Lukas
208 versir um "Lukas"
Versir
Síða 3 av 5Lukas 5:21 Lukas
Tá fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at hugsa við sær sjálvum so: „Hvør er hesin, sum talar slík gudsspottandi orð? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Gud eina!“
Lukas 5:22 Lukas
Men við tað at Jesus kendi hugsanir teirra, svaraði Hann teimum: „Hvat er tað, tit hugsa í hjørtum tykkara!
Lukas 5:23 Lukas
Hvat er lættari, at siga: „Syndir tínar eru tær fyrigivnar!“ ella at siga: „Reis teg og gakk!“
Lukas 5:24 Lukas
Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir“ – segði Hann við hin lamna: „Eg sigi tær: Reis teg, tak song tína og far heim til tín sjálvs!“
Lukas 5:25 Lukas
Tá reistist hann við tað sama fyri eygum teirra, tók tað, ið hann lá á, og fór heim til sín sjálvs, lovandi Gudi.
Lukas 5:26 Lukas
Og øll vórðu heilt ovfarin; tey prísaðu Gudi, ótti fylti tey, og tey søgdu: „Vit hava í dag sæð tað, ið ótrúligt er!“
Lukas 5:27 Lukas
Síðani fór Hann út. Hann fekk tá at síggja tollara, ið æt Levi, sita við tollbúðina, og Hann segði við hann: „Fylg Mær!“
Lukas 5:28 Lukas
Tá fór hann frá øllum og reistist og fylgdi Honum.
Lukas 5:29 Lukas
Levi gjørdi nú stóra veitslu fyri Honum heima hjá sær; og har var stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs við Honum.
Lukas 5:30 Lukas
Men Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra knarraðu inn á lærisveinar Hansara og søgdu: „Hví eta og drekka tit við tollarum og syndarum!“
Lukas 5:31 Lukas
Tá svaraði Jesus teimum: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!
Lukas 5:32 Lukas
Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar, til umvendingar.“
Lukas 5:33 Lukas
Teir søgdu við Hann: „Lærisveinar Jóhannesar fasta íðuliga og halda bønir, og lærisveinar Farisearanna við; men Tínir eta og drekka!“
Lukas 5:34 Lukas
Jesus svaraði teimum: „Munnu tit fáa brúðmenninar at fasta, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum!
Lukas 5:35 Lukas
Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta, teir dagar.“
Lukas 5:36 Lukas
Hann segði teimum eisini líknilsi: „Eingin skræðir bót av nýggjum plaggi og setur hana á gamalt; tí so bæði skræðir hann sundur hitt nýggja plaggið, og heldur ikki hóskar bótin av hinum nýggja til hitt gamla.
Lukas 5:37 Lukas
Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí hitt nýggja vínið spreingir skinnsekkirnar, og tað fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast.
Lukas 5:38 Lukas
Nei, nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar skinnsekkir.
Lukas 5:39 Lukas
Men eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, vil hava nýtt; tí hann sigur: „Hitt gamla er gott!““
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Lukas 10:1 Lukas
Eftir hetta útvaldi Harrin eisini 70 aðrar og sendi teir út tveir og tveir undan Sær í hvønn bý og á hvørt stað, sum Hann sjálvur ætlaði at koma til.
Lukas 10:2 Lukas
Hann segði við teir: „Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir; biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!
Lukas 10:3 Lukas
Farið avstað! Eg sendi tykkum sum lomb mitt ímillum úlvar!
Lukas 10:4 Lukas
Havið ikki pung, ikki tasku, ikki skógvar, og heilsið ongum á vegnum!
Lukas 10:5 Lukas
Og har tit koma inn í hús, skulu tit fyrst siga: „Friður veri við hesum húsi!“
Lukas 10:6 Lukas
Er tá eitt friðarins barn har, skal friður tykkara hvíla á tí; men um ikki, skal hann koma aftur til tykkara.
Lukas 10:7 Lukas
Men verðið í tí húsi, og etið og drekkið tað, sum tey bjóða tykkum! Tí arbeiðsmaðurin er løn sína verdur. Tit skulu ikki flyta úr einum húsi í annað.
Lukas 10:8 Lukas
Og har tit koma inn í bý, og tey taka ímóti tykkum, skulu tit eta tað, sum tey seta fyri tykkum.
Lukas 10:9 Lukas
Grøðið hini sjúku, ið eru har, og sigið við tey: „Ríki Guds er komið tykkum nær!“
Lukas 10:10 Lukas
Men har tit koma inn í bý, og tey taka ikki ímóti tykkum, skulu tit fara út á gøturnar og siga:
Lukas 10:11 Lukas
„Um tað so er dustið, sum hongur uppi í fótum okkara úr býi tykkara, so turka vit tykkum tað av. Tó, tað skulu tit vita, at ríki Guds er komið nær.“
Lukas 10:12 Lukas
Eg sigi tykkum: Sodoma skal gangast frægari hin dag enn tí býi.
Lukas 10:13 Lukas
Vei tær, Korazin! Vei tær, Betsaida! Tí vóru kraftargerðirnar, sum gjørdar eru í tykkum, gjørdar í Týrus og Sidon, høvdu teir langt síðani vent við og sitið í sekki og øsku.
Lukas 10:14 Lukas
Men tað skal gangast Týrus og Sidon frægari í dóminum enn tykkum.
Lukas 10:15 Lukas
Og tú Kapernaum, ið upp ert lyftur til Himmals! Í deyðaríkið skalt tú stoytast niður!
Lukas 10:16 Lukas
Tann, ið hoyrir tykkum, hoyrir Meg; tann, ið vrakar tykkum, vrakar Meg; tann, ið vrakar Meg, vrakar Hann, sum sendi Meg.“
Lukas 10:17 Lukas
Hinir 70 komu glaðir aftur og søgdu: „Harri! Eisini hinir illu andarnir eru okkum lýdnir í navni Tínum!“
Lukas 10:18 Lukas
Tá segði Hann við teir: „Eg sá Satan falla niður av himli sum snarljós.
Lukas 10:19 Lukas
Eg havi givið tykkum vald at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.
Lukas 10:20 Lukas
Tó, gleðist ikki yvir tað, at andarnir eru tykkum lýdnir, men gleðist yvir, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himli!“
Lukas 10:21 Lukas
Í somu stund fyltist Hann av gleði í Heilaga Andanum og segði: „Eg prísi Tær, Faðir, Harri Himmals og jarðar, at Tú hevur dult hetta fyri vísum og klókum og opinberað ómyndigum tað! Ja, Faðir! Tí so líkaði Tær, at verða skuldi.
Lukas 10:22 Lukas
Alt er Mær litið upp í hendur av Faðir Mínum; eingin veit, hvør Sonurin er, uttan Faðirin, og hvør Faðirin er, uttan Sonurin og tann, ið Sonurin vil opinbera Hann.“
Lukas 10:23 Lukas
So vendi Hann Sær serliga til lærisveinarnar og segði við teir: „Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja!
Lukas 10:24 Lukas
Tí Eg sigi tykkum: Mangir profetar og kongar hava ynskt sær at síggja tað, ið tit síggja, og hava ikki fingið tað at síggja, og hoyra tað, ið tit hoyra, og hava ikki fingið tað at hoyra.“
Lukas 10:25 Lukas
Ein lógkønur steig nú fram, freistaði Hann og segði: „Meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“
Lukas 10:26 Lukas
Tá segði Hann við hann: „Hvat er skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?“
Lukas 10:27 Lukas
Hann svaraði: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““
Lukas 10:28 Lukas
Hann segði við hann: „Tú svaraði beint – ger hatta, so skalt tú liva!“
Lukas 10:29 Lukas
Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði tí við Jesus: „Hvør er tá næsti mín?“
Lukas 10:30 Lukas
Jesus svaraði: „Maður fór úr Jerusalem oman til Jeriko; og hann fall í hendur ránsmanna, sum bæði lótu hann naknan og slógu hann og síðani fóru leið sína og lótu hann liggja har hálvdeyðan.