Lukas
208 versir um "Lukas"
Versir
Síða 2 av 5Lukas 1:51 Lukas
Hann hevur gjørt veldig verk við armi Sínum; Hann hevur spjatt sundur teir, sum hugmóðigir eru í hugsanum hjartna sína.
Lukas 1:52 Lukas
Hann hevur stoytt høvdingum úr hásætunum og sett tey høgt, sum hava lítið at týða.
Lukas 1:53 Lukas
Svong hevur Hann mettað við góðum gávum, og rík hevur Hann latið fara við tómum hondum.
Lukas 1:54 Lukas
Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn
Lukas 1:55 Lukas
móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir – soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.“
Lukas 1:56 Lukas
Maria steðgaði nú einar tríggjar mánaðir hjá henni og fór so heimaftur til sín sjálvs.
Lukas 1:57 Lukas
So kom tíðin hjá Elisabet, táið hon skuldi eiga. Og hon átti son.
Lukas 1:58 Lukas
Táið grannar og skyldfólk hennara frættu, at Harrin hevði gjørt miskunn Sína stóra móti henni, gleddust tey saman við henni.
Lukas 1:59 Lukas
Áttanda dagin komu tey so at umskera barnið; og tey ætlaðu at kalla hann Zakarias eftir faðir hansara.
Lukas 1:60 Lukas
Men móðir hansara tók til orða og segði: „Nei, hann skal eita Jóhannes!“
Lukas 1:61 Lukas
Tá søgdu tey við hana: „Eingin er jú í ætt tíni, sum eitur so!“
Lukas 1:62 Lukas
Tey gjørdu tá tekin til faðir hansara fyri at fáa at vita, hvat hann vildi, at barnið skuldi eita.
Lukas 1:63 Lukas
Hann bað fáa sær talvu, og skrivaði hesi orð: „Jóhannes er navn hansara.“ Tá undraðust øll.
Lukas 1:64 Lukas
Í somu stund opnaðust muður og tunga hansara; og hann talaði og prísaði Gudi.
Lukas 1:65 Lukas
Ótti kom á øll, sum búðu har rundanum; í øllum fjallalandinum í Judea var nógv tos um alt hetta.
Lukas 1:66 Lukas
Øll, ið hoyrdu tað, løgdu sær tað á hjarta og søgdu: „Hvat man fara at verða av hesum barni?“ Tí hond Harrans var við honum.
Lukas 1:67 Lukas
Zakarias, faðir hansara, fyltist nú av Heilaga Andanum, profeteraði og segði:
Lukas 1:68 Lukas
„Lovaður veri Harrin Gud Ísraels! Tí Hann hevur vitjað fólk Sítt og loyst tað út.
Lukas 1:69 Lukas
Hann hevur reist okkum upp frelsuhorn í húsi Dávids, tænara Síns,
Lukas 1:70 Lukas
eins og Hann talaði við munni heilagu profeta Sína frá fornum tíðum –
Lukas 1:71 Lukas
frelsu frá fíggindum okkara og frá hond alra teirra, ið hata okkum,
Lukas 1:72 Lukas
fyri at gera miskunn móti fedrum okkara og minnast heilaga sáttmála Sín,
Lukas 1:73 Lukas
eiðin, ið Hann svór Ábrahami, faðir okkara –
Lukas 1:74 Lukas
at Hann skuldi veita okkum, at vit, bjargað av hond fígginda okkara, skuldu kunna tæna Honum óttaleys,
Lukas 1:75 Lukas
í heilagleika og rættvísi, fyri ásjón Hansara, allar dagar okkara.
Lukas 1:76 Lukas
Eisini tú, barn, skalt verða kallaður profetur hins Hægsta; tí tú skalt ganga undan fyri ásjón Harrans at gera vegir Hansara til reiðar,
Lukas 1:77 Lukas
fyri at læra fólk Hansara frelsu at kenna í fyrigeving synda teirra.
Lukas 1:78 Lukas
Hetta er eymu miskunn Guds okkara fyri at takka, sum læt lýsing av hæddini vitja okkum –
Lukas 1:79 Lukas
til at lýsa teimum, sum sita í myrkri og deyðaskugga, til at leiða føtur okkara inn á veg friðarins.“
Lukas 1:80 Lukas
Barnið vaks nú og varð sterkt í Andanum; og hann var í oyðimørkunum, inntil tann dag hann steig fram fyri Ísrael.
Lukas 5:1 Lukas
Sum nú fólkið einaferð tyrptist um Hann og hoyrdi orð Guds – Hann stóð við Genezaretsvatn –
Lukas 5:2 Lukas
sá Hann tveir bátar liggja har við vatnið; fiskimenninir vóru farnir frá teimum og tókust við at skola gørnini.
Lukas 5:3 Lukas
Tá fór Hann inn í annan bátin, tann hjá Símuni, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi. So settist Hann niður og lærdi fólkið úr bátinum.
Lukas 5:4 Lukas
Táið Hann helt uppat at tala, segði Hann við Símun: „Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!“
Lukas 5:5 Lukas
Tá svaraði Símun Honum: „Meistari! Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.“
Lukas 5:6 Lukas
Táið teir gjørdu tað, fingu teir stóra mongd av fiski; og gørn teirra skrædnaðu.
Lukas 5:7 Lukas
Tá veittraðu teir eftir feløgum sínum á hinum bátinum, at teir skuldu koma og hjálpa teimum; teir komu tá, og teir fyltu báðar bátarnar, so teir mundu sokkið.
Lukas 5:8 Lukas
Táið nú Símun Pætur sá hetta, fall hann niður fyri knøum Jesusar og segði: „Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!“
Lukas 5:9 Lukas
Tí ræðsla var komin á hann og allar teir, ið við honum vóru, av hesi fiskaveiði, ið teir høvdu fingið,
Lukas 5:10 Lukas
somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Zebedeus, sum vóru felagar Símunar. Men Jesus segði við Símun: „Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju.“
Lukas 5:11 Lukas
Teir fóru so at landi við bátunum og fóru frá øllum og fylgdu Honum.
Lukas 5:12 Lukas
Meðan Hann nú var í einum av býunum, var har maður, fullur av spitalsku; táið hann sá Jesus, fall hann niður á andlit sítt, bað Hann og segði: „Harri, vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan.“
Lukas 5:13 Lukas
Tá rætti Hann út hondina, nam við hann og segði: „Eg vil; verð reinur!“ Við tað sama slapp hann frá spitalskuni.
Lukas 5:14 Lukas
Hann beyð honum ongum at siga tað, men: „Far avstað og lat prestin sýna teg, og ofra fyri reinsan tína, soleiðis sum Móses hevur ásett, teimum til vitnisburð!“
Lukas 5:15 Lukas
Tíðindini um Hann komu nú enn víðari um; og nógv fólk kom saman at hoyra og verða grøtt fyri sjúkur sínar.
Lukas 5:16 Lukas
Men Hann slapp Sær burtur til oyðin støð og var har í bøn.
Lukas 5:17 Lukas
Nú var tað, ein dagin Hann lærdi; har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galilea og Judea og úr Jerusalem; og kraft Harrans til at grøða var hjá Honum.
Lukas 5:18 Lukas
Tá komu nakrir menn berandi við lamnum manni í song. Teir royndu at sleppa inn við honum og leggja hann framman fyri Hann.
Lukas 5:19 Lukas
Men við tað at teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri fólkinum, fóru teir upp á takið og sígdu bæði hann og songina niður millum taksteinarnar, beint framman fyri Jesus.
Lukas 5:20 Lukas
Táið Hann sá trúgv teirra, segði Hann: „Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!“