Josva kap. 15

Uppsetan
iii. Judah’s Inheritance
15:1-63:1
1. The Land
15:1-12:1
1 Luturin, ið ætt Judamanna fekk eftir slektum sínum, gekk at landamarkum Edoms, suður at Zinsoyðimørk, sunnast í landinum.
3 sneiddi suður um Akrabbimskarð, gekk so yvir at Zin og niðaneftir sunnan fyri Kades-Barnea, gekk síðani yvir at Hezron og niðan til Adar; so gekk tað í bugi til Karka;
4 haðani gekk tað yvir til Azmon og allan vegin at Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin. „Hetta skulu vera mark tykkara fyri sunnan.“*
5 Markið fyri eystan var Salthav, líka hagar sum Jordan rennur í tað. Fyri norðan gekk markið úr vík Salthavs, har sum Jordan rennur út;
6 haðani gekk markið niðan til Bet-Hogla, fór longur norðan fyri Bet-Araba og haðani til steinin, ið ber navn eftir Bohan, syni Ruben.
7 So gekk markið úr Akorsdali til Debir og sneiddi norðureftir at Gilgal, ið liggur beint yvir av Adummimskarði, sunnan fyri løkin, fór síðani longur, yvir at En-Semesvatni og allan vegin at Rogelskeldu.
8 Markið gekk síðani niðan í Hinnomssonardal, at Jebushædd – tað er Jerusalem – fyri sunnan, og gekk so niðan í tind fjalsins, ið stendur beint vestan fyri Hinnomsdal, við norðara enda Refa’imsdals.
9 Úr hesum fjalstindi sneiddi markið at Neftoavatnskeldu og gekk haðani til býirnar á Efronsfjalli; so sneiddi markið til Ba’ala, tað er Kirjat-Jearim.
10 Úr Ba’ala gekk tað í bugi vestureftir, at Se’irsfjalli, gekk haðani yvir at norðaru síðu Jearimsfjals, tað er Kesalon, og haðani oman til Bet-Semes og yvir at Timna.
11 Haðani gekk markið norðureftir, at Ekronskambi; haðani sneiddi tað yvir at Sikron, gekk so yvir at Ba’alafjalli og allan vegin til Jabne’el, og síðani líka í sjógvin.
12 Markið fyri vestan var Stórahav, allan vegin. – Hetta vóru landamark Judamanna eftir slektum teirra, rundan um.
2. Caleb’s Portion and Conquest
15:13-19:1
13 Men Kaleb, sonur Jefunne, fekk part sín mitt ímillum Judamenn, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva; tað var stað Arba, ættarfaðirs Anaks – nú eitur hann Hebron.
14 Kaleb rak burt haðani hinar tríggjar Anakitar, Sesai, Ahiman og Talmai, ið vóru eftirkomarar Anaks.
15 Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir – Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer.
16 Kaleb segði: „Tann, ið leggur Kirjat-Sefer undir seg og vinnur hann, honum skal eg geva dóttur mína Aksu til konu!“
17 Otniel Kenizitur, bróðir Kaleb, tók hann; hann gav honum so dóttur sína Aksu til konu.
18 Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir hennara um nakað av jørð; og hon leyp niður av eslinum. Tá segði Kaleb við hana: „Hvat vilt tú?“
19 Hon svaraði: „Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur!“ Hann gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.
3. The Cities of Judah
15:20-63:1
21 Býir ættar Judamanna ytst við markið, við markið móti Edom, í Suðurlandinum, vóru: Kabze’el, Eder, Jagur,
36 Sa’arajim, Aditajim, Gedera og Gederotajim – 14 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
47 Asdod við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, Gaza við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, líka at Egyptalandsá og Stórahavi – sum var markið.
54 Humta, Kirjat-Arba – tað er Hebron – og Zior – 9 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
60 Kirjat-Ba’al – tað er Kirjat-Jearim – og Rabba – 2 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
63 Men Jebusitar, sum í Jerusalem búðu, teir vóru Judamenn ikki mentir at reka burt, so at Jebusitar vórðu búgvandi í Jerusalem saman við Judamonnum, og tað gera teir enn í dag.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul