Rómverjabrævið kap. 10

Uppsetan
b. Israel in the Present
10:1-21:1
1 Brøður! Hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri teimum er, at tey skulu verða frelst.
2 Tí eg gevi teimum tann vitnisburð, at tey hava íðinskap fyri Gud – men ikki við skili.
3 Tey kenna ikki rættvísi Guds og royna at fáa í lag sína egnu rættvísi; tí hava tey ikki boygt seg undir rættvísi Guds.
5 Móses skrivar jú um rættvísina av lógini: „Tað menniskja, sum hetta ger, skal liva við tí.“
6 Men rættvísin, ið er av trúgv, sigur so: „Sig ikki í hjarta tínum: „Hvør skal fara upp til Himmals?““ – tað er, at fáa Kristus niður –
7 „ella: „Hvør skal fara niður í avgrundina?““ – tað er, at fáa Kristus upp frá hinum deyðu.
8 Hvat sigur hon tá? – „Orðið er tær nær, í munni tínum og hjarta tínum“ – tað er orðið um trúnna, tað, sum vit prædika.
9 Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.
10 Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
12 Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann.
14 Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er, sum prædikar!
15 Og hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir! – sum skrivað er: „Hvussu yndisligir eru ikki føtur teirra, ið bera fram góðan boðskap!“
16 Men ikki øll vóru evangeliinum lýðin. Esaias sigur jú: „Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi frá okkum!“
17 So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
18 Eg spyrji tá: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: „Um alla jørðina er rødd teirra gingin út, og til enda jarðarríkis orð teirra.“
19 Og eg spyrji: Hevur Ísrael ikki skilt tað? – Fyrst sigur Móses: „Eg skal vekja øvund tykkara móti tjóð, ið er ikki tjóð; móti tjóð við ongum viti skal Eg vekja vreiði tykkara.“
20 Og Esaias vágar sær at siga: „Eg varð funnin av teimum, ið ikki søktu Meg; Eg varð teimum opinberur, sum ikki spurdu eftir Mær.“
21 Men við Ísrael sigur hann: „Allan dagin rætti Eg út hendurnar móti ólýdnari, treiskari tjóð.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul