Fjórða Mósebók kap. 1

Uppsetan
1. Israel at Mount Sinai
1:1-10:10
a. Israel Numbered and Arranged
1:1-4:49
i. The Census of Israel’s Warriors
1:1-54:1
1 HARRIN talaði við Móses í Sinaioyðimørk, í samkomutjaldinum, tann fyrsta í øðrum mánaði, annað árið eftir at tey vóru farin út av Egyptalandi; Hann segði:
2 „Tak manntal av allari samkomu Ísraelsmanna eftir ættum og fedrahúsum teirra, og skriva upp nøvnini á øllum, ið eru av mannkyni, mann fyri mann!
3 Allar vápnaførar menn í Ísrael, frá tjúguáraaldri og uppeftir, skulu tú og Áron telja, her eftir her.
4 Ein maður av hvørjari ætt skal hjálpa tykkum við tí, tann, ið er høvd fedrahúsa ættarinnar.
5 Hetta eru nøvn mannanna, ið hjálpa tykkum skulu: Av Ruben: Elizur, sonur Sede’ur;
10 av sonum Jósef: Av Efraim: Elisama, sonur Ammihud; av Manasse: Gamliel, sonur Pedazur;
16 Hesir vóru teir, ið kallaðir vórðu til umboðsmenn fólksins, høvdingar fedraætta sína, høvd Ísraels túsunda.
18 og teir kallaðu alla samkomuna saman, tann fyrsta í øðrum mánaði. So vórðu allir, ið vóru 20 ár og eldri, uppskrivaðir við navni á manntalslistarnar, hvør eftir annan, eftir ættum og fedrahúsum sínum
20 Synir Ruben – hann, ið var hin frumborni Ísraels – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
22 Synir Símeon – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, teir, ið taldir vórðu av teimum, hvør eftir annan, alt mannkyn frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
24 Synir Gad – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
26 Synir Juda – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
28 Synir Issakar – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
30 Synir Zebulon – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
32 Synir Jósef – synir Efra’im – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
34 og synir Manasse – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
36 Synir Benjamin – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
38 Synir Dan – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
40 Synir Aser – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
42 Synir Naftali – eftirkomarar teirra – uppskrivaðir við navni eftir ættum og fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn
44 Hesir vóru teir, ið taldir vórðu, teir, ið Móses og Áron og høvdingar Ísraels taldu; høvdingarnir vóru tólv í tali, ein fyri hvørja ætt.
45 Allir teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu eftir fedrahúsum teirra, frá tjúguáraaldri og uppeftir, allir vápnaførir menn í Ísrael
47 Men Levitarnir – eftir fedraætt síni – vórðu ikki taldir saman við teimum.
49 „Bert ætt Levi skalt tú ikki telja; av teimum skalt tú ikki taka manntal saman við hinum Ísraelsmonnum.
50 Tú skalt seta Levitarnar til at standa fyri vitnisburðartabernaklinum og øllum amboðunum í tí og øllum, ið til tað hoyrir; teir skulu bera tabernaklið og øll amboðini í tí; teir skulu tæna við tabernaklið, og rundan um tað skal tilhald teirra vera.
51 Táið tabernaklið skal flytast, skulu Levitarnir taka tað niður, og táið tað skal reisast, skulu Levitarnir seta tað upp; kemur nakar fremmandur tí nær, skal hann lata lív.
52 Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør í tilhaldi sínum og undir hermerki sínum, herur eftir her.
53 Men Levitarnir skulu reisa tjøldini rundan um vitnisburðartabernaklið, so ikki vreiði skal koma yvir samkomu Ísraelsmanna; tí tað eru Levitarnir, ið skulu varðveita vitnisburðartabernaklið.“
54 – Ísraelsmenn so gjørdu; teir gjørdu í einum og øllum, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul