetiskum skriftum, eftir boði hins æviga Guds, kunngjørdur fyri øllum heidningunum til at virka trúarlýdni
27 – Honum, hinum eina vísa Gudi, veri dýrdin, við Jesusi Kristi, í aldur og allar ævir! Amen.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul