Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

kongur Davíð

181 versir um "kongur Davíð"

Versir

Síða 4 av 4
Fyrra Kongabók 2:24 Fyrra Kongabók

So satt sum HARRIN livir, Hann, sum hevur givið mær hetta vald og sett meg í hásæti Dávids, faðirs míns, og sum hevur reist mær eitt hús, soleiðis sum Hann lovaði: Adonja skal lata lív, og tað í dag!“

2
Fyrra Kongabók 2:25 Fyrra Kongabók

So sendi Sálomo kongur Benaja, son Jójada, avstað, og hann høgdi hann niður; soleiðis doyði hann.

2
Fyrra Kongabók 2:26 Fyrra Kongabók

Men við Abjatar prest segði kongurin: „Far til Anatot, til garð tín! Tú átti at latið lív, og táið eg ikki drepi teg í dag, so er tað, tí tú hevur borið ørk Harrans HARRANS framman fyri Dávid, faðir mín, og tí tú hevði felagsskap við pápa í øllum, sum hann noyddist at ganga ígjøgnum.“

2
Fyrra Kongabók 2:27 Fyrra Kongabók

So rak Sálomo Abjatar burt og læt hann ikki sleppa at vera prest HARRANS longur – fyri at orð HARRANS skuldi ganga út, tað, sum Hann hevði talað móti húsi Eli í Silo.

2
Fyrra Kongabók 2:28 Fyrra Kongabók

Táið Jóab fekk hetta at frætta, flýddi hann til tjald HARRANS og treiv um altarhornini; Jóab hevði jú verið í parti við Adonja, tóat hann ikki hevði verið í parti við Absalom.

2
Fyrra Kongabók 2:29 Fyrra Kongabók

Sálomo fekk nú boð um, at Jóab var flýddur til tjald HARRANS og stóð við altarið. Tá sendi Sálomo Benaja, son Jójada, avstað og segði: „Far og høgg hann niður!“

2
Fyrra Kongabók 2:30 Fyrra Kongabók

Táið Benaja kom til tjald HARRANS, segði hann við hann: „Kongurin sigur: „Far út hiðani!““ Men hann svaraði: „Nei, eg vil doyggja her!“ Benaja bar so konginum boð aftur og segði, hvat Jóab hevði sagt og svarað honum.

2
Fyrra Kongabók 2:31 Fyrra Kongabók

Kongurin segði við hann: „Ger, sum hann sigur – høgg hann niður og jarða hann, og reinsa soleiðis av mær og húsi faðirs míns tað sakleysa blóð, ið Jóab hevur úthelt!

2
Fyrra Kongabók 2:32 Fyrra Kongabók

HARRIN skal lata blóð hansara koma aftur yvir hansara* egna høvd, hann, sum høgdi niður tveir menn, ið vóru rættvísari og betri enn hann, drap teir við svørði, uttan at Dávid, faðir mín, visti av, Abner, son Ner, herhøvdinga Ísraels, og Amasa, son Jeter, herhøvdinga Juda.

2
Fyrra Kongabók 2:33 Fyrra Kongabók

Blóð teirra skal koma aftur yvir høvd Jóabs og eftirkomara hansara til ævigar tíðir; men Dávidi og eftirkomarum hansara, húsi og hásæti hansara, skal HARRIN geva frið til ævigar tíðir.“

2
Fyrra Kongabók 2:34 Fyrra Kongabók

Benaja, sonur Jójada, fór so og høgdi hann niður og drap hann, og hann varð jarðaður við hús sítt í oyðimørkini.

2
Fyrra Kongabók 2:35 Fyrra Kongabók

Kongurin setti Benaja, son Jójada, yvir herin í stað hansara, og Zadok prest setti kongurin í stað Abjatars.

2
Fyrra Kongabók 2:36 Fyrra Kongabók

Nú sendi kongurin boð eftir Sime’i og segði við hann: „Bygg tær hús í Jerusalem og búgv har – far ikki hiðani, hvørki eina leið ella aðra!

2
Fyrra Kongabók 2:37 Fyrra Kongabók

Tað skalt tú vita fyri vist, at tann dag, ið tú fert hiðani og fert um Kidronsløk, skalt tú doyggja – blóð títt skal koma yvir títt egna høvd!“

2
Fyrra Kongabók 2:38 Fyrra Kongabók

Sime’i svaraði konginum: „Rætt er tað, ið tú sigur; sum harri mín kongurin hevur sagt, so skal tænari tín gera.“ So búði Sime’i í Jerusalem langa tíð.

2
Fyrra Kongabók 2:39 Fyrra Kongabók

Men táið trý ár vóru gingin, flýddu tveir tænarar Sime’i til kongin í Gat, Akis, son Ma’aka; boð vórðu tá borin Sime’i: „Tænarar tínir eru í Gat.“

2
Fyrra Kongabók 2:40 Fyrra Kongabók

Tá gjørdi Sime’i seg til, setti seg á esil sítt og fór til Akis í Gat at leita eftir tænarum sínum; Sime’i fór hagar og hevði tænarar sínar við sær heimaftur úr Gat.

2
Fyrra Kongabók 2:41 Fyrra Kongabók

Men Sálomo fekk at vita, at Sime’i var farin úr Jerusalem til Gat og var afturkomin.

2
Fyrra Kongabók 2:42 Fyrra Kongabók

Tá sendi kongurin boð eftir Sime’i og segði við hann: „Tók eg teg ikki í eið um HARRAN og segði í álvara við teg: „Tað skalt tú vita fyri vist, at tann dag, tú fert hiðani og fert eina leið ella aðra, skalt tú doyggja!“ Og svaraði tú mær ikki: „Rætt er tað, ið tú sigur; eg havi hoyrt tað!“

2
Fyrra Kongabók 2:43 Fyrra Kongabók

Hví hevur tú ikki hildið eiðin, ið tú hevur svorið um HARRAN, og boðið, ið eg gav tær?“

2
Fyrra Kongabók 2:44 Fyrra Kongabók

Framvegis segði kongurin við Sime’i: „Tú kennir sjálvur alt tað illa, ið hjarta títt er vitandi um – tað, ið tú gjørdi Dávidi, faðir mínum; nú letur HARRIN óndskap tín koma aftur yvir títt egna høvd!

2
Fyrra Kongabók 2:45 Fyrra Kongabók

Men Sálomo kongur skal vera signaður, og hásæti Dávids skal í allar ævir standa fast fyri ásjón HARRANS.“

2
Fyrra Kongabók 2:46 Fyrra Kongabók

Síðani steig Benaja, sonur Jójada, eftir boði kongsins fram og høgdi hann niður; soleiðis doyði hann. Og kongadømið var trygt og fast í hond Sálomos.

2
Sálmarnir 18:46 Sálmarnir

fremmand følna burtur og fara skelvandi út úr borgum sínum.

2
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.

2
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

2
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir

Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.

2
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

2
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir

Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

2
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir

Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

2
Jóhannes 14:26 Jóhannes

men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.

2