leið / stígur
958 versir um "leið / stígur"
Versir
Síða 3 av 20Orðtøkini 7:7 Orðtøkini
og millum hinar óroyndu sá eg unglinga, eg legði til merkis millum hinar ungu ein við ongum skili,
Orðtøkini 7:8 Orðtøkini
hann gekk eftir gøtuni við hornið, har sum hon búði, tók leiðina at húsi hennara
Orðtøkini 7:9 Orðtøkini
í skýmingini, móti kvøldi, táið nátt og myrkur komu.
Orðtøkini 7:10 Orðtøkini
Tá kom ímóti honum kvinna í skøkjubúna og við svikafullum hjarta.
Orðtøkini 7:11 Orðtøkini
Vill er hon og kát; heima hava føtur hennara ikki frið á sær;
Orðtøkini 7:12 Orðtøkini
nú er hon á gøtum, nú á torgum, og á hvørjum horni lúrir hon.
Orðtøkini 7:13 Orðtøkini
Hon treiv í hann og kysti hann, og við frekum andliti segði hon við hann:
Orðtøkini 7:14 Orðtøkini
„Eg hevði takkoffur at bera fram, og í dag havi eg uppfylt lyfti míni;
Orðtøkini 7:15 Orðtøkini
tí fór eg út ímóti tær, at leita eftir tær, og nú havi eg funnið teg.
Orðtøkini 7:16 Orðtøkini
Eg havi reitt song mína við teppum, við marglittum teppum av egyptiskum líni.
Orðtøkini 7:17 Orðtøkini
Myrra, aloe og kanel havi eg stroytt út yvir legu mína.
Orðtøkini 7:18 Orðtøkini
Kom, lat okkum stuttleika okkum í kærleika, inntil lýsir, frøa okkum í elskhugalysti!
Orðtøkini 7:19 Orðtøkini
Tí maður mín er ikki heima, hann er farin langa ferð;
Orðtøkini 7:20 Orðtøkini
peningapungin tók hann við sær; hann kemur ikki aftur, fyrrenn fullmáni verður!“
Orðtøkini 7:21 Orðtøkini
– Soleiðis lokkaði hon hann við alskyns føgrum orðum, við sleisku vørrum sínum fekk hon vald á honum;
Orðtøkini 7:22 Orðtøkini
hann fylgir henni við tað sama sum tarvur, ið verður leiddur at verða dripin, sum í fótjørnum, ið dárin verður tyktaður við
Orðtøkini 7:23 Orðtøkini
– inntil pílurin klývur livur hansara – eins og fuglurin skundar sær í snerruna og veit ikki, at lívið er í váða!
Orðtøkini 7:24 Orðtøkini
So lurta nú eftir mær, sonur mín, og gev orðum muns míns gætur!
Orðtøkini 7:25 Orðtøkini
Lat ikki hjarta títt venda sær til vegir hennara, vilst ikki inn á gøtur hennara!
Orðtøkini 7:26 Orðtøkini
Tí mangar, ið hava fingið ólívssár, hevur hon felt, og stórt er tal teirra, ið hon hevur dripið.
Orðtøkini 7:27 Orðtøkini
Gjøgnum hús hennara liggja leiðirnar til deyðaríkið, tær, ið ganga niður í kømur deyðans.
Orðtøkini 8:1 Orðtøkini
Hoyrið! Vísdómurin rópar, og vitið letur rødd sína hoyrast.
Orðtøkini 8:2 Orðtøkini
Uppi á heyggjum við vegin stendur hann, á vegamótum;
Orðtøkini 8:3 Orðtøkini
við portrini, har sum farið verður út úr býnum, har sum farið verður inn um liðini, rópar hann hart:
Orðtøkini 8:4 Orðtøkini
„Eg kalli á tykkum, menn, og rødd mín ljóðar til menniskjabørnini.
Orðtøkini 8:5 Orðtøkini
Lærið klókskap, tit fávitskutu, lærið vit, tit dárar!
Orðtøkini 8:6 Orðtøkini
Hoyrið! Tí um tað, ið høgt er, tali eg, og eg lati upp varrar mínar við rættvísum orðum;
Orðtøkini 8:7 Orðtøkini
tunga mín talar sannleika, og gudloysi er vørrum mínum andstygd.
Orðtøkini 8:8 Orðtøkini
Øll orð muns míns eru røtt, einki falskt ella rangvørgt er í teimum.
Orðtøkini 8:9 Orðtøkini
Tey eru øll somul hinum vitiga einføld og teimum røtt, sum hava funnið kunnskap.
Orðtøkini 8:10 Orðtøkini
Takið við tykt míni heldur enn silvuri, takið við kunnskapi heldur enn útvaldum gulli!
Orðtøkini 8:11 Orðtøkini
Tí vísdómur er betri enn perlur, og av øllum dýrgripum er eingin sum hann.
Orðtøkini 8:12 Orðtøkini
Eg, vísdómurin, havi klókskap í ogn, og eg dugi at finna vitig ráð.
Orðtøkini 8:13 Orðtøkini
At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.
Orðtøkini 8:14 Orðtøkini
Eg eigi ráð og vísdóm, eg havi vit, eg havi styrki.
Orðtøkini 8:15 Orðtøkini
Við mær stýra kongarnir, og við mær áseta høvdingarnir tað, ið rætt er.
Orðtøkini 8:16 Orðtøkini
Við mær ráða stjórnarmenninir og stórmenninir, ja, allir dómarar á jørðini.
Orðtøkini 8:17 Orðtøkini
Eg elski tey, sum elska meg, og tey, sum leita eftir mær, skulu finna meg.
Orðtøkini 8:18 Orðtøkini
Hjá mær er ríkidømi og heiður, gamalt arvagóðs og rættvísi.
Orðtøkini 8:19 Orðtøkini
Ávøkstur mín er betri enn gull, ja, fínasta gull, og vinningurin, ið eg gevi, er betri enn útvalt silvur.
Orðtøkini 8:20 Orðtøkini
Á rættferðarvegi gangi eg, mitt á rættvísigøtum;
Orðtøkini 8:21 Orðtøkini
tí gevi eg teimum, ið elska meg, sannan ríkdóm í arv og fylli goymslur teirra.
Orðtøkini 8:22 Orðtøkini
Meg skapti HARRIN sum fyrsta verk Sítt, í forðum, áðrenn Hann skapti nakað annað.
Orðtøkini 8:23 Orðtøkini
Frá ævunum eri eg vorðin til, frá upphavi, áðrenn jørðin var.
Orðtøkini 8:24 Orðtøkini
Táið avgrundirnar ikki vóru til enn, varð eg føddur, áðrenn nakrar keldur, fullar av vatni, vóru til.
Orðtøkini 8:25 Orðtøkini
Áðrenn fjallagrundirnar vórðu lagdar, áðrenn heyggjarnir vórðu til, varð eg føddur,
Orðtøkini 8:26 Orðtøkini
áðrenn Hann hevði skapt jørðina og markina og fyrsta moldklump jarðarríkis.
Orðtøkini 8:27 Orðtøkini
Táið Hann bygdi himmalin, var eg har, táið Hann setti hvølv yvir djúpið.
Orðtøkini 8:28 Orðtøkini
Táið Hann festi skýggini í erva og gav keldunum í djúpinum fasta stað teirra,
Orðtøkini 8:29 Orðtøkini
táið Hann setti sjónum mark, so vøtnini fara ikki longur, enn Hann sigur til, táið Hann legði grundvøllir jarðar