Fjórða Mósebók kap. 27
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
c.
Instructions for the Second Generation
27:1-30:16
i.
The Daughters of Zelophehad
27:1-11:1
1
Men døtur Zelofhad – Mala, Noa, Hogla, Milka og Tirza itu tær og vóru ættaðar frá Manasse, syni Jósef; tí Zelofhad, faðir teirra, var sonur Hefer, son Gilead, son Makir, son Manasse
2
– tær komu fram at durum samkomutjaldsins og stigu fram fyri Móses og Eleazar prest og høvdingarnar og alla samkomuna og søgdu:
3
„Pápi doyði í oyðimørkini – hann var ikki við í flokkinum, sum setti seg upp ímóti HARRANUM, í flokki Kora, men doyði fyri sína egnu synd* – og hann átti ongar synir.
4
Hví skal nú navn pápa hvørva úr ætt hansara, fyri tað at hann ongan son átti? Gev okkum ogn millum pápabeiggjar okkara!“
5
Móses bar tá mál teirra fram fyri ásjón HARRANS.
6
Tá segði HARRIN við Móses:
7
„Døtur Zelofhad hava rætt í tí, sum tær siga; tú skalt geva teimum ogn til arvalut millum faðirbrøður teirra og lata arvalut faðirs teirra ganga til teirra.
8
Og við Ísraelsmenn skalt tú tala og siga so: „Táið maður doyr, og hann ongan son hevur, skulu tit lata arvalut hansara ganga í arv til dóttur hansara.
9
Hevur hann heldur onga dóttur, skulu tit geva brøðrum hansara arvalut hansara.
10
Hevur hann heldur ongar brøður, skulu tit geva faðirbrøðrum hansara arvalut hansara.
11
Og hevur faðir hansara ongar brøður, so skulu tit geva næsta skyldmanni hansara í ættini arvalut hansara – hann skal arva hann. Hetta skal vera galdandi rættur millum Ísraelsmenn – soleiðis sum HARRIN hevur álagt Mósesi.““
ii.
Moses’ Successor
27:12-23:1
12
Síðani segði HARRIN við Móses: „Far niðan á Abarimsfjall her og hygg út yvir landið, ið Eg gevi Ísraelsmonnum!
13
Táið tú hevur sæð tað, skalt eisini tú savnast til fedrar tínar, sum bróðir tín, Áron, varð savnaður til fedrar sínar
14
– aftur fyri at tit í Zinsoyðimørk vóru orði Mínum ólýdnir, ta ferðina samkoman kjakaðist við Meg, og tit skuldu halgað Meg við at latið vatn streyma fram fyri eygum teirra.“ – Hetta er Meribavatn við Kades í Zinsoyðimørk.
15
Men Móses talaði við HARRAN og segði:
16
„HARRI, Tú Gud, sum ræður yvir lívsins anda í øllum holdi, fert Tú ikki at seta mann yvir samkomuna,
17
sum kann ganga út og inn á odda hjá teimum, og sum kann leiða tey út og leiða tey inn, so samkoma HARRANS ikki verður sum seyður við ongum hirða?“
18
HARRIN svaraði Mósesi: „Tak Josva, son Nun, hann er maður, sum Andi er í! Legg hond tína á hann,
19
leið hann fram fyri Eleazar prest, og fyri alla samkomuna, innset hann í tænastu hansara fyri eygum teirra
20
og legg á hann nakað av tign tíni, so øll samkoma Ísraelsmanna aktar hann!
21
Hann skal stíga fram fyri Eleazar prest, og Eleazar skal fyri ásjón HARRANS søkja dóm urims fyri hann; eftir orði hansara skulu tey ganga út, og eftir orði hansara skulu tey ganga inn, hann sjálvur og allir Ísraelsmenn, øll samkoman.“
22
Móses gjørdi, sum HARRIN hevði álagt honum; hann tók Josva og leiddi hann fram fyri Eleazar prest og fyri alla samkomuna;
23
og hann legði hendurnar á hann og innsetti hann í tænastu hansara – soleiðis sum HARRIN hevði boðið við Mósesi.