vegleiðing / undirvísing
215 versir um "vegleiðing / undirvísing"
Versir
Síða 4 av 5Orðtøkini 6:6 Orðtøkini
Far til meyruna, letingi, hygg, hvussu hon ber seg at, og verð vísur!
Orðtøkini 6:7 Orðtøkini
Hon hevur hvørki høvdinga, fúta ella harra,
Orðtøkini 6:8 Orðtøkini
og kortini ger hon um summarið føði sína til, sankar um heystið mat sín.
Orðtøkini 6:9 Orðtøkini
Hvussu leingi ætlar tú at liggja, letingi, nær fert tú at reisast av svøvni?
Orðtøkini 6:10 Orðtøkini
[Tú sigur:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
Orðtøkini 6:11 Orðtøkini
– Sum ránsmaður kemur tá armóðin á teg, neyðin sum vápnaður maður!
Orðtøkini 6:12 Orðtøkini
Níðingur, illgerðarmaður er tann, ið gongur um við sviki í munni,
Orðtøkini 6:13 Orðtøkini
sum blunkar við eyganum, talar við fótinum og ger tekin við fingrunum;
Orðtøkini 6:14 Orðtøkini
svik hevur slíkur í hjartanum, altíð upphugsar hann ilt í hjartanum og voldir trætur.
Orðtøkini 6:15 Orðtøkini
Vanlukkan skal tí koma brádliga á hann; snøggliga verður hann ógrøðandi sundursoraður.
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini
Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini
hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini
tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.
Orðtøkini 6:20 Orðtøkini
Sonur mín! Goym boð faðirs tíns, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 6:21 Orðtøkini
Bind tær tað altíð at hjarta, knýt tær tað fast um hálsin!
Orðtøkini 6:22 Orðtøkini
Tað skal leiða teg, táið tú gongur, halda vakt yvir tær, táið tú liggur, og tala við teg, táið tú vaknar.
Orðtøkini 6:23 Orðtøkini
Tí boðið er lykt, læran ljós, og revsandi áminningar eru vegur lívsins.
Orðtøkini 6:24 Orðtøkini
Tey varða teg fyri óndum kvinnum, fyri hálu tungu konu annars mans.
Orðtøkini 6:25 Orðtøkini
– Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum!
Orðtøkini 6:26 Orðtøkini
Tí skøkjan armar mann út líka til síðstu breyðflís, og kona annars mans fangar dýrabara sál.
Orðtøkini 6:27 Orðtøkini
Man nakar fáa borið eld í barminum, uttan at klæði hansara brennast!
Orðtøkini 6:28 Orðtøkini
Man nakar fáa gingið á glóðum og brenna ikki føturnar!
Orðtøkini 6:29 Orðtøkini
– Og so verður við honum, ið fer inn til konu næsta síns; eingin, ið nemur hana, sleppur undan revsing.
Orðtøkini 6:30 Orðtøkini
Verður tjóvurin ikki vanvirdur, táið hann stjelur, um tað so er fyri at stilla svongd sína!
Orðtøkini 6:31 Orðtøkini
Og verður hann tikin, má hann bøta sjeyfalt; alt hann eigur í húsinum, noyðist hann at lata.
Orðtøkini 6:32 Orðtøkini
Tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur; eingin ger slíkt uttan tann, ið vil forkoma sær sjálvum.
Orðtøkini 6:33 Orðtøkini
Høgg og skomm, tað er tað, ið hann vinnur, og vanæra hansara verður aldri útstrikað.
Orðtøkini 6:34 Orðtøkini
Tí illur verður maðurin um, at tú hevur gingið honum ov nær, og hann sparir ikki hevndardagin;
Orðtøkini 6:35 Orðtøkini
líka leggur hann í bøtur, og hann blíðkast ikki, um tú so býður honum stórar gávur.
Orðtøkini 7:1 Orðtøkini
Sonur mín! Varða orð míni og goym boð míni hjá tær!
Orðtøkini 7:2 Orðtøkini
Halt boð míni, so skalt tú liva, varða sum eygnasteinin tað, ið eg læri teg!
Orðtøkini 7:3 Orðtøkini
Bind tað á fingrar tínar, skriva tað á talvu hjarta tíns!
Orðtøkini 7:4 Orðtøkini
Sig við vísdómin: „Tú ert systir mín!“ Og kalla vitið vinkonu tína
Orðtøkini 7:5 Orðtøkini
– so tey varða teg fyri konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum!
Orðtøkini 7:6 Orðtøkini
Tí eg hugdi út um vindeygað á húsi mínum, út millum rimarnar,
Orðtøkini 7:7 Orðtøkini
og millum hinar óroyndu sá eg unglinga, eg legði til merkis millum hinar ungu ein við ongum skili,
Orðtøkini 7:8 Orðtøkini
hann gekk eftir gøtuni við hornið, har sum hon búði, tók leiðina at húsi hennara
Orðtøkini 7:9 Orðtøkini
í skýmingini, móti kvøldi, táið nátt og myrkur komu.
Orðtøkini 7:10 Orðtøkini
Tá kom ímóti honum kvinna í skøkjubúna og við svikafullum hjarta.
Orðtøkini 7:11 Orðtøkini
Vill er hon og kát; heima hava føtur hennara ikki frið á sær;
Orðtøkini 7:12 Orðtøkini
nú er hon á gøtum, nú á torgum, og á hvørjum horni lúrir hon.
Orðtøkini 7:13 Orðtøkini
Hon treiv í hann og kysti hann, og við frekum andliti segði hon við hann:
Orðtøkini 7:14 Orðtøkini
„Eg hevði takkoffur at bera fram, og í dag havi eg uppfylt lyfti míni;
Orðtøkini 7:15 Orðtøkini
tí fór eg út ímóti tær, at leita eftir tær, og nú havi eg funnið teg.
Orðtøkini 7:16 Orðtøkini
Eg havi reitt song mína við teppum, við marglittum teppum av egyptiskum líni.
Orðtøkini 7:17 Orðtøkini
Myrra, aloe og kanel havi eg stroytt út yvir legu mína.
Orðtøkini 7:18 Orðtøkini
Kom, lat okkum stuttleika okkum í kærleika, inntil lýsir, frøa okkum í elskhugalysti!
Orðtøkini 7:19 Orðtøkini
Tí maður mín er ikki heima, hann er farin langa ferð;
Orðtøkini 7:20 Orðtøkini
peningapungin tók hann við sær; hann kemur ikki aftur, fyrrenn fullmáni verður!“