Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

vaktsmaður

194 versir um "vaktsmaður"

Versir

Síða 4 av 4
Dániel 8:20 Dániel

Veðrurin við tveimum hornum, ið tú sást, merkir kongarnar í Media og Persia.

2
Dániel 8:21 Dániel

Hin lodni bukkurin er grikkalandskongur; hitt stóra hornið millum eygu hansara er fyrsti kongurin.

2
Dániel 8:22 Dániel

At hetta hornið varð brotið av, og at fýra onnur komu í staðin fyri, talar um, at fýra kongaríki skulu koma upp av tjóð hansara, men ikki við mátti hansara.

2
Dániel 8:23 Dániel

Men móti endanum á harradømi teirra, táið brotsmenninir hava fylt mál sítt, skal koma upp kongur, frekur og kønur í óndum ráðum.

2
Dániel 8:24 Dániel

Vald hansara skal verða stórt, men ikki av hansara egnu ávum, og hann skal volda ótrúligan skaða og fáa framt alt, ið hann tekur sær fyri; hann skal forkoma máttugum høvdingum og fólki hinna heilagu.

2
Dániel 8:25 Dániel

Av tí at hann er klókur, skal honum eydnast so væl við svikum sínum; hann skal gera seg stóran í hjartanum, og hann skal forkoma mongum, ið sita trygg; ja, móti Høvdinga høvdinga skal hann seta seg upp; men hann skal verða knasaður, tó ikki av menniskjahond.

2
Dániel 8:26 Dániel

Sjónin um kvøldini og morgnarnar, sum um varð talað, er sonn; men goym tú sjónina, tí hon peikar langt fram í tíðina!“

2
Dániel 8:27 Dániel

Men eg, Dániel, misti allan mátt og lá sjúkur eina tíð; so fór eg upp og virkaði í tænastu míni hjá kongi. Eg var ræðslusligin av sjónini, og eingin skilti hana.

2
Dániel 9:1 Dániel

Fyrsta árið ið Darius, sonur Ahasverus, sat við stýrið – hann, sum var mediskur av ætt og var vorðin kongur yvir ríki Kaldeara –

2
Dániel 9:2 Dániel

fyrsta árið ið hann sat við stýrið, legði eg, Dániel, í bókunum til merkis áratalið, sum HARRIN hevði talað um við Jeremias profet, at Hann skuldi lata full 70 ár ganga, meðan Jerusalem lá í oyði.

2
Dániel 9:3 Dániel

Tá vendi eg ásjón míni til Gud Harran, at søkja Hann í bøn og eyðmjúkari ákallan við føstu og í sekki og øsku.

2
Dániel 9:4 Dániel

Eg bað til HARRAN Gud mín og játtaði og segði: „Á Harri, Tú stóri og øgiligi Gud, sum heldur sáttmála Tín og goymir teimum miskunn, sum elska Teg og halda boð Tíni!

2
Dániel 9:5 Dániel

Vit hava syndað og gjørt illa, verið ógudilig og sett okkum upp móti Tær, vit eru vikin frá boðum og lógum Tínum.

2
Dániel 9:6 Dániel

Vit lurtaðu ikki eftir tænarum Tínum profetunum, sum í navni Tínum talaðu til kongar okkara, høvdingar okkara, fedrar okkara og alt fólkið í landinum.

2
Dániel 9:7 Dániel

Tú stendur við rættinum, Harri, og vit noyðast at skamma okkum – sum nú gevur at bíta – vit, Judamenn, tey, sum í Jerusalem búðu, og alt Ísrael, bæði tey, ið nær eru, og tey, ið langt burtur eru, í øllum londunum, hagar Tú hevur rikið tey aftur fyri trúloysið móti Tær, sum tey hava víst.

2
Dániel 9:8 Dániel

Harri! Vit noyðast at skamma okkum, kongar okkara, høvdingar okkara og fedrar okkara – tí vit hava syndað móti Tær.

2
Dániel 9:9 Dániel

Hjá Harranum Gudi okkara er miskunn og fyrigeving. Tí vit hava sett okkum upp móti Honum;

2
Dániel 9:10 Dániel

og vit lurtaðu ikki eftir HARRANUM Gudi okkara og gjørdu ikki eftir lógum Hansara, sum Hann við tænarum Sínum profetunum legði fyri okkum.

2
Dániel 9:11 Dániel

Nei, alt Ísrael breyt lóg Tína og fall frá og lurtaði ikki eftir Tær. Tí varð tað úthelt yvir okkum, bannið, ið Hann hevði svorið at senda, og sum skrivað stendur í lóg Mósesar, tænara Guds – tí vit syndaðu móti Honum.

2
Dániel 9:12 Dániel

Og Hann helt orðini, ið Hann hevði talað móti okkum og móti dómarum okkara, sum dømdu okkum; Hann læt so svára vanlukku koma yvir okkum, at slíkt hevur ikki hent undir øllum himli, slíkt sum tað, ið hent hevur í Jerusalem.

2
Dániel 9:13 Dániel

Eftir tí, sum skrivað stendur í Móselóg, kom øll henda vanlukka yvir okkum; men vit royndu ikki at blíðka HARRAN Gud okkara, vendu ikki við frá misgerðum okkara og aktaðu ikki eftir sannleika Tínum.

2
Dániel 9:14 Dániel

Tí vakti HARRIN yvir vanlukkuni og læt hana koma yvir okkum; tí HARRIN Gud okkara er rættvísur í øllum, sum Hann ger, og vit lurtaðu ikki eftir Honum.

2
Dániel 9:15 Dániel

Og nú, Harri Gud okkara, Tú, sum við sterkari hond leiddi fólk Títt út av Egyptalandi og gjørdi Tær navn, sum er tað sama enn í dag – vit hava syndað, vit hava verið ógudilig!

2
Dániel 9:16 Dániel

Harri! Lat tó – fyri allar rættvísigerðir Tínar – vreiði og bræði Tína vendast burtur frá Jerusalem, staði Tínum, heilaga fjalli Tínum! Tí aftur fyri syndir okkara og misgerðir fedra okkara er Jerusalem og fólk Títt vorðið øllum teimum til spott, sum rundan um okkum búgva.

2
Dániel 9:17 Dániel

Hoyr nú, Gud okkara, bøn tænara Tíns og eyðmjúku ákallan hansara, og lat ásjón Tína lýsa yvir oydda halgidóm Tín – fyri Tína egnu skuld, Harri!

2
Dániel 9:18 Dániel

Gud mín! Vend oyra Tínum higar og hoyr! Lat upp eygu Tíni og síggj oyðingina, ið yvir okkum hevur gingið – hygg staðurin, ið kallaður er við navni Tínum! Tí ikki á rættvísigerðir okkara grunda vit eyðmjúku bønir okkara, sum vit bera fram fyri ásjón Tína – nei, á stóru miskunn Tína.

2
Dániel 9:19 Dániel

Harri, hoyr! Harri, fyrigev! Harri, akta eftir og ger tað, drála ikki – fyri Tína egnu skuld, Gud mín! Tí staður Tín og fólk Títt eru kallað við navni Tínum.“

2
Dániel 9:20 Dániel

Meðan eg enn talaði og bað og játtaði synd mína og synd Ísraels, fólks míns, og bar fram fyri ásjón HARRANS Guds míns bøn mína fyri heilaga fjalli Guds míns

2
Dániel 9:21 Dániel

– meðan eg enn talaði í bønini, kom Gabriel, hin maðurin, sum eg áður hevði sæð í sjónini – ta ferðina eg so heilt misti allan mátt – hann kom og nam við meg – tað var, táið kvøldofrið verður borið fram.

2
Dániel 9:22 Dániel

Hann lærdi meg og tosaði við meg og segði: „Dániel! Nú eri eg komin higar at læra teg at skilja.

