songur við endurtøku

297 versir um "songur við endurtøku"

Versir

Síða 3 av 6
Fyrra Kongabók 17:18 Fyrra Kongabók

Tá segði hon við Elias: „Hvat havi eg við teg at gera, gudsmaðurin! Tú ert komin til mín at minna á synd mína og volda syni mínum deyðan!“

2
Fyrra Kongabók 17:19 Fyrra Kongabók

Hann svaraði henni: „Fá mær son tín higar!“ So tók hann hann úr fangi hennara, bar hann upp á loftið, har sum kamar hansara var, og legði hann á song sína.

2
Fyrra Kongabók 17:20 Fyrra Kongabók

Og hann rópti til HARRAN og segði: „HARRI Gud mín! Er tað álvara, at Tú fert at gera so illa við hesa einkju, ið eg gisti hjá, at Tú letur son hennara doyggja?“

2
Fyrra Kongabók 17:21 Fyrra Kongabók

Síðani strekti hann seg tríggjar ferðir út yvir drongin og rópti til HARRAN: „HARRI Gud mín! Lat sálina í hesum drongi koma í hann aftur!“

2
Fyrra Kongabók 17:22 Fyrra Kongabók

HARRIN hoyrdi bøn Eliasar; sál drongsins kom í hann aftur, so at hann livnaði upp aftur.

2
Fyrra Kongabók 17:23 Fyrra Kongabók

So tók Elias drongin og bar hann av loftinum niður í húsið, gav móðurini hann og segði: „Hygg – sonur tín livir!“

2
Fyrra Kongabók 17:24 Fyrra Kongabók

Tá segði kvinnan við Elias: „Nú veit eg, at tú ert gudsmaður, og at orð HARRANS í munni tínum er sannleiki!“

2
Fyrra Kongabók 18:1 Fyrra Kongabók

Langa tíð eftir hetta – triðja árið – kom orð HARRANS til Elias; Hann segði: „Far og stíg fram fyri Akab – so skal Eg lata regna á jørðini!“

2
Fyrra Kongabók 18:2 Fyrra Kongabók

Elias fór tá avstað at stíga fram fyri Akab. Men hungursneyðin var svár í Samaria.

2
Fyrra Kongabók 18:3 Fyrra Kongabók

Nú sendi Akab boð eftir Obadja, hallarstjóra sínum. – Obadja óttaðist HARRAN stórliga;

2
Fyrra Kongabók 18:4 Fyrra Kongabók

ta ferðina Jesabel beindi fyri profetum HARRANS, hevði Obadja tikið 100 profetar og fjalt teir í tveimum hellum, 50 mans í hvørjum hellinum, og sæð til, at teir fingu nóg mikið av breyði og vatni. –

2
Fyrra Kongabók 18:5 Fyrra Kongabók

Akab segði nú við Obadja: „Ferðast um landið til allar keldur og løkir! Kanska vit finna gras, so vit fáa hildið lívinum í hestum og múldýrum og sleppa frá at drepa nøkur av kríatúrunum.“

2
Fyrra Kongabók 18:6 Fyrra Kongabók

Teir býttu so millum sín landið, ið teir skuldu ferðast um; Akab tók eina leið fyri seg, og Obadja tók aðra leið fyri seg.

2
Fyrra Kongabók 18:7 Fyrra Kongabók

Meðan Obadja nú var á ferðini, fekk hann at síggja Elias, sum kom ímóti honum; hann kendi hann aftur og fall niður á andlit sítt og segði: „Er tað tú, harri mín Elias!“

2
Fyrra Kongabók 18:8 Fyrra Kongabók

Hann svaraði: „Ja, tað eri eg! Far og sig harra tínum, at Elias er her!“

2
Fyrra Kongabók 18:9 Fyrra Kongabók

Tá segði hann: „Hvat havi eg syndað, síðani tú gevur tænara tín í hendur Akabs, so hann drepur meg!

2
Fyrra Kongabók 18:10 Fyrra Kongabók

So satt sum HARRIN Gud tín livir: Ikki er tað fólk ella ríki til, sum harri mín hevur ikki sent boð til at leita eftir tær; og táið teir søgdu: „Her er hann ikki!“ so tók hann hetta ríki ella fólk í eið, at tú vart ikki at finna har.

2
Fyrra Kongabók 18:11 Fyrra Kongabók

Og nú sigur tú: „Far og sig harra tínum, at Elias er her!“

2
Fyrra Kongabók 18:12 Fyrra Kongabók

Og so verður, at táið eg nú skiljist frá tær, rykkir Andi HARRANS teg burtur, hagar sum eg ikki veit; táið eg tá komi og sigi hatta við Akab, og hann so finnur teg ikki, drepur hann meg! – Og tænari tín hevur kortini óttast HARRAN, líka frá tí eg var ungur!

2
Fyrra Kongabók 18:13 Fyrra Kongabók

Hevur harri mín ikki frætt, hvat eg gjørdi, ta ferðina ið Jesabel drap profetar HARRANS? Tá fjaldi eg 100 av profetum HARRANS í tveimum hellum, 50 mans í hvørjum hellinum, og sá til, at teir høvdu nóg mikið av breyði og vatni.

2
Fyrra Kongabók 18:14 Fyrra Kongabók

Og nú sigur tú: „Far og sig harra tínum, at Elias er her!“ – Og so drepur hann meg!“

2
Fyrra Kongabók 18:15 Fyrra Kongabók

Men Elias svaraði: „So satt sum HARRIN Gud herskaranna livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Eg skal stíga fram fyri hann í dag!“

2
Fyrra Kongabók 18:16 Fyrra Kongabók

Obadja fór nú ímóti Akab og segði hetta við hann; og Akab fór ímóti Eliasi.

2
Fyrra Kongabók 18:17 Fyrra Kongabók

Táið Akab fekk Elias at síggja, segði hann við hann: „Er tað tú – tú, sum fært vanlukku at koma yvir Ísrael!“

2
Fyrra Kongabók 18:18 Fyrra Kongabók

Hann svaraði: „Tað eri ikki eg, ið havi fingið vanlukku at koma yvir Ísrael, nei, tað er tú og ætt tín, tit, sum hava vent HARRANUM bakið og halda tykkum til Ba’alarnar!

2
Fyrra Kongabók 18:19 Fyrra Kongabók

Men send nú boð og savna mær alt Ísrael saman á Karmelsfjalli, eisini hinar 450 ba’alsprofetarnar og hinar 400 asjeruprofetarnar, ið eta við borð Jesabelar!“

2
Fyrra Kongabók 18:20 Fyrra Kongabók

Akab sendi tá boð um til allar Ísraelsmenn og gav profetunum boð um at koma saman á Karmelsfjalli.

2
Fyrra Kongabók 18:21 Fyrra Kongabók

Har steig Elias fram fyri alt fólkið og segði: „Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síður? Er HARRIN Gud, so haldið tykkum til Hansara, og er Ba’al Gud, so haldið tykkum til hansara!“ – Fólkið ønti honum ikki aftur.

2
Fyrra Kongabók 18:22 Fyrra Kongabók

Nú segði Elias við fólkið: „Eg eri tann einasti av profetum HARRANS, sum eftir er, og profetar Ba’als eru 450 mans.

2
Fyrra Kongabók 18:23 Fyrra Kongabók

Latið okkum nú fáa tveir tarvar! Latið so teir velja sær annan tarvin og skera hann sundur og leggja hann á brennið – men eld mugu teir ongan leggja við! Eg skal so gera hin tarvin til og leggja hann á brennið – men ongan eld leggja við.

2
Fyrra Kongabók 18:24 Fyrra Kongabók

Ákallið tit so navn guds tykkara – eg skal ákalla navn HARRANS! Tann Gud, ið svarar við eldi, Hann er hin sanni Gud.“ Alt fólkið svaraði: „Hatta var væl talað!“

2
Fyrra Kongabók 18:25 Fyrra Kongabók

Síðani segði Elias við profetar Ba’als: „Verið tit nú fyrr – tit eru jú mannsterkari – veljið tykkum annan tarvin og gerið hann til, og ákallið so navn guds tykkara! Men eld mugu tit ongan leggja við!“

2
Fyrra Kongabók 18:26 Fyrra Kongabók

Teir tóku so tarvin, ið hann fekk teimum, gjørdu hann til og ákallaðu frá morgni til middags navn Ba’als og róptu: „Svara okkum, Ba’al!“ Men einki ljóð hoyrdist; har var eingin, ið svaraði; og teir hinkaðu rundan um altarið, ið teir høvdu reist.

