songur við endurtøku

297 versir um "songur við endurtøku"

Versir

Síða 2 av 6
Sálmarnir 115:10 Sálmarnir

Hús Árons, lítið á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.

3
Sálmarnir 115:11 Sálmarnir

Tit, ið óttast HARRAN, lítið á Hann! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.

3
Sálmarnir 115:12 Sálmarnir

HARRIN mintist okkum; Hann skal signa, Hann skal signa hús Ísraels, Hann skal signa hús Árons,

3
Sálmarnir 115:13 Sálmarnir

Hann skal signa tey, ið óttast HARRAN, bæði smá og stór.

3
Sálmarnir 115:14 Sálmarnir

HARRIN lati tykkum nørast, tykkum og børn tykkara!

3
Sálmarnir 115:15 Sálmarnir

Signað verði tit av HARRANUM, Honum, sum hevur skapt Himmal og jørð!

3
Sálmarnir 115:16 Sálmarnir

Himmalin er Himmal HARRANS, men jørðina hevur Hann givið menniskjabørnunum.

3
Sálmarnir 115:17 Sálmarnir

Hini deyðu lova ikki HARRANUM, eingin av teimum, sum fara niður í deyðatøgn.

3
Sálmarnir 115:18 Sálmarnir

Men vit skulu lova HARRANUM, frá nú og til ævigar tíðir. – Halleluja!

3
Sálmarnir 116:1 Sálmarnir

Eg elski HARRAN, tí Hann hoyrir rødd mína og bønir mínar.

3
Sálmarnir 116:2 Sálmarnir

Ja, Hann hevur boygt oyrað til mín, og alla tíð mína skal eg ákalla Hann.

3
Sálmarnir 116:3 Sálmarnir

Bond deyðans vóru um meg, angist deyðaríkisins hevði gripið meg, í trongd og neyð var eg staddur.

3
Sálmarnir 116:4 Sálmarnir

Men eg kallaði á navn HARRANS: „Á HARRI, bjarga sál míni!“

3
Sálmarnir 116:5 Sálmarnir

– Náðigur og rættvísur er HARRIN, miskunnsamur er Gud okkara.

3
Sálmarnir 116:6 Sálmarnir

HARRIN varðar einføld; eg var hjálparleysur, men Hann frelsti meg.

3
Sálmarnir 116:7 Sálmarnir

Sál mín, verð rólig aftur, tí HARRIN hevur gjørt væl við teg!

3
Sálmarnir 116:8 Sálmarnir

Ja, Tú fríaði sál mína frá deyðanum, eyga mítt frá gráti, fót mín frá falli;

3
Sálmarnir 116:9 Sálmarnir

eg skal ganga fyri ásjón HARRANS í landi teirra, sum liva.

3
Sálmarnir 116:10 Sálmarnir

Eg trúði, tí talaði eg; eg var ógvuliga niðurboygdur;

3
Sálmarnir 116:11 Sálmarnir

í angist míni segði eg: „Hvørt menniskja er lygnari!“

3
Sálmarnir 116:12 Sálmarnir

Við hvørjum skal eg løna HARRANUM allar vælgerðir Hansara móti mær?

3
Sálmarnir 116:13 Sálmarnir

Frelsubikarið skal eg lyfta upp og ákalla navn HARRANS.

3
Sálmarnir 116:14 Sálmarnir

Lyfti míni skal eg halda HARRANUM, ja, so alt fólk Hansara sær.

3
Sálmarnir 116:15 Sálmarnir

Dýrt er tað í eygum HARRANS, táið hini heilagu Hansara doyggja.

3
Sálmarnir 116:16 Sálmarnir

Á HARRI, eg eri jú tænari Tín, eg eri tænari Tín, sonur tænastukvinnu Tína – Tú hevur loyst bond míni!

3
Sálmarnir 116:17 Sálmarnir

Tær ofri eg takkoffur og ákalli navn HARRANS;

3
Sálmarnir 116:18 Sálmarnir

lyfti míni skal eg halda HARRANUM, ja, so alt fólk Hansara sær,

3
Sálmarnir 116:19 Sálmarnir

í forgørðum hús HARRANS, mitt í tær, Jerusalem. – Halleluja!

3
Orðtøkini 16:2 Orðtøkini

Allar leiðir mansins eru reinar í hansara egnu eygum, men HARRIN vigar andarnar.

