Rómverjabrævið kap. 13

Uppsetan
iv. Submission to Authorities
13:1-7:1
1 Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
2 so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
3 Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
4 Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
5 Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
6 Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
7 Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
v. Love Fulfills the Law
13:8-10:1
8 Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
9 Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
vi. The Day is Near
13:11-14:1
11 – Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.
12 Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!
13 Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!
14 Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul