Zakarias kap. 12
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
b.
The Messiah’s Second Coming
12:1-14:21
i.
Jerusalem Will Be Attacked
12:1-9:1
1
Spádómur – orð HARRANS um Ísrael. So sigur HARRIN, sum tandi út himmalin, grundfesti jørðina og virkaði anda menniskjans í brósti tess:
2
Eg geri Jerusalem til sløðriskál fyri øll fólkasløgini rundan um tað; eisini Juda skal fáa av at vita, táið Jerusalem verður kringsett.
3
Tann dag skal Eg gera Jerusalem til hav* fyri øll fólkasløg; ein og hvør, ið roynir at lyfta tí, skal særa seg sjálvan. Øll fólkasløg á jørðini skulu savnast móti tí.
4
Tann dag – sigur HARRIN – skal Eg loypa ræðslu á hvønn hest og taka vitið frá teimum, ið á teimum ríða; á húsi Juda skal Eg hava vakjandi eyga, men allar hestar heidningafólkanna skal Eg blinda.
5
Ættarhøvdingar Juda skulu siga í hjarta sínum: „Teir, sum í Jerusalem búgva, eru styrki okkara – við HARRANUM Gudi herskaranna, Gudi teirra.“
6
Tann dag skal Eg gera ættarhøvdingar Juda líkar potti við glóðum í viðardunga, líkar brennandi kyndli millum bundi; teir skulu oyða til høgru og vinstru allar tjóðir, ið rundanum eru; men Jerusalem skal framvegis vera á staði sínum – í Jerusalem.
7
Fyrst skal HARRIN geva tjøldum Juda sigur, so ikki hús Dávids og tey, sum í Jerusalem búgva, skulu vinna sær størri heiður enn Juda.
8
Tann dag skal HARRIN vera teimum vernd, sum í Jerusalem búgva; hin ússaligasti av teimum skal tann dag vera sum Dávid, og hús Dávids skal vera sum Gud, sum eingil HARRANS framman fyri tey.
9
Tann dag skal Eg royna at forkoma øllum heidningafólkunum, ið halda móti Jerusalem.
ii.
Mourning the One They Pierced
12:10-14:1
10
Men yvir hús Dávids og yvir tey, sum í Jerusalem búgva, skal Eg hella út náðiandan og bønarandan; tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum; tey skulu syrgja Hann, sum ein syrgir einasta son sín, og gráta sárliga eftir Hann, sum ein grætur eftir frumborna sín.
11
Tann dag skal sorgin verða stór í Jerusalem, sum sorgin í Hadadrimmon í Megiddodali.*
12
Landið skal syrgja – hvør ætt fyri seg, ætt Dávids hús fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ætt Natans hús fyri seg og kvinnur teirra fyri seg,
13
ætt Levi hús fyri seg og kvinnur teirra fyri seg, ætt Síme’ita fyri seg og kvinnur teirra fyri seg,
14
somuleiðis allar hinar ættirnar, hvør ætt fyri seg og kvinnur teirra fyri seg.