kongur Davíð

181 versir um "kongur Davíð"

Versir

Síða 3 av 4
Seinna Sámuelsbók 12:5 Seinna Sámuelsbók

Tá varð Dávid so spinnandi illur inn á henda mann, og hann segði við Natan: „So satt sum HARRIN livir – tann maður, ið hetta gjørdi, hann skal lata lív!

2
Seinna Sámuelsbók 12:6 Seinna Sámuelsbók

Og lambið skal hann bøta fýrfalt aftur, tí hann bar seg so at og vísti ikki miskunn.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:7 Seinna Sámuelsbók

Men Natan segði við Dávid: „Tú ert maðurin! – So sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg salvaði teg til kong yvir Ísrael, og Eg bjargaði tær av hondum Sauls;

2
Seinna Sámuelsbók 12:8 Seinna Sámuelsbók

Eg gav tær hús harra tíns og legði konur harra tíns í favn tín; Eg gav tær hús Ísraels og hús Juda – og var hetta ov lítið, so skuldi Eg givið tær meiri aftrat, bæði eitt og annað.

2
Seinna Sámuelsbók 12:9 Seinna Sámuelsbók

Hví hevur tú tá vanvirt orð HARRANS og gjørt tað, sum ónt er í eygum Hansara? Uria Hetit hevur tú dripið við svørði; konu hansara hevur tú tikið tær sjálvum til konu, og hann hevur tú dripið við svørði Ammonita.

2
Seinna Sámuelsbók 12:10 Seinna Sámuelsbók

Tí skal nú svørðið aldri víkja frá húsi tínum – aftur fyri at tú hevur vanvirt Meg og tikið konu Uria Hetit til konu tína!

2
Seinna Sámuelsbók 12:11 Seinna Sámuelsbók

So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma á teg úr tínum egna húsi; fyri eygum tínum skal Eg taka konur tínar og geva øðrum manni tær, og hann skal liggja hjá konum tínum mitt á ljósum degi.

2
Seinna Sámuelsbók 12:12 Seinna Sámuelsbók

Tí tú gjørdi hetta í loynd, men Eg skal gera hetta fyri eygum als Ísraels og mitt á ljósum degi.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:13 Seinna Sámuelsbók

Tá segði Dávid við Natan: „Eg havi syndað móti HARRANUM!“ Natan segði við Dávid: „So hevur HARRIN eisini tikið synd tína burtur – tú skalt ikki doyggja.

2
Seinna Sámuelsbók 12:14 Seinna Sámuelsbók

Men aftur fyri at tú við at bera teg so at hevur gjørt, at fíggindar HARRANS fáa spottað, so skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:15 Seinna Sámuelsbók

Síðani fór Natan aftur til hús. Og HARRIN sló barnið, ið Dávid hevði fingið við konu Uria – tað varð ógvuliga sjúkt.

2
Seinna Sámuelsbók 12:16 Seinna Sámuelsbók

Tá søkti Dávid Gud fyri barnið; Dávid fastaði, og táið hann kom heim, lá hann á gólvinum alla náttina.

2
Seinna Sámuelsbók 12:17 Seinna Sámuelsbók

Teir elstu í húsi hansara komu nú og vildu hava hann at reisa seg upp av gólvinum; men hann vildi ikki, og hann helt ikki máltíð saman við teimum.

2
Seinna Sámuelsbók 12:18 Seinna Sámuelsbók

Sjeynda dagin doyði barnið; men tænarar Dávids tordu ikki at siga honum, at barnið var deytt, tí teir hugsaðu: „Meðan barnið livdi, talaðu vit við hann, og hann lurtaði ikki eftir okkum; hvussu kunnu vit tá nú siga honum, at barnið er deytt! Hann kann gera eina vanlukku!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:19 Seinna Sámuelsbók

Táið Dávid sá, at tænarar hansara teskaðu sínámillum, skilti hann, at barnið var deytt; og hann segði við tænarar sínar: „Er barnið deytt?“ Teir svaraðu: „Ja, hann er deyður!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:20 Seinna Sámuelsbók

Tá reistist Dávid upp av gólvinum, vaskaði sær, salvaði seg, skifti klæði og fór inn í hús HARRANS og tilbað. So fór hann heimaftur og bað lata seg fáa at eta; teir settu tá mat fyri hann, og hann át.

2
Seinna Sámuelsbók 12:21 Seinna Sámuelsbók

Tá søgdu tænarar hansara við hann: „Hvussu er tað, tú bert teg at! Meðan barnið livdi, fastaði tú og grætst um hann; men nú barnið er deytt, nú reisist tú upp og etur!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:22 Seinna Sámuelsbók

Hann svaraði: „So leingi sum barnið livdi, fastaði eg og græt; tí eg hugsaði: „Hvør veit! Kanska HARRIN vísir mær náði, so barnið fer at liva!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:23 Seinna Sámuelsbók

Men nú hann er deyður, hví skal eg nú fasta! Kann eg fáa hann aftur! Eg fari til hansara, men hann kemur ikki aftur til mín!“

2
Seinna Sámuelsbók 12:24 Seinna Sámuelsbók

So troystaði Dávid Batsebu, konu sína; og hann fór inn til hennara og lá hjá henni; og hon átti son, sum hann gav navnið Sálomo; hann elskaði HARRIN;

2
Seinna Sámuelsbók 12:25 Seinna Sámuelsbók

og Hann sendi boð við Natan profeti, sum fyri HARRANS skuld gav honum navnið Jedidja.

2
Seinna Sámuelsbók 12:26 Seinna Sámuelsbók

Jóab gjørdi álop á Rabba í Ammon og tók kongastaðin.

2
Seinna Sámuelsbók 12:27 Seinna Sámuelsbók

Tá sendi Jóab Dávidi boð og læt siga: „Eg havi gjørt álop á Rabba og tikið vatnbýin.

2
Seinna Sámuelsbók 12:28 Seinna Sámuelsbók

Savna nú tú tað, ið eftir er av fólkinum, saman, so tú kanst kringseta býin og taka hann! Tað má ikki vera eg, ið taki býin, so eg fái orð fyri tað.“

2
Seinna Sámuelsbók 12:29 Seinna Sámuelsbók

Dávid savnaði tá alt fólkið og fór til Rabba; og hann herjaði á hann og tók hann.

2
Seinna Sámuelsbók 12:30 Seinna Sámuelsbók

Hann tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli og vigaði eina talent, og dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur ógvuligan fong, sum hann hevði tikið í býnum.

2
Seinna Sámuelsbók 12:31 Seinna Sámuelsbók

Fólkið, ið búði har, flutti hann burtur og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og jarnøksirnar og læt tað træla við tigulovnarnar. So gjørdi hann við allar býir Ammonita. Síðani fór Dávid og allur herurin aftur til Jerusalem.

2
Fyrra Kongabók 2:1 Fyrra Kongabók

Táið nú leið móti tíðini, táið Dávid skuldi doyggja, gav hann syni sínum Sálomo hesi boð:

2
Fyrra Kongabók 2:2 Fyrra Kongabók

„Eg fari nú tann veg, ið alt hold fer; men ver tú sterkur og lat síggjast, at tú ert maður!

2
Fyrra Kongabók 2:3 Fyrra Kongabók

Og akta eftir tí, sum HARRIN Gud tín vil hava teg at akta eftir, so tú gongur leiðir Hansara og heldur fyriskipanir, boð, lógir og vitnisburðir Hansara, soleiðis sum skrivað er í Móselóg! Tá verður tú vísur maður í øllum, sum tú gert, og hvar ið tú so vendir tær,

2
Fyrra Kongabók 2:4 Fyrra Kongabók

og tá skal HARRIN uppfylla orð Sítt, tað, sum Hann talaði um meg, táið Hann segði: „So satt sum synir tínir akta væl eftir leið síni, so teir liva í trúskapi fyri ásjón Míni, av øllum hjarta sínum og allari sál síni, so skal“ – segði Hann – „aldri saknast ein av eftirkomarum tínum í hásæti Ísraels.“

2
Fyrra Kongabók 2:5 Fyrra Kongabók

Tú veitst eisini, hvat Jóab, sonur Zeruju, hevur volt mær, hvat hann gjørdi við báðar herhøvdingar Ísraels, Abner, son Ner, og Amasa, son Jeter, hvussu hann drap teir og soleiðis í friðartíð úthelti blóð, eins og kríggj hevði verið, og læt blóð koma á beltið, ið hann hevði um lendarnar, og á skógvarnar, ið hann hevði á fótunum, eins og kríggj hevði verið.

2
Fyrra Kongabók 2:6 Fyrra Kongabók

Ger tí eftir vísdómi tínum og lat ikki gráu hár hansara fara í friði niður í deyðaríkið!

2
Fyrra Kongabók 2:7 Fyrra Kongabók

Men synir Barzillai Gileadit skalt tú gera væl við, og teir skulu vera millum teirra, sum eta við borð títt; tí á tann hátt komu teir ímóti mær, táið eg flýddi undan Absalom, bróður tínum.

2
Fyrra Kongabók 2:8 Fyrra Kongabók

So hevur tú eisini hjá tær Sime’i Benjaminit úr Bahurim, son Gera; tað var hann, ið bannaði mær við øgiligari illbøn, tann dag eg fór til Mahanajim; men seinni kom hann ímóti mær at Jordan, og eg lovaði honum við eiði um HARRAN: „Eg skal ikki lata teg doyggja fyri svørði.“

2
Fyrra Kongabók 2:9 Fyrra Kongabók

Men lat hann nú ikki verða óstraffaðan! Tú ert vísur maður og fert óivað at síggja, hvat tú skalt gera við hann, so tú letur gráu hár hansara fara í blóði niður í deyðaríkið.“

2
Fyrra Kongabók 2:10 Fyrra Kongabók

So legðist Dávid til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði.

2
Fyrra Kongabók 2:11 Fyrra Kongabók

Tíðin, ið Dávid var kongur yvir Ísrael, var 40 ár; í Hebron var hann kongur 7 ár og í Jerusalem 33 ár.

2
Fyrra Kongabók 2:12 Fyrra Kongabók

Og Sálomo sat í hásæti faðirs síns, Dávids, og kongadømi hansara varð ógvuliga sterkt.

2
Fyrra Kongabók 2:13 Fyrra Kongabók

Men Adonja, sonur Haggit, kom inn til Batsebu, móður Sálomo. Hon spurdi: „Er tað av góðum, ið tú kemur?“ Hann svaraði: „Ja!“

2
Fyrra Kongabók 2:14 Fyrra Kongabók

Síðani segði hann: „Eg havi nakað at tosa við teg um.“ Hon svaraði: „Tala!“

2
Fyrra Kongabók 2:15 Fyrra Kongabók

Hann segði nú: „Tú veitst, at ríkið var mítt, og at alt Ísrael hevði eyguni vend á meg og væntaði, at eg skuldi verða kongur; men kongadømið fór frá mær yvir til bróður – tað var HARRIN, ið gav honum tað.

2
Fyrra Kongabók 2:16 Fyrra Kongabók

Nú biði eg teg eina bøn; tú mást ikki sýta mær hana!“ Hon svaraði: „Sig hana!“

2
Fyrra Kongabók 2:17 Fyrra Kongabók

Tá segði hann: „Bið Sálomo kong – tær sýtir hann tað ikki – bið hann geva mær Abisag úr Sunem til konu!“

2
Fyrra Kongabók 2:18 Fyrra Kongabók

Batseba svaraði: „Gott – eg skal tosa við kong fyri teg!“

2
Fyrra Kongabók 2:19 Fyrra Kongabók

Batseba fór nú inn til Sálomo kong at tosa við hann fyri Adonja. Tá reistist kongurin, fór ímóti henni og boygdi seg djúpt fyri henni. Síðani setti hann seg í hásæti sítt; hásæti varð eisini sett móður kongin, og hon setti seg undir høgru lið hansara.

2
Fyrra Kongabók 2:20 Fyrra Kongabók

Síðani segði hon: „Tað er bert eina lítla bøn, eg ætli at biðja teg; tú mást ikki sýta mær hana!“ Kongurin svaraði: „Ber fram bøn tína, mamma! Eg skal ikki sýta tær hana.“

2
Fyrra Kongabók 2:21 Fyrra Kongabók

Tá segði hon: „Lat bróður tín Adonja fáa Abisag úr Sunem til konu!“

2
Fyrra Kongabók 2:22 Fyrra Kongabók

Men Sálomo kongur svaraði móður síni: „Hví biður tú um Abisag úr Sunem fyri Adonja? – Tú kanst jú líka væl biðja um ríkið fyri hann – hann er jú bróðir mín og eldri enn eg – ja, bæði fyri hann og fyri Abjatar prest og Jóab, son Zeruju!“

2
Fyrra Kongabók 2:23 Fyrra Kongabók

Og Sálomo kongur svór um HARRAN og segði: „Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um ikki Adonja skal bøta við lívinum fyri hetta orð!

2