Fjórða Mósebók kap. 28

Uppsetan
iii. The Offerings
28:1-29:40
1. Daily Offerings
28:1-8:1
2 „Gev Ísraelsmonnum hetta boð: „Offurgávur Mínar, mat Mín, eldoffur Míni, sum eru Mær til góðan anga, skulu tit minnast til at bera Mær fram ta ásettu tíðina.“
3 Sig við teir: „Hetta er tað, ið tit skulu ofra HARRANUM sum eldoffur: Hvønn dag tveir veturgamlar, lýtaleysar seyðir – sum dagligt brennioffur.
5 og sum matoffur tíggjundapartin av efu av fínum mjøli, blandaðum við fjórðingin av hin av olju av stoyttum oljuberum.
6 Hetta er tað dagliga brenniofrið – tað sama, sum ofrað varð við Sinaifjall – til góðan anga, eldoffur til HARRAN.
7 Drykkjuofrið, ið hoyrir til henda fyrra seyðin, skal vera fjórðingurin av hin; í halgidóminum skalt tú ofra HARRANUM drykkjuoffur av sterkum drykki.
8 Hin seyðin skalt tú ofra um sólsetur; saman við honum skalt tú ofra sama matoffur og drykkjuoffur sum um morgunin; tað er eldoffur, HARRANUM til góðan anga.
2. The Sabbath Offerings
28:9-10:1
9 Sabbatsdagin skalt tú ofra tveir veturgamlar, lýtaleysar seyðir, og sum matoffur tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, somuleiðis drykkjuofrið, ið til hoyrir.
10 Hetta er sabbatsbrenniofrið, ið hvønn sabbat skal verða borið fram – umframt tað dagliga brenniofrið við drykkjuofrinum, ið skal til.
3. The Monthly Offerings
28:11-15:1
11 Tann fyrsta í hvørjum mánaði skulu tit ofra HARRANUM brennioffur: Tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir – lýtaleys kríatúr –
12 og sum matoffur fyri hvønn tarvin tríggjar tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju, fyri veðrin tveir tíggjundapartar av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju,
13 og fyri hvønn hin seyðin ein tíggjundapart av efu av fínum mjøli, blandaðum við olju; tá er tað brennioffur til góðan anga, eldoffur til HARRAN.
14 Drykkjuofrini, ið til hoyra, skulu vera hálv hin av víni fyri hvønn tarvin, triðingurin av hin fyri veðrin og fjórðingurin av hin fyri hvønn av hinum seyðunum. – Hetta er mánaðarbrenniofrið, ið fram skal berast hvønn mánað í árinum.
15 Eisini skal ein bukkur verða ofraður, sum syndoffur til HARRAN – umframt tað dagliga brenniofrið við drykkjuofrinum, ið skal til.
4. The Festival Offerings
28:16-29:40
a. Passover and the Feast of Unleavened Bread
28:16-25:1
17 Tann fimtanda í tí mánaðinum er høgtíð; í sjey dagar skal etast ósúrgað breyð.
18 Fyrsta dagin skal verða hildin heilag samkoma; einki slag av arbeiði mugu tit gera.
19 Tit skulu ofra eldoffur, brennioffur til HARRAN: Tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir – lýtaleysir mugu teir vera.
20 Sum matoffur saman við hesum skulu tit ofra fínt mjøl, blandað við olju; tríggjar tíggjundapartar av efu skulu tit ofra fyri hvønn tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin
24 Slík offur skulu tit ofra hvønn dag í sjey dagar; tað er eldoffurmatur, HARRANUM til góðan anga; umframt tað dagliga brenniofrið við drykkjuofrinum, ið skal til, skal hetta ofrast.
25 Sjeynda dagin skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera.
b. The Feast of Weeks
28:26-31:1
26 Frumgróðrardagin, táið tit bera HARRANUM fram offur av teirri nýggju grøðini – á vikuhøgtíðini – skulu tit halda heilaga samkomu; einki slag av arbeiði mugu tit gera.
27 Tit skulu ofra brennioffur, HARRANUM til góðan anga: Tveir ungar tarvar, ein veðr og sjey veturgamlar seyðir.
28 Sum matoffur saman við hesum skulu tit ofra fínt mjøl, blandað við olju: Tríggjar tíggjundapartar av efu fyri hvønn tarvin, tveir tíggjundapartar fyri veðrin
31 Hetta skulu tit ofra umframt tað dagliga brenniofrið við matofri tess; lýtaleys kríatúr skulu tit taka, við drykkjuofrinum, ið skal til.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul