Dómararnir kap. 4
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
d.
Deborah
4:1-5:31
i.
Barak
4:1-16:1
1
Men táið Ehud var deyður, gjørdu Ísraelsmenn við sama lagi tað, ið ónt var í eygum HARRANS.
2
Tá seldi HARRIN tey í hendur Jabins kongs í Kána’an; kongasæti hansara var í Hazor, og herhøvdingi hansara æt Sisera og búði í Haroset-Haggojim.
3
Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN. Tí Jabin hevði 900 jarnvagnar, og hann kúgaði Ísraelsmenn í 20 ár, og tað hart.
4
Um ta tíðina var Debora, kona Lappidot, dómari í Ísrael; hon var profetinna
5
og sat undir Deborapálma millum Rama og Betel á Efra’imsfjalli; Ísraelsmenn komu til hennara, fyri at hon skuldi døma í málum teirra.
6
Hon sendi nú boð eftir Barak, syni Abinoam, úr Kedes í Naftali, og segði við hann: „Hoyr boðið, ið HARRIN Gud Ísraels hevur givið: „Far avstað og far niðan á Taborsfjall, og tak við tær 10000 mans av Naftali og Zebulon!
7
So skal Eg leiða Sisera, herhøvdinga Jabins, og vagnar og her hansara til tín, til Kisonsløk, og geva hann í hendur tínar.““
8
Barak svaraði henni: „Kemur tú við mær, skal eg fara, men kemur tú ikki við, fari eg heldur ikki!“
9
Tá segði hon: „Við tær skal eg koma, men so fært tú ikki heiðurin av ferðini, ið tú nú fert, tí HARRIN skal geva Sisera í hendur kvinnu.“ So gjørdi Debora seg til og fór við Barak til Kedes.
10
Barak stevndi nú Zebulon og Naftali saman í Kedes, og 10000 mans fylgdu honum eftir hagar; eisini Debora fór við.
11
Nú hevði Heber Kenitur skilt seg frá Kenitum, frá sonum Hobab, ið var svágur Móses, og hann hevði reist tjøld síni á leiðunum yvir móti eikini í Za’anajim við Kedes.
12
Táið Sisera frætti, at Barak, sonur Abinoam, var farin niðan á Taborsfjall,
13
stevndi hann saman øllum vagnum sínum, 900 jarnvagnum, og øllum fólkinum, ið hann hevði við sær, úr Haroset-Haggojim til Kisonsløk.
14
Tá segði Debora við Barak: „Kom nú! Tí tað er í dag, HARRIN fer at geva Sisera í hendur tínar – er ikki HARRIN farin út undan tær!“ So fór Barak oman av Taborsfjalli, og hinir 10000 menninir fylgdu honum.
15
HARRIN loypti ræðslu á Sisera og allar vagnar og allan her hansara, so teir stóðu seg ikki móti Barak og svørði hansara. Sisera leyp av vagninum og flýddi til gongu.
16
Men Barak helt aftan á vagnunum og herinum líka til Haroset-Haggojim, og allur herur Sisera fall fyri svørði – ikki ein maður varð eftir.
ii.
Jael Kills Sisera
4:17-23:1
17
Sisera flýddi – til gongu – til tjald Jaelar, konu Heber Kenit; tí friður var millum Jabin, kongin í Hazor, og hús Hebers Kenits.
18
Tá fór Jael út ímóti Sisera og segði við hann: „Kom inn, harri, kom inn hjá mær, óttast ikki!“ Hann fór tá inn í tjaldið til hennara, og hon breiddi teppi yvir hann.
19
Hann segði við hana: „Gev mær ein vatnsopa at drekka, eg eri so tystur!“ Hon loysti tá av mjólkarsekkinum og gav honum at drekka og breiddi so upp á hann aftur.
20
So segði hann við hana: „Statt har í tjalddurunum, og kemur onkur og spyr, um nakar er her, so sig nei!“
21
Men Jael, kona Heber, tók tjaldhæl og tók hamara í hondina, sníkti seg inn til hansara og sló hælin gjøgnum tinning hansara, so hann fór niður í jørðina; tí hann var sovnaður fast, við tað at hann var so móður. Soleiðis doyði hann.
22
Barak – sum elti Sisera – kom nú framvið. Tá fór Jael ímóti honum og segði við hann: „Kom, eg skal vísa tær mannin, ið tú leitar eftir!“ Hann fór tá inn til hennara, og har fekk hann at síggja Sisera liggja deyðan við tjaldhælinum gjøgnum tinningin.
23
Soleiðis læt Gud tann dagin Jabin, kongin í Kána’an, verða kúgaðan av Ísraelsmonnum.
24
Hond Ísraelsmanna kom at liggja tyngri og tyngri á Jabin, konginum í Kána’an, inntil teir heilt gjørdu enda á honum.