Josva kap. 21
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
ii.
The Forty-Eight Cities of the Levites
21:1-45:1
1
Høvuðsmenn fedrahúsa Levitanna stigu nú fram fyri Eleazar prest, Josva, son Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna
2
og talaðu so við teir í Silo í Kána’anslandi: „HARRIN gav við Mósesi tað boð, at okkum skuldu verða givnir býir at búgva í við jørðini rundan um teir til fæ okkara.“
3
Tá góvu Ísraelsmenn eftir boði HARRANS av arvalutum sínum Levitunum hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi:
4
Fyrsti lutur fall á ætt Kahatita, og millum hesar Levitar fingu synir Áron prest við lutakasti 13 býir frá ætt Juda, frá ætt Símeonita og frá ætt Benjamins;
5
hinir Kahatitarnir fingu við lutakasti 10 býir frá slektunum í ætt Efra’ims, frá ætt Dans og frá hálvari ætt Manasse.
6
Gersonitar fingu við lutakasti 13 býir frá slektunum í ætt Issakars, frá ætt Asers, frá ætt Naftali og frá hálvari ætt Manasse – í Basan.
7
Meraritar fingu eftir ættum sínum 12 býir frá ætt Rubens, frá ætt Gads og frá ætt Zebulons.
8
Hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi, góvu Ísraelsmenn Levitunum við lutakasti – soleiðis sum HARRIN við Mósesi hevði givið boð um:
9
Av ætt Judamanna og ætt Símeonita góvu teir hesar býir, ið her skulu nevnast:
10
Synir Áron, av ættum Kahatita – teir av sonum Levi, sum fyrsti lutur fall á –
11
fingu bý Arba, ættarfaðirs Anakita – tað er Hebron á Judafjøllum – við jørðini, ið til hoyrdi, rundanum;
12
men akurlandið og bygdirnar, ið til býin hoyrdu, góvu teir Kaleb, syni Jefunne, í ogn.
13
Synir Áron prest fingu tá Hebron – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Libna við jørðini, ið til hoyrdi,
14
Jattir við jørðini, ið til hoyrdi, Estemoa við jørðini, ið til hoyrdi,
15
Holon við jørðini, ið til hoyrdi, Debir við jørðini, ið til hoyrdi,
16
Ajin við jørðini, ið til hoyrdi, Jutta við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Semes við jørðini, ið til hoyrdi – 9 býir frá hesum báðum ættunum.
17
Og frá ætt Benjamins: Gibeon við jørðini, ið til hoyrdi, Geba við jørðini, ið til hoyrdi,
18
Anatot við jørðini, ið til hoyrdi, og Almon við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
19
Soleiðis fingu prestarnir, synir Áron, tilsamans 13 býir við jørðini, ið til hoyrdi.
20
Ættir Kahatita av Levitum – hinir Kahatitarnir – fingu frá ætt Efra’ims hesar býir – sum lutaðust teimum:
21
Teir fingu Sikem – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, á Efra’imsfjøllum, Gezer við jørðini, ið til hoyrdi,
22
Kibzajim við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Horon við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
23
Frá ætt Dans: Elteke við jørðini, ið til hoyrdi, Gibbeton við jørðini, ið til hoyrdi,
24
Ajalon við jørðini, ið til hoyrdi, og Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
25
Og frá hálvari ætt Manasse: Ta’anak við jørðini, ið til hoyrdi, og Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi – 2 býir.
26
Tilsamans vóru tað 10 býir við jørðini, ið til hoyrdi, sum hinar Kahatitaættirnar fingu.
27
Gersonitar av ættum Levita fingu frá hálvari ætt Manasse: Golan í Basan – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Be’estera við jørðini, ið til hoyrdi – 2 býir.
28
Frá ætt Issakars: Kisjon við jørðini, ið til hoyrdi, Daberat við jørðini, ið til hoyrdi,
29
Jarmut við jørðini, ið til hoyrdi, og En-Gannim við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
30
Frá ætt Asers: Misal við jørðini, ið til hoyrdi, Abdon við jørðini, ið til hoyrdi,
31
Helkat við jørðini, ið til hoyrdi, og Rehob við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
32
Og frá ætt Naftali: Kedes í Galilea – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Hammot-Dor við jørðini, ið til hoyrdi, og Kartan við jørðini, ið til hoyrdi – 3 býir.
33
Býir Gersonita eftir ættum teirra vóru soleiðis tilsamans 13 býir við jørðini, ið til hoyrdi.
34
Ættir Merarita – hinir Levitarnir – fingu frá ætt Zebulons: Jokneam við jørðini, ið til hoyrdi, Karta við jørðini, ið til hoyrdi,
35
Dimna við jørðini, ið til hoyrdi, og Nahalal við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
36
Frá ætt Rubens: Bezer við jørðini, ið til hoyrdi, Jaza við jørðini, ið til hoyrdi,
37
Kedemot við jørðini, ið til hoyrdi, og Mefa’at við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
38
Og frá ætt Gads: Ramot í Gilead – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Mahanajim við jørðini, ið til hoyrdi,
39
Hesbon við jørðini, ið til hoyrdi, og Jazer við jørðini, ið til hoyrdi – tilsamans 4 býir.
40
Býirnir, ið Meraritar, hinar ættir Levita, fingu sum lut sín, eftir slektum sínum, vóru tilsamans 12 býir.
41
Tilsamans vóru býir Levitanna í ognarlandi Ísraelsmanna 48 býir við jørðini, ið til hoyrdi.
42
Hesir býir høvdu, hvør fyri seg, jørð sína rundan um seg; so var við øllum hesum býum.
43
Soleiðis gav HARRIN Ísrael alt landið, ið Hann við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva teimum; teir tóku tað og búsettust har.
44
HARRIN læt teir hava frið allar vegir – júst sum Hann við eiði hevði lovað fedrum teirra; eingin av øllum fíggindum teirra var mentur at standa seg ímóti teimum; allar fíggindar teirra gav HARRIN í hendur teirra.
45
Ikki eitt svitaðist av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN hevði talað við hús Ísraels – tað gekk út alt samalt.