Fjórða Mósebók kap. 23

Uppsetan
iii. Balaam Blesses Israel
23:1-24:25
1 Nú segði Bileam við Balak: „Reis mær her sjey altar, og lat meg fáa higar sjey tarvar og sjey veðrar!“
2 Balak gjørdi, sum Bileam segði; og Balak og Bileam ofraðu tarv og veðr á hvørjum altari.
3 Síðani segði Bileam við Balak: „Statt tú nú her hjá brenniofri tínum! So skal eg fara burturfrá og vita, um HARRIN kanska kemur ímóti mær. Tað, ið Hann tá letur meg síggja, skal eg siga tær!“ – So fór hann niðan á nakna hædd.
4 Har kom Gud ímóti Bileam, og Bileam segði við Hann: „Nú havi eg gjørt til sjey altar og ofrað tarv og veðr á hvørjum altari.“
5 Tá legði HARRIN Bileam orð í munnin og segði: „Far aftur til Balak, og tala, sum Eg havi sagt tær!“
6 Táið hann nú kom aftur, sá hann Balak standa hjá brenniofri sínum saman við øllum høvdingum Móabs.
7 Tá bar hann fram ljóð sítt og segði: „Úr Áram fekk Balak meg higar, úr eystanfjøllum kongur Móabs: „Kom og banna mær Jákupi! Kom og bið ilt yvir Ísrael!“
8 – Hvussu skal eg banna tí, ið Gud ikki bannar! Hvussu skal eg biðja ilt yvir tann, ið HARRIN ikki er vreiður á!
9 Tí av fjalstindinum síggi eg hann, av hæddunum skoði eg hann: Tað er eitt fólk, ið býr fyri seg sjálvt, og millum heidningafólkini roknar tað seg ikki.
10 Hvør kann telja Jákup – óteljandi sum dustið – ella enntá bert fjórðingin av Ísrael! – Lat sál mína fáa tann deyða, ið hini sannhjartaðu fáa, og lat lívslok mítt verða sum teirra!“
11 Tá segði Balak við Bileam: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt mær! Eg fekk teg higar at banna fíggindum mínum, og so hevur tú nú signað teir!“
12 Men hann svaraði: „Skal eg tá ikki akta eftir tí, ið HARRIN leggur mær í munnin, og tala tað!“
13 Tá segði Balak við hann: „Kom við mær til eitt annað stað, haðani tú sært tey – hiðani sært tú bert eitt sindur av teimum, tú sært tey ikki øll – og banna mær teimum so haðani!“
14 So tók hann hann við sær niðan á Vaktarheyggj á Pisgatindi, reisti har sjey altar og ofraði tarv og veðr á hvørjum altari.
15 Síðani segði Bileam við Balak: „Statt tú nú her hjá brenniofri tínum, meðan eg fari har yvir at fáa opinbering!“
16 Tá kom HARRIN ímóti Bileam, legði honum orð í munnin og segði: „Far aftur til Balak, og tala, sum Eg havi sagt tær!“
17 Táið hann kom til hansara, sá hann hann standa hjá brenniofri sínum saman við høvdingum Móabs; og Balak segði við hann: „Hvat segði HARRIN?“
18 Tá bar hann fram ljóð sítt og segði: „Reis teg, Balak, og hoyr! Lurta eftir mær, tú sonur Zippor!
19 Gud er ikki menniskja, so Hann skuldi logið, ikki menniskjabarn, so Hann skuldi angrað! Skuldi Hann sagt nakað og ikki gjørt tað! Skuldi Hann talað og ikki fullført tað!
20 Sært tú, at signa er mær givið – Hann hevur signað, og eg kann onga vend geva tí!
21 Ei skoðar Hann órætt í Jákupi, ei sær Hann mein við Ísrael – HARRIN Gud hansara er við honum, og fagnaðarróp sum fyri kongi ljóða har.
23 Ikki er gandur í Jákupi, ikki eru spádómsbrøgd í Ísrael! Táið tíðin er komin, verður sagt Jákupi og Ísrael tað, ið Gud ætlar at gera.
24 Hygg – eitt fólk, ið reisist sum honleyva, loypur upp sum leyva! Ei legst tað, fyrrenn tað hevur mettað seg av ráni og drukkið blóð av dripnum!“
25 Tá segði Balak við Bileam: „Vilt tú ikki banna teimum, so kundi tú, ið hvussu er, latið verið at signað tey!“
26 Men Bileam svaraði Balak: „Havi eg ikki longu sagt tær, at eg í einum og øllum má gera, sum HARRIN sigur!“
27 Nú segði Balak við Bileam: „Kom, eg skal fara við tær til eitt annað stað – kanska Gud fer at lova tær at banna mær teimum haðani!“
28 So tók Balak Bileam við sær niðan á Peorstind, haðani ein sær út yvir oyðimørkina.
29 Og Bileam segði við Balak: „Reis mær her sjey altar, og lat meg fáa sjey tarvar og sjey veðrar!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul