Zakarias kap. 1

Uppsetan
1. A Call to Repentance
1:1-6:1
1 Í áttanda mánaði, annað árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS til Zakarias profet, son Berekias, son Iddo; Hann segði:
3 Sig tí við tey: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Vendið við til Mín – sigur HARRIN Gud herskaranna – so skal Eg venda við til tykkara – sigur HARRIN Gud herskaranna.
4 Verið ikki eins og fedrar tykkara, sum profetarnir, ið áður vóru, prædikaðu fyri og søgdu: „So sigur HARRIN Gud herskaranna: Vendið við frá óndu leiðum tykkara og óndu verkum tykkara!“ – Men teir lurtaðu ikki eftir og virdu einki um Meg – sigur HARRIN.
6 Men orð Míni og ráð Míni, sum Eg segði við tænarar Mínar profetarnar at kunngera – komu tey ikki yvir fedrar tykkara, so teir vendu við og søgdu: „Sum HARRIN Gud herskaranna hevði í huga at gera við okkum fyri vegir okkara og verk okkara, so hevur Hann gjørt við okkum!“
2. The Eight Visions
1:7-6:15
a. The Vision of the Horses
1:7-17:1
7 Tann fjórða og tjúgunda í ellivta mánaði – sebat mánaði – annað árið ið Darius var kongur, kom orð HARRANS til Zakarias profet, son Berekias, son Iddo; hann segði:
8 Eg hevði um náttina sjón: Eg sá mann, ið reið á reyðum hesti; hann var steðgaður millum myrtutrøini heilt niðri í dalinum, og aftan fyri hann vóru reyðir, brúnir og hvítir hestar.
9 Eg spurdi: „Hvat er hetta, harri?“ Og eingilin, ið talaði við meg, segði við meg: „Eg skal lata teg síggja, hvat hetta er.“
10 Nú tók maðurin, ið steðgaður var millum myrtutrøini, til orða og segði: „Hetta eru teir, ið HARRIN hevur sent at fara um jørðina.“
11 Og teir tóku til orða og søgdu við eingil HARRANS, ið steðgaður var millum myrtutrøini: „Vit hava farið um jørðina og hava funnið alla jørðina at vera kvirra og í friði.“
12 Tá tók eingil HARRANS til orða og segði: „HARRI Gud herskaranna! Hvussu leingi fer tað at vera, áðrenn Tú miskunnar Teg yvir Jerusalem og býir Juda, sum Tú hevur verið illur við nú í sjeyti ár?“
14 Eingilin, ið talaði við meg, segði nú við meg: „Kunnger hesi orð: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg brenni av stórum íðinskapi fyri Jerusalem og Zion,
15 men av ógvuligari vreiði móti hinum tryggu heidningafólkum; tí Eg var ikki meir enn eitt sindur illur, men tey hjálptu til at vaksa um vanlukkuna.
16 Tí sigur HARRIN so: Eg vendi Mær aftur til Jerusalem við miskunn; hús Mítt skal verða reist har – sigur HARRIN Gud herskaranna – og málisnørið skal verða strekt yvir Jerusalem.
17 Kunnger eisini hesi orð: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eina ferð enn skulu býir Mínir hava yvirflóð av tí, sum gott er; eina ferð enn skal HARRIN troysta Zion og útvelja Jerusalem.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul