kvinnafaldari
581 versir um "kvinnafaldari"
Versir
Síða 3 av 12Matteus 8:17 Matteus
fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur: „Hann tók veikleikar okkara og bar sjúkur okkara.“
Matteus 8:18 Matteus
Táið Jesus nú sá nógv fólk rundan um Seg, beyð Hann, at yvirum skuldi verða farið.
Matteus 8:19 Matteus
Har kom ein skriftlærdur og segði við Hann: „Meistari! Eg skal fylgja Tær, hvar Tú so fert.“
Matteus 8:20 Matteus
Jesus svaraði honum: „Revar hava holur, og fuglar himmalsins reiður; men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvdinum at.“
Matteus 8:21 Matteus
Ein annar, ein av lærisveinum Hansara, segði við Hann: „Harri! Loyv mær fyrst at fara og jarða faðir!“
Matteus 8:22 Matteus
Men Jesus segði við hann: „Fylg Mær, og lat hini deyðu jarða deyðu síni!“
Matteus 8:23 Matteus
Hann fór nú í bátin, og lærisveinar Hansara fylgdu Honum.
Matteus 8:24 Matteus
Og harður stormur varð á vatninum, so báturin fjaldist av aldunum; men Hann svav.
Matteus 8:25 Matteus
Tá fóru teir til Hansara, vaktu Hann og søgdu: „Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur.“
Matteus 8:26 Matteus
Hann segði við teir: „Hví eru tit ræddir, tit trúarveiku!“ So reistist Hann og hótti vind og aldur, og blikalogn varð.
Matteus 8:27 Matteus
Tá undraðust menninir og søgdu: „Hvør er tó hesin, síðani bæði vindar og vatn akta Hann?“
Matteus 8:28 Matteus
Táið Hann so var yvirum komin, til land Gadarena, møttu Honum tveir, sum vóru settir av illum andum; teir komu út úr grøvunum og vóru ógvuliga óðir, so eingin slapp fram tann vegin.
Matteus 8:29 Matteus
Teir róptu: „Hvat hava vit við Teg at gera, Tú Sonur Guds! Ert Tú komin higar at pína okkum, áðrenn tíð er?“
Matteus 8:30 Matteus
Langt frá teimum lá stórt svínafylgi og át.
Matteus 8:31 Matteus
Hinir illu andarnir bóðu Hann nú: „Rekur Tú okkum út, so loyv okkum at fara í svínafylgið!“
Matteus 8:32 Matteus
Hann segði við teir: „Farið!“ Tá fóru teir út og fóru í svínini. Og alt fylgið leyp út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum.
Matteus 8:33 Matteus
Men hirðarnir flýddu og fóru inn í býin og søgdu frá øllum – og hvussu gingist hevði við teimum, ið settir høvdu verið av illum andum.
Matteus 8:34 Matteus
Tá fór allur býurin út at møta Jesusi, og táið tey sóu Hann, bóðu tey Hann fara burt av leiðum sínum.
Matteus 9:1 Matteus
Hann fór nú í bátin og fór yvirum og kom til Sín egna bý.
Matteus 9:2 Matteus
Nú komu teir til Hansara við lamnum manni, sum lá í song. Táið Jesus sá trúgv teirra, segði Hann við hin lamna: „Ver hugreystur, sonurin! Syndir tínar eru tær fyrigivnar.“
Matteus 9:3 Matteus
Tá søgdu nakrir av hinum skriftlærdu við sær sjálvum: „Hesin spottar Gud!“
Matteus 9:4 Matteus
Við tað at Jesus nú sá hugsanir teirra, segði Hann: „Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara?
Matteus 9:5 Matteus
Hvat er lættari, at siga: „Syndir tínar eru tær fyrigivnar!“ ella at siga: „Reis teg og gakk!“
Matteus 9:6 Matteus
Men fyri at tit skulu vita, at Menniskjasonurin hevur vald á jørðini at fyrigeva syndir“ – segði Hann við hin lamna: „Reis teg, tak song tína og far til hús!“
Matteus 9:7 Matteus
Tá reistist hann og fór til hús.
Matteus 9:8 Matteus
Táið fólkið sá hetta, óttaðust tey og prísaðu Gudi, sum hevði givið menniskjum slíkt vald.
Matteus 9:9 Matteus
Táið Jesus haðani fór longur, sá Hann mann, ið æt Matteus, sita við tollbúðina. Hann segði við hann: „Fylg Mær!“ Og hann reistist og fylgdi Honum.
Matteus 9:10 Matteus
Táið Hann so sat til borðs heima hjá honum, komu nógvir tollarar og syndarar og sótu til borðs við Jesusi og lærisveinum Hansara.
Matteus 9:11 Matteus
Men táið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við lærisveinar Hansara: „Hví etur meistari tykkara við tollarum og syndarum!“
Matteus 9:12 Matteus
Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við teir: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!
Matteus 9:13 Matteus
Men farið tit avstað og lærið, hvat tað er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur!“ Tí Eg eri ikki komin at kalla rættvís, men syndarar.“
Matteus 9:14 Matteus
Tá komu lærisveinar Jóhannesar til Hansara og søgdu: „Hví fasta vit og Fariseararnir so nógv, og lærisveinar Tínir fasta ikki?“
Matteus 9:15 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Fara brúðmenninir at syrgja, so leingi sum brúðgómurin er hjá teimum! Men dagar skulu koma, táið brúðgómurin verður frá teimum tikin, og tá skulu teir fasta.
Matteus 9:16 Matteus
Eingin setur bót av ótøvdum vaðmali á gamalt plagg; tí bótin skræðir meiri burtur úr plagginum, og holið verður verri.
Matteus 9:17 Matteus
Ei heldur verður nýtt vín latið í gamlar skinnsekkir; annars spreingjast skinnsekkirnir, og vínið fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast; nei, nýtt vín verður latið í nýggjar skinnsekkir; so varðast báðir partar.“
Matteus 9:18 Matteus
Meðan Hann talaði hetta við teir, kom ein fyristøðumaður, fall niður fyri Honum og segði: „Dóttir mín er júst deyð; men kom, legg hond Tína á hana, so verður hon livandi!“
Matteus 9:19 Matteus
Tá reistist Jesus og fór við honum, og lærisveinar Hansara eisini.
Matteus 9:20 Matteus
Nú kom ein kvinna, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, til Hansara aftanífrá og nam við klædnafald Hansara.
Matteus 9:21 Matteus
Tí hon segði við sær sjálvari: „Bert eg nemi við klæði Hansara, verði eg hjálpin.“
Matteus 9:22 Matteus
Tá vendi Jesus Sær á, og táið Hann sá hana, segði Hann: „Ver hugreyst, dóttirin! Trúgv tín hevur frelst teg.“ Og kvinnan varð grødd frá somu stund.
Matteus 9:23 Matteus
Táið Jesus nú kom inn í hús fyristøðumansins og sá floytublásararnar og fólkahópin, ið gjørdi óljóð, segði Hann:
Matteus 9:24 Matteus
„Farið burtur! Gentan er ikki deyð; hon svevur.“ Tá læðu tey at Honum.
Matteus 9:25 Matteus
Men táið fólkahópurin var koyrdur út, fór Hann innar og tók í hond hennara, og gentan reistist.
Matteus 9:26 Matteus
Hetta spurdist allastaðni har um vegir.
Matteus 9:27 Matteus
Táið Jesus fór haðani, fylgdu eftir Honum tveir blindir, ið róptu: „Miskunna okkum, Tú sonur Dávids!“
Matteus 9:28 Matteus
Táið Hann so var komin til hús, komu hinir blindu til Hansara, og Jesus segði við teir: „Trúgva tit, at Eg kann gera hetta?“ Teir svaraðu Honum: „Ja, Harri!“
Matteus 9:29 Matteus
Tá nam Hann við eygu teirra og segði: „Tykkum verði eftir trúgv tykkara!“
Matteus 9:30 Matteus
Og eygu teirra lótust upp. Jesus beyð teimum nú strangliga og segði: „Síggið til, at eingin fær tað at vita!“
Matteus 9:31 Matteus
Men teir fóru avstað og bóru tíðindini um Hann út um alt landið har um vegir.
Matteus 9:32 Matteus
Táið nú hesir fóru, førdu tey til Hansara stumman mann, ið settur var av illum anda.