Dómararnir kap. 8
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
4.
Gideon Defeats Zebah and Zalmunna
8:1-21:1
ii.
The Danites Settle in Laish
8:1-13:1
1
Men Efra’imitar søgdu við hann: „Hví bart tú teg so at við okkum? Hví sendi tú ikki boð eftir okkum, táið tú fórt í bardaga móti Midjanitum?“ – Og teir settu harðliga at honum.
2
Hann svaraði teimum: „Hvat havi eg gjørt, sum er ímóti tí, sum tit hava gjørt! Er ikki seinnaheyst Efra’ims betri enn vínheyst Abiezers!
3
Í hendur tykkara gav Gud midjanitahøvdingarnar Oreb og Ze’eb – hvat havi eg verið mentur at gera, sum er ímóti tí, sum tit hava gjørt!“ – Táið hann segði so við teir, stillaðist vreiði teirra móti honum.
4
Gideon kom nú at Jordan, hann og teir 300 menninir, ið við honum vóru, og teir vóru útlúgvaðir av at elta fíggindan.
5
Hann segði tá við menninar í Sukkot: „Gevið monnunum, ið við mær fylgja, nøkur breyð, tí teir eru útlúgvaðir, og eg elti nú midjanitakongarnar Zeba og Zalmunna!“
6
Men høvdingarnir í Sukkot svaraðu: „Hevur tú tá longu fingið fatur á Zeba og Zalmunna, síðani vit skulu geva heri tínum breyð!“
7
Tá segði Gideon: „Gott! Táið HARRIN hevur givið Zeba og Zalmunna í hendur mínar, skal eg treskja kroppar tykkara við tornum úr oyðimørkini og við tistlum!“
8
So fór hann haðani til Penuel og segði tað sama við teir, og við tað at menninir í Penuel svaraðu honum tað sama, sum menninir í Sukkot,
9
segði hann á sama hátt við teir: „Táið eg komi aftur í øllum góðum, skal eg bróta niður tornið her!“
10
Zeba og Zalmunna vóru í Karkor við heri sínum, úti við 15000 monnum – tað var alt, ið eftir var av heri ættanna fyri eystan; men 120000 vápnaførir menn vóru falnir.
11
Gideon fór nú tjaldbúgvaleiðina, eystan fyri Noba og Jogbea, og leyp á herin, sum ikki vardi ilt.
12
Zeba og Zalmunna flýddu; men hann helt eftir teimum og hertók teir báðar, midjanitakongarnar Zeba og Zalmunna, og spjaddi allan herin sundur.
13
Táið nú Gideon, sonur Jóas, kom aftur úr bardaganum, av Heresskarði,
iii.
The Danites Take Micah’s Idols
8:14-31:1
14
fekk hann fatur á einum drongi úr Sukkot og fregnaði hann, og drongurin skrivaði honum upp høvdingarnar og hinar elstu í Sukkot, 77 mans.
15
Táið hann so kom til menninar í Sukkot, segði hann: „Hyggið, her eru Zeba og Zalmunna, sum tit háðaðu meg við, táið tit søgdu: „Hevur tú tá longu fingið fatur á Zeba og Zalmunna, síðani vit skulu geva útlúgvaðu monnum tínum breyð!““
16
So legði hann hond á teir elstu í býnum, tók tornir úr oyðimørkini og tistlar og tyktaði við teimum menninar í Sukkot.
17
Og tornið í Penuel breyt hann niður og drap menninar í býnum.
18
Síðani segði hann við Zeba og Zalmunna: „Hvussu sóu teir út, menninir, ið tit drópu á Tabor?“ Teir svaraðu: „Teir líktust tær – hvør og ein sá út sum kongasonur!“
19
Tá segði hann: „Tað vóru brøður mínir, synir móður! So satt sum HARRIN livir, høvdu tit spart lív teirra, so hevði eg ikki dripið tykkum!“
20
So segði hann við Jeter, elsta son sín: „Reis teg og drep teir!“ Men drongurin dró ikki svørðið; hann tordi ikki, tí hann var so ungur enn.
21
Tá søgdu Zeba og Zalmunna: „Reis teg sjálvur og høgg okkum niður, tí sum maðurin er, so er styrki hansara!“ So reistist Gideon og drap Zeba og Zalmunna. Og hann tók hálvmánarnar, ið kamelar teirra høvdu um hálsin.
iv.
Gideon’s Ephod
8:22-27:1
22
Nú søgdu Ísraelsmenn við Gideon: „Tú skalt vera kongur okkara, bæði tú og sonur tín og sonarsonur tín; tí tú hevur frelst okkum úr hondum Midjanita!“
23
Men Gideon svaraði teimum: „Eg vil ikki vera kongur tykkara, og ikki skal sonur mín vera tað – HARRIN skal vera kongur tykkara!“
24
Síðani segði Gideon við teir: „Eg fari at biðja tykkum um eitt: Ein og hvør av tykkum skal geva mær teir ringar, sum eru uppi í fongi hansara.“ – Tí Midjanitar gingu við gullringum, teir vóru Ísmaelitar.
25
Teir svaraðu: „Tað er gaman í!“ So breiddi hann út kappa sín, og á hann legði ein og hvør teirra ringarnar, sum vóru uppi í fongi hansara.
26
Vekt gullringanna, ið hann hevði biðið um, var 1700 seklar í gulli – umframt hálvmánarnar, oyrnaringarnar og purpurklæðini, sum midjanitakongarnir høvdu verið í, og umframt keturnar, ið kamelar teirra høvdu havt um hálsin.
27
Av hesum læt Gideon gera lívkyrtil og setti hann upp í Ofra, føðistaði sínum. Og alt Ísrael dýrkaði hann har sum avgud, og hann varð Gideon og húsi hansara snerra.
v.
Forty Years of Peace
8:28-31:1
28
Soleiðis vórðu nú Midjanitar kúgaðir undir Ísraelsmonnum, og teir reistu seg ikki aftur; landið hevði tá frið í 40 ár, so leingi sum Gideon livdi.
29
So fór Jerubba’al, sonur Jóas, heim til sín sjálvs og varð búgvandi har.
30
Gideon átti 70 synir, sum vóru komnir úr lendum hansara; tí hann hevði nógvar konur.
31
Í Sikem hevði hann hjákonu; við henni fekk hann son, sum hann gav navnið Abimelek.
vi.
The Death of Gideon
8:32-35:1
32
Gideon, sonur Jóas, doyði í góðari elli og varð jarðaður í grøv Jóasar, faðirs síns, í Ofra, staði Abiezerita.
33
Men táið Gideon var deyður, fóru Ísraelsmenn aftur at halda seg til Ba’alarnar og tóku sær Ba’al-Berit til gud.
34
Ísraelsmenn mintust ikki HARRAN Gud sín, Hann, sum hevði frelst teir úr hondum alra fígginda teirra, ið rundan um teir vóru.
35
Heldur ikki vístu teir húsi Jerubba’als, Gideons, nakran kærleika, aftur fyri alt tað góða, ið hann hevði gjørt Ísrael.