Zakarias kap. 8
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Restoration of Jerusalem
8:1-17:1
1
Framvegis kom orð HARRANS Guds herskaranna; Hann segði:
2
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg eri ógvuliga íðin fyri Zion, ja, við stórari vreiði eri Eg íðin fyri tí.
3
So sigur HARRIN: Eg komi aftur til Zion og skal búgva í Jerusalem; Jerusalem skal verða kallað „hin trúfasti staðurin“, og fjall HARRANS Guds herskaranna „hitt heilaga fjallið“.
4
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn skulu gamlir menn og gamlar kvinnur sita á torgum Jerusalems, hvørt við stavi sínum í hondini, av tí at tey eru so gomul;
5
og torgini í býnum skulu vera full av dreingjum og gentum, ið spæla á torgunum har.
6
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Um hetta á hesum døgum kann tykjast ómøguligt í eygum teirra, sum eftir eru av hesum fólki, man tað fyri tann skuld tykjast ómøguligt í eygum Mínum! – sigur HARRIN Gud herskaranna.
7
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg frelsi fólk Mítt, bæði úr Eysturlandi og úr Vesturlandi,
8
og Eg lati tey koma higar; tey skulu búgva í Jerusalem, og tey skulu vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra í sannleika og rættvísi.
9
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Hendur tykkara veri sterkar, tit, sum á hesum døgum hoyra hesi orð av munni profetanna, ið talaðu, tann dag grundin varð løgd til hús HARRANS Guds herskaranna, templið, ið byggjast skuldi!
10
Tí fyri ta tíðina spurdist einki burtur úr arbeiðinum, hvørki hjá menniskjum ella kríatúrum, og eingin hevði frið fyri fíggindanum, um hann nú gekk út ella inn; tí Eg slepti øllum menniskjum leysum, hvørjum móti øðrum.
11
Men nú skal Eg ikki vera sum í farnum døgum móti teimum, ið eftir eru av hesum fólki – sigur HARRIN Gud herskaranna.
12
Tí nú skal friður verða sáaður; víntræið skal geva ávøkst sín, jørðin grøði sína, og himmalin døgg sína; Eg skal lata tey, sum eftir eru av hesum fólki, fáa alt hetta í ogn.
13
Og eins og tit, bæði hús Juda og hús Ísraels, hava verið bann millum heidningarnar, so skal Eg nú frelsa tykkum, og tit skulu verða signing – óttist ikki, hendur tykkara veri sterkar!
14
Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna: Eins og Eg setti í Meg at fara illa við tykkum, táið fedrar tykkara vaktu vreiði Mína – sigur HARRIN Gud herskaranna – og angraði tað ikki,
15
so havi Eg nú á hesum døgum sett í Meg at gera væl við Jerusalem og hús Juda – óttist ikki!
16
Hetta er tað, ið tit skulu gera: Talið sannleika, hvør við annan, dømið í portrum tykkara rættvísar dómar og dómar, ið elva frið!
17
Upphugsið ikki ilt hvør móti øðrum í hjarta tykkara, og elskið ikki rangan eið! Tí alt slíkt hati Eg – sigur HARRIN.
iv.
Future Feasts for All Nations
8:18-23:1
18
Orð HARRANS Guds herskaranna kom til mín; Hann segði:
19
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Føsturnar í fjórða, fimta, sjeynda og tíggjunda mánaði skulu verða húsi Juda til frøi og gleði og til glaðar høgtíðir – men elskið sannleika og frið!
20
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn skulu heil fólkasløg og íbúgvarnir úr mongum býum koma higar.
21
Tey, sum búgva í einum býi, skulu fara til ein annan og siga: „Latið okkum fara og biðja HARRAN um náði og søkja Hann, HARRAN Gud herskaranna – eg fari, eg við!“
22
Og mong fólkasløg og heidningafólk skulu koma fjølment at søkja HARRAN Gud herskaranna í Jerusalem og at biðja HARRAN um náði.
23
So sigur HARRIN Gud herskaranna: Á teimum døgum skulu tíggju menn av øllum tungumálum heidningafólkanna tríva í kappavel eins Jøda og siga: „Latið okkum koma við tykkum, tí vit hava hoyrt, at Gud er við tykkum!“