Dómararnir kap. 13

Uppsetan
k. Samson
13:1-16:31
i. The Birth of Samson
13:1-25:1
1 Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, ið ónt var í eygum HARRANS; og HARRIN gav teir í hendur Filistara í 40 ár.
2 Í Zora búði maður av ætt Danita; hann æt Manoa. Kona hansara var ófruktbør; hon hevði aldri átt barn.
3 Nú opinberaðist eingil HARRANS fyri kvinnuni og segði við hana: „Tú ert jú ófruktbør og hevur aldri átt barn; men tú skalt verða við barn og eiga son.
5 Tí nú skalt tú verða við barn og eiga son, og rakiknívur má ikki koma á høvd hansara; tí drongurin skal vera Nasireari Guds líka frá móðurlívi, og hann skal fáa gongd á at frelsa Ísrael úr hondum Filistara.“
6 Kvinnan fór nú og segði við mann sín: „Ein gudsmaður kom til mín; hann sá út sum eingil Guds, sára øgiligur; eg spurdi hann ikki, hvaðani hann var, og ikki segði hann mær, hvussu hann æt.
7 Hann segði við meg: „Nú skalt tú verða við barn og eiga son; drekk nú ikki vín ella sterkan drykk, og et einki óreint, tí drongurin skal vera Nasireari Guds frá móðurlívi og líka til deyðadag sín!““
8 Tá bað Manoa til HARRAN og segði: „Hoyr meg, Harri! Lat hin gudsmannin, ið Tú sendi, koma aftur til okkara og læra okkum, hvussu vit skulu bera okkum at við drongin, ið føðast skal!“
9 Gud bønhoyrdi Manoa; eingil Guds kom aftur til kvinnuna, einaferð hon sat úti á markini; Manoa, maður hennara, var ikki hjá henni.
10 Tá skundaði kvinnan sær við tað sama avstað og segði manni sínum tað; hon segði við hann: „Nú hevur hann aftur víst seg fyri mær, maðurin, ið kom til mín hin dagin!“
11 Manoa reisti seg nú og fór við konu síni; táið hann kom til mannin, segði hann við hann: „Ert tú maðurin, ið tosaði við konu mína?“ Hann svaraði: „Ja!“
12 So segði Manoa: „Táið nú orð tíni ganga út, hvussu skulu vit tá bera okkum at við drongin? Hvat skulu vit gera við hann?“
13 Eingil HARRANS svaraði Manoa: „Kvinnan skal varða seg fyri øllum, ið eg nevndi fyri henni.
14 Einki av tí, sum á víntrænum veksur, má hon eta; vín og sterkan drykk má hon ikki drekka, og einki óreint má hon eta – alt tað, ið eg álegði henni, skal hon halda.“
15 Tá segði Manoa við eingil HARRANS: „Kanst tú ikki steðga her eitt sindur, so vit kunnu gera til eitt geitarlamb og seta fyri teg?“
16 Men eingil HARRANS svaraði Manoa: „Um tú so fært meg at steðga, eti eg kortini ikki av mati tínum, men vilt tú gera brennioffur til, skalt tú ofra tað til HARRAN.“ – Tí Manoa visti ikki, at tað var eingil HARRANS.
17 Manoa segði við eingil HARRANS: „Hvussu eitur tú? – Táið orð tíni ganga út, skulu vit vísa tær heiður.“
18 Men eingil HARRANS svaraði: „Hví spyrt tú um navn mítt? Tú skalt vita, at tað er undurfult.“
19 Nú tók Manoa geitarlambið og matofrið og ofraði tað á klettinum til HARRAN. Tá læt Hann undur henda, so Manoa og kona hansara sóu:
20 Táið login steig upp av altarinum móti himli, fór eingil HARRANS upp í altarloganum, so Manoa og kona hansara sóu. Tá fullu tey til jarðar á andlit sítt.
21 Eingil HARRANS vísti seg ikki uppaftur fyri Manoa og konu hansara; tá skilti Manoa, at tað var eingil HARRANS.
22 Og Manoa segði við konu sína: „Tað er vist, at vit doyggja! – Vit hava jú sæð Gud!“
23 Men kona hansara svaraði honum: „Hevði HARRIN ætlað at dripið okkum, so hevði Hann ikki tikið við brenniofri og matofri frá okkum, ei heldur latið okkum sæð alt hetta og nú kunngjørt okkum slíkt!“
24 Kvinnan átti tá son, sum hon gav navnið Samson. Drongurin vaks til, og HARRIN signaði hann.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul