vaktsmaður

194 versir um "vaktsmaður"

Versir

Síða 3 av 4
Dániel 12:9 Dániel

Hann svaraði: „Far, Dániel! Tí hesi orð skulu vera goymd og innsiglað líka til tíð endans.

3
Dániel 12:10 Dániel

Mong skulu verða reinsað, tváað og roynd; hini gudleysu skulu vera gudleys við sama lagi, og eingin av hinum gudleysu skal skilja hetta; men hini vitigu skulu skilja tað.

3
Dániel 12:11 Dániel

Frá tí at hitt dagliga ofrið verður avtikið, og viðurstygd oyðingarinnar sett upp, skulu ganga 1290 dagar.

3
Dániel 12:12 Dániel

Sælur er hann, ið bíðar og vinnur fram til 1335 dagar.

3
Dániel 12:13 Dániel

Men gakk tú endanum ímóti! Tú skalt hvíla og standa upp og taka við luti tínum, táið dagarnir eru at enda.“

3
Habakkuk 2:1 Habakkuk

Niðan á varða mín skal eg fara, og standa á vaktarstaði mínum; eg skal hyggja út og fáa at vita, hvat Hann fer at tala í mær, hvat svar eg fái upp á klagu mína.

3
Habakkuk 2:2 Habakkuk

Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina – skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!

3
Habakkuk 2:3 Habakkuk

Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.

3
Habakkuk 2:4 Habakkuk

Hástór og óærlig er sál hansara í honum – men hin rættvísi skal liva við trúgv síni.

3
Habakkuk 2:5 Habakkuk

Tí eins og vínið ikki er at líta á, so skal hesin hugmóðigi ikki verða búgvandi í friði, hann, ið spílar upp gap sítt sum deyðaríkið og mettast ikki heldur enn deyðin, hann, ið hevur sankað inn undir seg allar tjóðir og savnað til sín øll fólk.

3
Habakkuk 2:6 Habakkuk

Sanniliga, tey skulu øll somul fara at kvøða táttar og háðkvæði um hann, gera gátur um hann og siga: „Vei honum, ið dungar saman tað, sum hann eigur ikki – hvussu leingi! – og sum laðar á seg pantað góðs!“

3
Habakkuk 2:7 Habakkuk

Sanniliga, óvart skulu teir reisast, sum skulu pína teg, og teir vakna, sum skulu styggja teg upp, so tú verður teimum rán!

3
Habakkuk 2:8 Habakkuk

Eins og tú hevur rænt mong fólkasløg, so skulu allar tær, sum eftir verða av tjóðunum, ræna teg fyri blóðskyld tína móti menniskjunum og yvirgangsverk tíni móti jørðini, móti býnum og øllum, sum í honum búgva.

3
Habakkuk 2:9 Habakkuk

Vei tí, sum liggur eftir skammiligum vinningi fyri hús sítt, fyri at fáa bygt reiður sítt høgt og bjarga sær undan hond vanlukkunnar!

3
Habakkuk 2:10 Habakkuk

Tú hevur lagt upp ráð, sum verða húsi tínum til skomm, lagt upp ráð um at gera enda á mongum fólkasløgum – og hevur harvið syndað móti tær sjálvum!

3
Habakkuk 2:11 Habakkuk

Tí steinurin í vegginum skal rópa, og bjálkin í træverkinum skal svara honum.

3
Habakkuk 2:12 Habakkuk

Vei tí, sum byggir bý við blóði og grundar stað við órætti!

3
Habakkuk 2:13 Habakkuk

Tað er jú frá HARRANUM Gudi herskaranna, tað kemur, at tjóðir skulu arbeiða seg móðar fyri eldin, og fólkasløg pøsa seg út til einkis.

3
Habakkuk 2:14 Habakkuk

Tí jørðin skal verða full av kunnskapi um dýrd HARRANS, eins og havsdjúpið er fult av vatni.

3
Habakkuk 2:15 Habakkuk

Vei tí, sum gevur næsta sínum at drekka úr skál brennandi vreiði sínar – ja, drekkur tey full, so hann fær hugt at blygd teirra!

3
Habakkuk 2:16 Habakkuk

Tú verður mettaður av skomm og ikki av heiðuri – drekk tú við og vís yvirhúð tína! Steypið í høgru hond HARRANS skal á tíð síni koma til tín, og vanæra skal fjala heiður tín!

3
Habakkuk 2:17 Habakkuk

Tí yvir teg skal koma heimsøking sum hon, ið kom yvir Libanon, og oyðing sum hon, ið styggir burt dýrini har – aftur fyri blóðskyld tína móti menniskjum og yvirgangsverk tíni móti jørðini, móti býnum og øllum, sum í honum búgva.

3
Habakkuk 2:18 Habakkuk

Hvat batar útskorin mynd, síðani smiðurin sker hana út! Ella hvørja nyttu ger stoypt mynd – lygilærari – síðani hann, ið stoypt hana hevur, lítur so á hana, at hann ger sær málleysar avgudar!

3
Habakkuk 2:19 Habakkuk

Vei tí, sum sigur við træ: „Vakna!“ og við málleysan stein: „Reis teg!“ – Skuldi hann verið lærari! Nei – um hann so er klæddur við gulli og silvuri – eingin andi er í honum!

3
Habakkuk 2:20 Habakkuk

Men HARRIN er í heilaga templi Sínum – øll jørðin veri still fyri Honum!

3
Matteus 24:37 Matteus

Men eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.

3
Orðtøkini 8:34 Orðtøkini

Sælur er tann, ið lurtar eftir mær, so hann dag um dag vakir við dyr mínar og heldur vakt við durastavir mínar!

2
Esaias 21:5 Esaias

Teir seta borðini fram, vaktin vakir; teir eta og drekka – „upp, høvdingar, salvið skjøldirnar!“

2
Esaias 21:6 Esaias

Tí so segði HARRIN við meg: „Far og set út vaktarmannin! Tí, sum hann sær, skal hann siga frá.

2
Esaias 21:7 Esaias

Sær hann fylgi, ríðandi menn, tveir og tveir, fylgi av eslum, fylgi av kamelum, skal hann akta eftir, ja, akta væl eftir!“

2
Esaias 21:8 Esaias

Hann rópti sum leyva: „Harri, her standi eg á vakt støðugt, allan dagin, og eg verði verandi her og hyggi eftir nátt eftir nátt!

2
Esaias 21:9 Esaias

Og hygg, nú kemur her fylgi av monnum, ríðandi menn, tveir og tveir!“ – Og hann tók til orða og segði: „Fallið, fallið er Bábel! Allar gudamyndir tess hevur hann sorað sundur, líka í grund!“

2
Esaias 21:10 Esaias

– Á, tú sundursoraða, treskta fólk Mítt! Tað, sum eg havi hoyrt frá HARRANUM Gudi herskaranna, frá Gudi Ísraels, havi eg kunngjørt tykkum.

2
Esaias 21:11 Esaias

Spádómur um Duma.* Teir rópa til mín úr Se’ir: „Vaktari, hvat líður náttini? Vaktari, hvat líður náttini?“

2
Esaias 21:12 Esaias

Vaktarin svarar: „Morgunin er komin, og tó er nátt! Vilja tit spyrja, so spyrjið – komið aftur!“

2
Jeremias 31:6 Jeremias

Tí tann dagur kemur, táið vaktarar skulu rópa á Efra’imsfjøllum: „Komið, latið okkum fara til Zion, til HARRAN Gud okkara!““

2
Dániel 8:1 Dániel

Triðja árið ið Belsazar kongur sat við stýrið, sá eg, Dániel, sjón, eina, sum kom eftir hana, ið eg áður hevði sæð.

2
Dániel 8:2 Dániel

Táið eg sá hesa sjón, var tað mær, sum eg var í borgini Susan í landspartinum Elam; og eg sá meg í sjónini standa við Ulaiá.

2
Dániel 8:3 Dániel

Táið eg hugdi upp, fekk eg at síggja veðr, ið stóð við ánna; hann hevði tvey horn, sum bæði vóru høg; tó var annað hægri enn hitt, og hetta hægra vaks seinni upp.

2
Dániel 8:4 Dániel

Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðri og suðri, og einki dýr var ment at standa seg móti honum; eingin kundi frelsa undan valdi hansara; hann gjørdi, sum hann vildi, og hevði hugmóðigan atburð.

2
Dániel 8:5 Dániel

Táið eg nú framvegis gav gætur, fekk eg at síggja bukk, ið kom vestaneftir; hann streyk fram yvir alla jørðina, men bar ikki við hana; bukkurin hevði óføra stórt horn millum eyguni.

2
Dániel 8:6 Dániel

Hann kom til veðrin, sum hevði tvey horn, hann, ið eg hevði sæð standa við ánna, og legði á hann í óførari øði.

2
Dániel 8:7 Dániel

Eg sá, hvussu hann, táið hann var komin tætt til veðrin, leyp á hann í øði, rendi undir hann og breyt bæði hornini av honum; veðrurin var ikki mentur at verja seg fyri honum; hann feldi hann til jarðar og traðkaði hann undir, og har var eingin, ið kundi frelsa veðrin undan valdi hansara.

2
Dániel 8:8 Dániel

Bukkurin fekk ovurhonds stórt vald; men júst táið máttur hansara var sum mestur, varð hitt stóra hornið brotið av, og í staðin fyri vuksu upp fýra veldig horn, sum vendu móti hinum fýra høvuðsættunum.

2
Dániel 8:9 Dániel

Út úr einum teirra kom eitt nýtt horn, lítið í fyrstuni; men seinni varð tað ovurhonds stórt suðureftir, eystureftir og móti hinum fagra landi.

2
Dániel 8:10 Dániel

Tað vaks líka upp til her himmalsins og kastaði til jarðar nakrar av herinum og av stjørnunum og traðkaði tey undir.

2
Dániel 8:11 Dániel

Ja, líka móti høvdinga hersins hugmóðaði tað sær; tað tók frá honum hitt dagliga ofrið, og halgidómsbústaður hansara varð niðurrivin.

2
Dániel 8:12 Dániel

Saman við hinum dagliga ofrinum varð herurin givin upp til oyðing – tað voldi fráfallið; og hornið kastaði sannleikan til jarðar, og tað hevði eydnu við sær í øllum, sum tað gjørdi.

2
Dániel 8:18 Dániel

Meðan hann tosaði við meg, lá eg sansaleysur við andlitinum til jarðar; tá nam hann við meg og reisti meg aftur á føtur.

2
Dániel 8:19 Dániel

Og hann segði: „Nú skal eg kunngera tær tað, ið henda skal hina síðstu vreiðitíð; tí sjónin sipar til ásettu tíð endans.

2