2
Fyrra Kongabók 18:27 Fyrra Kongabók

Táið middagur var komin, speirak Elias teir og segði: „Rópið harðari! Hann er jú Gud – hann man sita burtur í øðrum heimi ella vera farin avsíðis ella vera farin eina ferð – ella kanska hann svevur – so man hann fara at vakna!“

2
Fyrra Kongabók 18:28 Fyrra Kongabók

Teir róptu nú enn harðari; og sum siður var hjá teimum, særdu teir likam síni við svørðum og spjótum, so blóðið rann av teimum.

2
Fyrra Kongabók 18:29 Fyrra Kongabók

Táið farið var um middag, vórðu teir frá sær sjálvum, og hetta vardi við, líka til matofrið verður borið fram; men ikki hoyrdist ljóð; har var eingin, ið svaraði, og eingin, ið aktaði eftir teimum.

2
Fyrra Kongabók 18:30 Fyrra Kongabók

Tá segði Elias við alt fólkið: „Komið higar til mín!“ Táið so alt fólkið var komið yvir til hansara, reisti hann upp aftur altar HARRANS, sum niður hevði verðið rivið.

2
Fyrra Kongabók 18:31 Fyrra Kongabók

Elias tók tólv steinar – eftir tali ætta sona Jákups, hansara, ið hetta orð HARRANS var komið til: „Ísrael skal vera navn títt.“

2
Fyrra Kongabók 18:32 Fyrra Kongabók

Av hesum steinum reisti hann í navni HARRANS altar og gjørdi grøv rundan um altarið, so stóra, sum tvær seur av sáði høvdu farið í.

2
Fyrra Kongabók 18:33 Fyrra Kongabók

Síðani legði hann brennið til rættis og skar tarvin sundur og legði hann oman á viðin.

2
Fyrra Kongabók 18:34 Fyrra Kongabók

So segði hann: „Fyllið fýra krukkur við vatni og stoytið tað út yvir brenniofrið og brennið!“ Hann segði: „Gerið tað eina ferð enn!“ Og teir gjørdu tað aðru ferð. Tá segði hann: „Gerið tað triðju ferð!“ Og teir gjørdu tað triðju ferð.

2
Fyrra Kongabók 18:35 Fyrra Kongabók

Vatnið rann rundan um altarið, og eisini grøvina fylti hann við vatni.

2
Fyrra Kongabók 18:36 Fyrra Kongabók

Men um ta tíðina matofrið verður borið fram, steig Elias profetur fram og segði: „HARRI, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat í dag verða sannað, at Tú ert Gud í Ísrael, og at eg eri tænari Tín, og at tað er eftir boði Tínum, eg havi gjørt alt hetta!

2
Fyrra Kongabók 18:37 Fyrra Kongabók

Svara mær, HARRI, svara mær, so hetta fólk kann sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og at Tú vendir hjarta teirra aftur til Tín!“

2
Fyrra Kongabók 18:38 Fyrra Kongabók

Tá fall eldur HARRANS niður; hann gjørdi enda á brenniofrinum, brenninum, grótinum og svørðinum og turkaði upp vatnið, sum í grøvini var.

2
Fyrra Kongabók 18:39 Fyrra Kongabók

Hetta sá alt fólkið; og teir fullu niður á andlit sítt og søgdu: „Tað er HARRIN, sum er Gud! Tað er HARRIN, sum er Gud!“

2
Fyrra Kongabók 18:40 Fyrra Kongabók

Men Elias segði við teir: „Takið profetar Ba’als, latið ikki ein teirra sleppa!“ Og teir tóku teir, og Elias fór við teimum oman at Kisonsløki og læt teir drepa har.

2
Fyrra Kongabók 18:41 Fyrra Kongabók

Síðani segði Elias við Akab: „Far nú niðan og et og drekk! Tí eg hoyri ljóð av regni.“

2
Fyrra Kongabók 18:42 Fyrra Kongabók

Akab fór so niðan at eta og drekka; men Elias fór niðan á Karmelstind og boygdi seg til jarðar við andlitinum millum knøini.

2
Fyrra Kongabók 18:43 Fyrra Kongabók

So segði hann við tænara sín: „Far niðan og hygg út í havið!“ Hann fór niðan og hugdi út, men segði: „Einki er at síggja!“ Sjey ferðir segði hann: „Far avstað aftur!“

2