2
Dániel 9:23 Dániel

Við tað sama sum tú byrjaði at bera fram eyðmjúku bønir tínar, gekk út orð, og nú eri eg komin at kunngera tær tað; tí tú ert stórliga elskaður. Gev tí nú orðinum gætur og akta eftir sjónini!

2
Dániel 9:24 Dániel

70 vikur* eru tilmáldar fólki tínum og heilaga staði tínum, til at steingja fráfallið inni, til at innsigla syndir, til at fjala misgerð, til at leiða fram æviga rættvísi, til at innsigla sjón og profet, og til at salva hitt alraheilagasta.

2
Dániel 9:25 Dániel

Og tú skalt vita og skilja: Frá tí orðið gongur út um at reisa Jerusalem aftur og byggja tað av nýggjum, inntil ein Salvaður,* ein Høvdingi, kemur, skulu ganga 7 vikur og 62 vikur; tað skal verða reist aftur og bygt upp við torgum og gøtum, men á trongdartíðum.

2
Dániel 9:26 Dániel

Men táið tær 62 vikurnar eru umlidnar, skal hin Salvaði verða fyribeindur og einki hava; og staðurin og halgidómurin skulu verða lagdir í oyði av fólki eins høvdinga, sum kemur; endin á tí er revsidómsflóð, og líka til endan er ófriður; oyðing er óvikiliga avgjørd.

2
Dániel 9:27 Dániel

Og hann skal eina viku staðfesta sáttmála við mong; mitt í vikuni skulu sláturoffur og matoffur halda uppat; á viðurstygdarveingjum skal oyðarin koma, og tað, líka inntil undirgangur og óvikiliga avgjørdur revsidómur streymar niður yvir oyðaran.“

2
Dániel 10:13 Dániel

Men høvdingi Persararíkisins stóð mær ímóti ein og tjúgu dagar; men tá kom Mikael, ein hin fremsti høvdingin, mær til hjálpar, so eg varð við yvirlutan har hjá persarakongum.

2
Dániel 10:14 Dániel

Og nú eri eg komin at lata teg vita, hvussu fer at gangast fólki tínum á síðstu døgum – tí hetta er uppaftur sjón, ið peikar á teir dagar.“

2
Dániel 10:15 Dániel

Táið hann segði hetta við meg, boygdi eg andlitið móti jørðini og fekk einki sagt.

2
Dániel 10:16 Dániel

Men nú nam ein, ið líktist menniskja, við varrar mínar, og eg læt upp munnin og segði so við hann, ið framman fyri meg stóð: „Harri! Henda sjón, ið eg havi sæð, hevur volt, at svárar kvalir eru komnar á meg, so eingin máttur er eftir í mær.

2
Dániel 10:17 Dániel

Hvussu skal tá tænari harra míns – ein slíkur sum eg – kunna tosa við ein slíkan, sum harri mín er! Í mær er eftir hetta eingin megi, og eingin andi er eftir í mær.“

2
Dániel 10:18 Dániel

Men uppaftur nam ein, ið líktist menniskja, við meg og styrkti meg, og hann segði: „Óttast ikki, tú stórliga elskaði maður! Friður veri við tær! Ver tú bert hugreystur!“ Og sum hann segði hetta við meg, styrknaði eg og segði: „Tala, harri! Tí tú hevur styrkt meg.“

2
Dániel 10:19 Dániel

Tá segði hann: „Veitst tú nú, hví eg eri komin til tín? Nú noyðist eg at fara aftur at berjast við høvdingan yvir Persia, og táið eg fari út, kemur høvdingi Grikkalands.

2
Dániel 10:20 Dániel

Men fyrst skal eg kunngera tær, hvat skrivað er í sannleiksbók. Og ikki so mikið sum ein hjálpir mær móti teimum uttan Mikael, høvdingi tykkara.

2
Hebrearabrævið 13:17 Hebrearabrævið

Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!

2