Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

ilmandi olja / parfuma

171 versir um "ilmandi olja / parfuma"

Versir

Síða 4 av 4
Jóhannes 11:37 Jóhannes

Men summir av teimum søgdu: „Kundi Hann, sum læt upp eygu hins blinda, ikki eisini havt gjørt, at hesin ikki var deyður!“

2
Jóhannes 11:38 Jóhannes

Tá suffaði Jesus aftur við Sær sjálvum og fór til grøvina. Hon var helli, og steinur lá fyri tí.

2
Jóhannes 11:39 Jóhannes

Jesus segði: „Takið burt steinin!“ Marta, systir hin deyða, segði við Hann: „Harri, hann dampar longu, tí hann hevur ligið fýra dagar!“

2
Jóhannes 11:40 Jóhannes

Jesus svaraði henni: „Segði Eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds!“

2
Jóhannes 11:41 Jóhannes

Teir tóku tá steinin burtur. Og Jesus lyfti upp eygu Síni og segði: „Faðir, Eg takki Tær, at Tú hevur hoyrt Meg!

2
Jóhannes 11:42 Jóhannes

Eg visti jú, at Tú hoyrir Meg altíð; men fyri fólksins skuld, sum hjá stendur, segði Eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at Tú hevur sent Meg.“

2
Jóhannes 11:43 Jóhannes

Táið Hann hetta hevði sagt, rópti Hann hart: „Lazarus, kom út!“

2
Jóhannes 11:44 Jóhannes

Tá kom hin deyði út, bundin við líkverju um føtur og hendur; og turriklæði var bundið um andlit hansara. Jesus segði við teir: „Loysið hann og latið hann fara!“

2
Jóhannes 11:45 Jóhannes

Nógvir av Jødunum, ið komnir vóru til Mariu og høvdu sæð tað, sum Hann gjørdi, komu nú til trúgv á Hann.

2
Jóhannes 11:46 Jóhannes

Men nakrir av teimum fóru avstað til Fariseararnar og søgdu teimum tað, sum Jesus hevði gjørt.

2
Jóhannes 11:47 Jóhannes

Tá kallaðu høvuðsprestarnir og Fariseararnir ráðið saman til fund og søgdu: „Hvat skulu vit gera? Hesin maður ger mong tekin.

2
Jóhannes 11:48 Jóhannes

Lata vit Hann halda so á, fara øll at trúgva á Hann, og Rómverjar fara at koma og taka bæði land og fólk okkara.“

2
Jóhannes 11:49 Jóhannes

Men ein teirra – Kaifas, sum var høvuðsprestur tað árið – segði við teir:

2
Jóhannes 11:50 Jóhannes

„Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar.“

2
Jóhannes 11:51 Jóhannes

– Hetta segði hann ikki av sær sjálvum; nei, við tað at hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólkið –

2
Jóhannes 11:52 Jóhannes

og ikki bert fyri ta tjóðina, men fyri at Hann eisini skuldi savna sundurspjaddu børn Guds saman til eitt.

2
Jóhannes 11:53 Jóhannes

Frá tí degi løgdu teir upp ráð um at drepa Hann.

2
Jóhannes 11:54 Jóhannes

Tí ferðaðist Jesus ikki longur opinlýst um millum Jødarnar; nei, Hann fór haðani út til landið nær oyðimørkini, til ein bý, sum æt Efra’im; har dvaldi Hann við lærisveinum Sínum.

2
Jóhannes 11:55 Jóhannes

Nú leið til páskir Jødanna, og mong av bygd fóru fyri páskir niðan til Jerusalem at reinsa seg.

2
Jóhannes 11:56 Jóhannes

Tey leitaðu tá eftir Jesusi og søgdu hvørt við annað, sum tey stóðu í templinum: „Hvat halda tit? Man Hann ikki fara at koma til høgtíðina?“

2
Jóhannes 11:57 Jóhannes

Men høvuðsprestarnir og Fariseararnir høvdu givið boð um, at tann, ið fekk at vita, hvar Hann var, skuldi siga frá, so teir kundu taka Hann.

2