songur við endurtøku
297 versir um "songur við endurtøku"
Versir
Síða 4 av 6Fyrra Kongabók 18:44 Fyrra Kongabók
Sjeyndu ferðina, tá segði hann: „Nú stígur lítið skýggj, til støddar sum manshond, upp úr havsbrúnni.“ Tá segði hann: „Far avstað og sig við Akab: „Set hestarnar fyri vagnin og far oman, meðan framkomandi er fyri regni!““
Fyrra Kongabók 18:45 Fyrra Kongabók
Eftir eini løtu var himmalin svartur av stormskýggjum, og ógvuligt regn kom. Akab fór upp í vagn sín og helt avstað til Jizre’el;
Fyrra Kongabók 18:46 Fyrra Kongabók
men hond HARRANS kom yvir Elias; hann gyrdi lendar sínar og rann undan Akab líka til Jizre’el.
Sálmarnir 97:1 Sálmarnir
HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; jørðin fegnist, hinar mongu oyggjar gleðist!
Sálmarnir 97:2 Sálmarnir
Skýggj og myrkur eru rundan um Hann, rættferð og rættur eru grundvøllir hásætis Hansara.
Sálmarnir 97:3 Sálmarnir
Eldur gongur undan Honum og logar millum fíggindar Hansara.
Sálmarnir 97:4 Sálmarnir
Snarljós Hansara lýsa upp jarðarríki; jørðin sær tað og nøtrar;
Sálmarnir 97:5 Sálmarnir
fjøllini bráðna sum vaks fyri ásjón HARRANS, fyri Harranum yvir allari jørðini.
Sálmarnir 97:6 Sálmarnir
Himlarnir kunngera rættvísi Hansara, og øll fólkasløg síggja heiður Hansara.
Sálmarnir 97:7 Sálmarnir
Til skammar verða øll, ið dýrka útskornar myndir, tey, ið eru stolt av avgudum sínum; tilbiðið Hann, allir gudar!
Sálmarnir 97:8 Sálmarnir
Zion hoyrir tað og gleðist, døtur Juda fegnast um dómar Tínar, HARRI!
Sálmarnir 97:9 Sálmarnir
Tí Tú, HARRI, ert hin Hægsti yvir allari jørðini, sára høgt situr Tú yvir øllum gudum!
Sálmarnir 97:10 Sálmarnir
Tit, ið elska HARRAN, hatið hitt illa! – Hann varðar sálirnar í hinum heilagu Sínum og fríar tey úr hondum hinna gudleysu.
Sálmarnir 97:11 Sálmarnir
Ljós rennur upp fyri rættvísum, og gleði fyri sannhjartaðum.
Sálmarnir 97:12 Sálmarnir
– Gleðið tykkum í HARRANUM, tit rættvísu, lovsyngið heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 134:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Upp, lovið HARRANUM, allir tit tænarar HARRANS, tit, ið um næturnar standa í húsi HARRANS!
Sálmarnir 134:2 Sálmarnir
Lyftið upp hendur tykkara móti halgidóminum og lovið HARRANUM!
Sálmarnir 134:3 Sálmarnir
HARRIN signi teg av Zion, Hann, sum skapti himmal og jørð!
Sálmarnir 135:1 Sálmarnir
Halleluja! Lovið navni HARRANS, lovið tí, tit tænarar HARRANS,
Sálmarnir 135:2 Sálmarnir
sum standa í húsi HARRANS, í forgørðum hús Guds okkara!
Sálmarnir 135:3 Sálmarnir
Lovið HARRANUM, tí HARRIN er góður! Lovsyngið navni Hansara, tí tað er lívsælt!
Sálmarnir 135:4 Sálmarnir
Tí HARRIN hevur útvalt Sær Jákup, Ísrael til ogn Sína.
Sálmarnir 135:5 Sálmarnir
Ja, eg veit, at HARRIN er stórur, Harri okkara er størri enn allir gudar.
Sálmarnir 135:6 Sálmarnir
HARRIN ger alt tað, ið Hann vil, í Himli og á jørð, í havinum og øllum veraldardjúpunum.
Sálmarnir 135:7 Sálmarnir
Hann letur skýggj stíga upp frá enda jarðarinnar, fær snarljósini at geva regn, sendir stormin út úr goymslum Sínum.
Sálmarnir 135:8 Sálmarnir
Hann sló hinar frumbornu Egyptalands, bæði fólk og fæ,
Sálmarnir 135:9 Sálmarnir
og sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, yvir Farao og allar tænarar hansara.
Sálmarnir 135:10 Sálmarnir
Hann sló stór fólkasløg og drap mektigar kongar,
Sálmarnir 135:11 Sálmarnir
Sihon amoritakong og Og, kongin í Basan, og øll kongaríkini í Kána’an,
Sálmarnir 135:12 Sálmarnir
og gav land teirra í arv, gav Ísrael, fólki Sínum, tað í arv.
Sálmarnir 135:13 Sálmarnir
HARRI, navn Títt er ævigt, minnið um Teg, HARRI, er mann eftir mann!
Sálmarnir 135:14 Sálmarnir
Tí HARRIN skal døma fólk Sítt, og Honum skal tykjast synd í tænarum Sínum.
Sálmarnir 135:15 Sálmarnir
Avgudar heidninganna eru silvur og gull, handaverk manna;
Sálmarnir 135:16 Sálmarnir
teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;
Sálmarnir 135:17 Sálmarnir
teir hava oyru, men hoyra ikki, og eingin andadráttur er í munni teirra.
Sálmarnir 135:18 Sálmarnir
Sum teir eru, so verða tey, ið gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.
Sálmarnir 135:19 Sálmarnir
Lova HARRANUM, hús Ísraels! Lova HARRANUM, hús Árons!
Sálmarnir 135:20 Sálmarnir
Lova HARRANUM, hús Levi! Lovið HARRANUM, tit, ið óttast HARRAN!
Sálmarnir 135:21 Sálmarnir
Av Zion veri HARRIN lovaður, Hann, sum býr í Jerusalem! – Halleluja!
Esaias 1:15 Esaias
Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!
Matteus 6:1 Matteus
„Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.
Matteus 6:2 Matteus
Táið tú gevur olmussu, mást tú tí ikki lata blása í lúður fyri tær, sum hyklararnir gera í sýnagogunum og á gøtunum – fyri at teir kunnu njóta lov av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:3 Matteus
Nei, táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger –
Matteus 6:4 Matteus
fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Matteus 6:5 Matteus
Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína.
Matteus 6:6 Matteus
Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Matteus 6:8 Matteus
Líkist tí ikki teimum! Tí Faðir tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja Hann.
Matteus 6:9 Matteus
Tí skulu tit biðja soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!
Matteus 6:10 Matteus
Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!
Matteus 6:11 Matteus
Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!