Zakarias kap. 3

Uppsetan
d. The Vision of Joshua the High Priest
3:1-10:1
1 Nú læt Hann meg síggja Josva høvuðsprest; hann stóð framman fyri eingil HARRANS, og Satan stóð undir høgru lið hansara at bera fram klagu móti honum.
2 Men HARRIN segði við Satan: „HARRIN revsi teg, Satan! HARRIN revsi teg, Hann, sum hevur útvalt Jerusalem! Er hesin* ikki brandur, ryktur úr eldinum!“
4 Tá tók eingilin til orða og segði við teir, ið framman fyri honum stóðu: „Latið hann úr hinum skitnu klæðunum!“ Og við hann sjálvan segði hann: „Eg havi tikið misbrot títt burtur frá tær, og tú skalt nú verða latin í hátíðarklæði.“
5 Framvegis segði hann: „Setið reina húgvu á høvd hansara!“ – Og teir settu ta reinu húgvuna á høvd hansara og lótu hann í onnur klæði, meðan eingil HARRANS stóð hjá.
7 „So sigur HARRIN Gud herskaranna: Gongur tú leiðir Mínar og heldur boð Míni, so skalt tú eisini sleppa at stýra húsi Mínum og vera vaktari í forgørðum Mínum; og Eg skal lova tær at ganga millum hesar, ið her standa.
8 Hoyr nú, Josva, høvuðspresturin! Tú og vinir tínir, ið sita her framman fyri teg, tit eru fyriboðarar, at Eg skal lata tænara Mín Kvist koma.
9 Tí steinurin ið Eg havi lagt framman fyri Josva, yvir hesum steini vakja sjey eygu. Eg risti í hann innskriftina, ið hann skal hava – sigur HARRIN Gud herskaranna – og eftir einum degi taki Eg burtur misbrotið hjá hesum landi.
10 Tann dag – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tit bjóða hvør øðrum til veitslu undir víntrænum og fikutrænum.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul