kongur Davíð
181 versir um "kongur Davíð"
Versir
Síða 2 av 4Fyrra Kongabók 1:50 Fyrra Kongabók
Men Adonja ræddist Sálomo; hann reistist, leyp avstað og treiv um altarhornini.
Fyrra Kongabók 1:51 Fyrra Kongabók
Hetta varð sagt Sálomo: „Adonja ræðist Sálomo kong; hann heldur um altarhornini og sigur: „Sálomo kongur má við eiði lova mær – og tað í dag – at hann skal ikki lata tænara sín drepa við svørði!““
Fyrra Kongabók 1:52 Fyrra Kongabók
Tá segði Sálomo: „Vil hann bera seg at sum rættiligur maður, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar; men verður rakt við nakað ilt hjá honum, skal hann doyggja!“
Fyrra Kongabók 1:53 Fyrra Kongabók
So sendi Sálomo kongur menn avstað; teir tóku hann frá altarinum, og hann kom og kastaði seg niður fyri Sálomo kongi. Tá segði Sálomo við hann: „Far heim til tín sjálvs!“
Ápostlasøgan 13:22 Ápostlasøgan
Táið Hann so hevði sett hann av, reisti Hann teimum Dávid upp til kong. Honum gav Hann eisini henda vitnisburð: „Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín.“
Sálmarnir 27:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast!
Sálmarnir 27:2 Sálmarnir
Táið illgerðarmenn koma ímóti mær og ætla at gloypa mær, snáva og falla teir sjálvir, mótstøðumenn og fíggindar mínir.
Sálmarnir 27:3 Sálmarnir
Um so herur tekur støðu móti mær, óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggur.
Sálmarnir 27:4 Sálmarnir
– Um eitt havi eg biðið HARRAN, tí trái eg eftir: At eg skal sleppa at búgva í húsi HARRANS allar dagar mínar, til at skoða, hvussu lívsælur HARRIN er, og grunda í templi Hansara.
Sálmarnir 27:5 Sálmarnir
Tí Hann goymir meg í húsi Sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi Sínum; upp á klett leiðir Hann meg.
Sálmarnir 27:6 Sálmarnir
Og nú skal høvur mítt lyfta seg upp yvir fíggindar mínar rundan um meg, eg skal við fagnaði bera fram offur í tjaldi Hansara; við songi og spæli skal eg prísa HARRANUM.
Sálmarnir 27:7 Sálmarnir
Hoyr, HARRI, eg rópi hart, ver mær náðigur og svara mær!
Sálmarnir 27:8 Sálmarnir
Hjarta mítt minnir Teg á orð Títt: „Søkið ásjón Mína!“ – HARRI, eg søki ásjón Tína!
Sálmarnir 27:9 Sálmarnir
Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, vís ikki í vreiði tænara Tínum burtur! Tú ert hjálp mín; koyr meg ikki burtur og far ikki frá mær, Gud frelsu mínar!
Sálmarnir 27:10 Sálmarnir
Tí faðir og móðir fóru frá mær – men HARRIN tekur meg til Sín.
Sálmarnir 27:11 Sálmarnir
Lær meg veg Tín, HARRI, leið meg eftir hini sløttu gøtu, fyri teirra skuld, ið lúra eftir mær!
Sálmarnir 27:12 Sálmarnir
Gev meg ikki glúpskum óvinum í hendur! Tí følsk vitni reisa seg móti mær, og menn, ið froysa av yvirgangi.
Sálmarnir 27:13 Sálmarnir
Á, hevði eg ikki trúð, at eg skal síggja góðsku HARRANS í landi teirra, sum liva!
Sálmarnir 27:14 Sálmarnir
– Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Seinna Sámuelsbók 7:4 Seinna Sámuelsbók
Men somu nátt kom orð HARRANS til Natan; Hann segði:
Seinna Sámuelsbók 7:5 Seinna Sámuelsbók
„Far og sig við tænara Mín Dávid: „So sigur HARRIN: Skuldi tú bygt Mær hús at búgva í!
Seinna Sámuelsbók 7:6 Seinna Sámuelsbók
Eg havi jú ikki búð í húsi, líka frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn út av Egyptalandi og til henda dag, nei, Eg havi ferðast um í tjaldi, í tabernakli.
Seinna Sámuelsbók 7:7 Seinna Sámuelsbók
Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: „Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði?““
Seinna Sámuelsbók 7:8 Seinna Sámuelsbók
Tú skalt tí siga við tænara Mín Dávid: „So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, at vera høvdinga yvir fólki Mínum Ísrael.
Seinna Sámuelsbók 7:9 Seinna Sámuelsbók
Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava.
Seinna Sámuelsbók 7:10 Seinna Sámuelsbók
Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og órættvís menniskju plága tað ikki longur sum áður –
Seinna Sámuelsbók 7:11 Seinna Sámuelsbók
líka frá tí degi Eg setti dómarar yvir fólk Mítt Ísrael – og Eg havi latið teg fingið frið fyri øllum fíggindum tínum. Og nú letur HARRIN teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús.
Seinna Sámuelsbók 7:12 Seinna Sámuelsbók
Táið dagatal títt er fult, og tú hvílir hjá fedrum tínum, skal Eg eftir teg reisa upp son tín, sum skal ganga út frá tær, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara.
Seinna Sámuelsbók 7:13 Seinna Sámuelsbók
Hann skal byggja navni Mínum hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta kongadømi hansara.
Seinna Sámuelsbók 7:14 Seinna Sámuelsbók
Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur. Táið hann ger tað, ið ilt er, skal Eg tykta hann við menniskjakoyrli og við plágum, sum vanliga heimsøkja menniskjabørnini;
Seinna Sámuelsbók 7:15 Seinna Sámuelsbók
men náði Mín skal ikki víkja frá honum – soleiðis sum Eg læt hana víkja frá Saul, honum, ið Eg læt víkja fyri tær.
Seinna Sámuelsbók 7:16 Seinna Sámuelsbók
Í allar ævir skal hús og kongadømi títt standa fast fyri ásjón Míni; til ævigar tíðir skal hásæti títt vera grundfest.““
Seinna Sámuelsbók 7:17 Seinna Sámuelsbók
– Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón.
Seinna Sámuelsbók 7:18 Seinna Sámuelsbók
Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi harinni fyri ásjón HARRANS; og hann segði: „Hvør eri eg, Harri HARRI, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta!
Seinna Sámuelsbók 7:19 Seinna Sámuelsbók
Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Harri HARRI, so at Tú eisini talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Og um hetta hevur Tú talað, sum menniskju eru von, Harri HARRI!
Seinna Sámuelsbók 7:20 Seinna Sámuelsbók
Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg! Tú kennir jú tænara Tín, Harri HARRI!
Seinna Sámuelsbók 7:21 Seinna Sámuelsbók
Fyri orðs Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt tænara Tínum tað.
Seinna Sámuelsbók 7:22 Seinna Sámuelsbók
Tú ert tí stórur, HARRI Gud! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú – eftir øllum tí, ið vit hava hoyrt við oyrum okkara.
Seinna Sámuelsbók 7:23 Seinna Sámuelsbók
Hvar á jørðini finst eitt fólk sum Títt fólk – sum Ísrael – eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk – til at gera Sær eitt navn og avrika hetta stóra fyri tykkum og øgilig verk fyri land Títt, fyri fólks Tíns skuld, sum Tú fríaði út av Egyptalandi, frá fólkunum og gudum teirra!
Seinna Sámuelsbók 7:24 Seinna Sámuelsbók
Tú virkaði Tær fólk Títt Ísrael til at vera fólk Títt til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra!
Seinna Sámuelsbók 7:25 Seinna Sámuelsbók
Uppfyll tí nú, HARRI Gud, til ævigar tíðir orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara – ger, sum Tú hevur sagt!
Seinna Sámuelsbók 7:26 Seinna Sámuelsbók
So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: „HARRIN Gud herskaranna er Gud yvir Ísrael!“ Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni.
Seinna Sámuelsbók 7:27 Seinna Sámuelsbók
Tí Tú, HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, Tú hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja mær hús – tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja hesa bøn til Tín!
Seinna Sámuelsbók 7:28 Seinna Sámuelsbók
Og nú, Harri HARRI, Tú ert Gud, og orð Tíni skulu roynast sonn, Tú, sum hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða!
Seinna Sámuelsbók 7:29 Seinna Sámuelsbók
Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí Tú, Harri HARRI, hevur talað, og signing Tín, hon skal gera, at hús tænara Tíns verður signað í allar ævir!“
Seinna Sámuelsbók 12:1 Seinna Sámuelsbók
HARRIN sendi Natan til Dávid. Táið hann kom inn til hansara, segði hann við hann: „Tveir menn vóru í einum býi; annar var ríkur, og hin fátækur.
Seinna Sámuelsbók 12:2 Seinna Sámuelsbók
Hin ríki hevði mongd av smáfæi og neytum;
Seinna Sámuelsbók 12:3 Seinna Sámuelsbók
men hin fátæki átti einki uttan eitt lítið lamb, sum hann hevði keypt og føtt inni; tað vaks upp hjá honum saman við børnum hansara; tað át av breyði hansara, drakk úr bikari hansara, lá í fangi hansara – og var honum sum dóttir.
Seinna Sámuelsbók 12:4 Seinna Sámuelsbók
Men táið hin ríki maðurin einaferð fekk gest, tykti honum ov mikið fyri at taka av smáfæi ella neytum sínum at seta fyri ferðamannin, ið komin var til hansara; nei, hann tók lamb hins fátæka mans og borðreiddi við tí fyri gestinum, ið hann hevði fingið.“