3
Esaias 6:3 Esaias

Og teir róptu hvør til annan: „Heilagur, heilagur, heilagur er HARRIN Gud herskaranna – øll jørðin er full av dýrd Hansara!“

3
Fyrra Tessalonikabrævið 2:13 Fyrra Tessalonikabrævið

Og tí takka vit eisini uttan íhald Gudi fyri, at táið orð Guds, sum vit prædikaðu, kom til tykkara, tóku tit við tí, ikki sum menniskjaorði, men sum orði Guds – sum tað sanniliga eisini er! – Tað vísir eisini kraft sína í tykkum, sum trúgva!

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:18 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vit vita, at hvør tann, ið føddur er av Gudi, syndar ikki; nei, tann, ið føddur er av Gudi, varðar seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki.

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:19 Fyrra Jóhannesarbrævið

Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.

3
Fyrra Kongabók 17:1 Fyrra Kongabók

Elias Tisbitur, ein av teimum, ið inn vóru fluttir úr Gilead, segði við Akab: „So satt sum HARRIN Gud Ísraels livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Tað skal hesi árini hvørki koma døgg ella regn uttan eftir orði mínum!“

2
Fyrra Kongabók 17:2 Fyrra Kongabók

Síðani kom orð HARRANS til hansara; Hann segði:

2
Fyrra Kongabók 17:3 Fyrra Kongabók

„Far avstað hiðani, tak leiðina eystureftir og krógva teg við løkin Krit, eystan fyri Jordan!

2
Fyrra Kongabók 17:4 Fyrra Kongabók

Tú skalt drekka úr løkinum, og Eg havi givið ravnunum boð um at fáa tær føði hagar.“

2
Fyrra Kongabók 17:5 Fyrra Kongabók

Hann fór nú og gjørdi, sum HARRIN hevði sagt; hann fór til løkin Krit, sum var eystan fyri Jordan, og varð har;

2
Fyrra Kongabók 17:6 Fyrra Kongabók

ravnarnir bóru honum breyð og kjøt bæði morgun og kvøld, og hann drakk úr løkinum.

2
Fyrra Kongabók 17:7 Fyrra Kongabók

Men táið ein tíð var gingin, tornaði løkurin upp; tí einki regn kom í landinum.

2
Fyrra Kongabók 17:8 Fyrra Kongabók

Tá kom orð HARRANS til hansara; Hann segði:

2
Fyrra Kongabók 17:9 Fyrra Kongabók

„Reis teg og far til Zarepta, sum hoyrir til Zidon, og verð har! Eg havi givið eini einkju har boð um at føða teg.“

2
Fyrra Kongabók 17:10 Fyrra Kongabók

Hann reistist so og fór til Zarepta. Táið hann kom at býportrinum, fekk hann eyga á einkju, ið gekk og sankaði brenni; hann rópti til hennara: „Far mær eftir ílati við einum vatnsopa, og gev mær at drekka!“

2
Fyrra Kongabók 17:11 Fyrra Kongabók

Táið hon nú fór eftir tí, rópti hann aftan á henni: „Tak eisini breyðbita við til mín!“

2
Fyrra Kongabók 17:12 Fyrra Kongabók

Men hon svaraði: „So satt sum HARRIN Gud tín livir – eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum; nú gangi eg her og sanki nakrar viðarkvistar, og so ætli eg at fara aftur til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!“

2
Fyrra Kongabók 17:13 Fyrra Kongabók

Tá segði Elias við hana: „Óttast ikki! Far heim og ger tað til, sum tú sigur! Ger mær bert fyrst eitt lítið breyð av tí og kom út til mín við tí! Síðani kanst tú gera tær og syni tínum nakað til.

2
Fyrra Kongabók 17:14 Fyrra Kongabók

Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: Mjølkrukkan skal ikki verða tóm, og oljan skal ikki verða uppi í krússinum, líka til tann dag ið HARRIN gevur regn á jørðini!“

2
Fyrra Kongabók 17:15 Fyrra Kongabók

Hon fór nú og gjørdi, sum Elias hevði sagt; og tey høvdu mat, bæði hon sjálv og hann og hús hennara, langa tíð.

2
Fyrra Kongabók 17:16 Fyrra Kongabók

Mjølkrukkan varð ikki tóm, og oljan varð ikki uppi í krússinum – eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við Eliasi.

2
Fyrra Kongabók 17:17 Fyrra Kongabók

Men nakað eftir hetta, nú varð sonur konuna, ið húsið átti, sjúkur; og hann versnaði so av sjúkuni, at hann til endan ikki andaði longur.

2