hin sum er uttan synd
306 versir um "hin sum er uttan synd"
Versir
Síða 5 av 7Rómverjabrævið 1:18 Rómverjabrævið
Tí vreiði Guds verður opinberað av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órættvísi kúga sannleikan.
Rómverjabrævið 1:19 Rómverjabrævið
Tað, sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert.
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Rómverjabrævið 1:21 Rómverjabrævið
Tí hóast tey kendu Gud, ærdu tey Hann ikki sum Gud og takkaðu Honum ikki, men vórðu fáfongd í hugsanum sínum, og í dárahjarta teirra gjørdist myrkt.
Rómverjabrævið 1:22 Rómverjabrævið
Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar
Rómverjabrævið 1:23 Rómverjabrævið
og skiftu dýrd hins ódeyðiliga Guds um við mynd, ið líktist deyðiligum menniskja og fuglum, fýrføttum dýrum og skriðdýrum.
Rómverjabrævið 1:24 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey eisini upp í hjartans lystir teirra til óreinsku, til at vanæra likam síni hvørt við øðrum.
Rómverjabrævið 1:25 Rómverjabrævið
Tey høvdu jú skift sannleika Guds um við lygn og ærdu og dýrkaðu skapningin fram um skaparan, Hann, sum hálovaður er í allar ævir. Amen.
Rómverjabrævið 1:26 Rómverjabrævið
Tí gav Gud tey upp til vanærandi lystir: Kvinnur teirra skiftu hin náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni;
Rómverjabrævið 1:27 Rómverjabrævið
og somuleiðis hildu eisini menninir uppat við hinum náttúrliga umganginum við kvinnuna og brendu í lysti sínum hvør eftir øðrum, so at menn drivu skemdarverk við monnum – og fingu á sær sjálvum lønina fyri villu sína – sum rætt var.
Rómverjabrævið 1:28 Rómverjabrævið
Og sum tey hildu tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud, so gav eisini Gud tey upp til sinni, ið einki er vert, til at gera tað, sum ósømiligt er
Rómverjabrævið 1:29 Rómverjabrævið
– fylt upp av alskyns órættvísi, ilsku, havisjúku, óndskapi; tey eru full av øvund, morði, klandri, sviki, rangvørgum sinni;
Rómverjabrævið 1:30 Rómverjabrævið
tey eru oyrnatutl, baktalarar, gudhatarar, yvirgangskroppar, hugmóðig, geiparar, duga væl at finna upp ilt, foreldrum ólýðin,
Rómverjabrævið 1:31 Rómverjabrævið
skilaleys, trúleys, kærleiksleys, miskunnarleys.
Rómverjabrævið 1:32 Rómverjabrævið
Og tóat tey kenna rættvísa dóm Guds, at tey, sum slíkt gera, eru deyðasek, gera tey tað kortini ikki bert, men halda eisini við teimum, sum gera tað.
Rómverjabrævið 2:1 Rómverjabrævið
Tú, menniskja – hvør tú so ert, sum dømir – hevur tí onga avsakan; í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan; tí tú, sum dømir, gert tað sama!
Fyrra Korintbrævið 6:9 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at hini órættvísu skulu ikki arva ríki Guds? Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúruni, ella tey, sum gera hesa synd,
Fyrra Korintbrævið 6:10 Fyrra Korintbrævið
hvørki tjóvar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn skulu arva ríki Guds!
Fyrra Korintbrævið 6:11 Fyrra Korintbrævið
Slík vóru summi av tykkum. Men tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.
Fyrra Korintbrævið 15:1 Fyrra Korintbrævið
Eg seti fram fyri tykkum, brøður, evangeliið, sum eg kunngjørdi tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa í,
Fyrra Korintbrævið 15:2 Fyrra Korintbrævið
sum tit eisini verða frelstir við – so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í – annars trúðu tit til einkis!
Fyrra Korintbrævið 15:3 Fyrra Korintbrævið
Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum,
Fyrra Korintbrævið 15:4 Fyrra Korintbrævið
at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum,
Fyrra Korintbrævið 15:5 Fyrra Korintbrævið
og at Hann varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv;
Fyrra Korintbrævið 15:6 Fyrra Korintbrævið
síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum í senn – av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir;
Fyrra Korintbrævið 15:7 Fyrra Korintbrævið
síðani varð Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum.
Fyrra Korintbrævið 15:8 Fyrra Korintbrævið
Og síðst av øllum varð Hann sæddur av mær við – hinum ófullborna fostri at kalla;
Fyrra Korintbrævið 15:9 Fyrra Korintbrævið
tí eg standi aftastur av ápostlunum og eri ikki verdur at kallast ápostul, við tað at eg havi ligið eftir samkomu Guds.
Fyrra Korintbrævið 15:10 Fyrra Korintbrævið
Men av náði Guds eri eg tað, sum eg eri, og náði Hansara móti mær hevur ikki verið til einkis; nei, eg havi arbeitt meir enn teir allir – tó ikki eg, men náði Guds, sum við mær er.
Fyrra Korintbrævið 15:11 Fyrra Korintbrævið
Annaðhvørt tað tá eri eg, ella tað eru hinir – soleiðis prædika vit, og soleiðis komu tit til trúgv.
Fyrra Korintbrævið 15:12 Fyrra Korintbrævið
Verður nú prædikað um Kristus, at Hann er risin upp frá hinum deyðu, hvussu kunnu tá nakrir tykkara millum siga, at eingin uppreisn er av deyðum!
Fyrra Korintbrævið 15:13 Fyrra Korintbrævið
Er eingin uppreisn av deyðum, so er heldur ikki Kristus risin upp.
Fyrra Korintbrævið 15:14 Fyrra Korintbrævið
Og er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við!
Fyrra Korintbrævið 15:15 Fyrra Korintbrævið
Vit koma tá eisini at standa sum lygivitni um Gud, við tað at vit hava vitnað móti Gudi, at Hann reisti upp Kristus – sum Hann ikki hevur reist upp, um so er, at deyð nú ikki rísa upp.
Fyrra Korintbrævið 15:16 Fyrra Korintbrævið
Rísa deyð ikki upp, so er heldur ikki Kristus risin upp.
Fyrra Korintbrævið 15:17 Fyrra Korintbrævið
Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn;
Fyrra Korintbrævið 15:18 Fyrra Korintbrævið
so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi!
Fyrra Korintbrævið 15:19 Fyrra Korintbrævið
Er tað bert í hesum lívi, vit hava sett vón okkara til Kristus, so er meiri grund at tykjast synd í okkum enn í nøkrum øðrum menniskjum!
Fyrra Korintbrævið 15:20 Fyrra Korintbrævið
Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu – sum frumgróður teirra, ið sovnað eru.
Fyrra Korintbrævið 15:21 Fyrra Korintbrævið
Við tað at deyðin kom við einum menniskja, er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja.
Fyrra Korintbrævið 15:22 Fyrra Korintbrævið
Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi
Fyrra Korintbrævið 15:23 Fyrra Korintbrævið
– tó ein og hvør í deild síni: Kristus er frumgróðurin, harnæst tey, sum í komu Kristusar hoyra Honum til.
Fyrra Korintbrævið 15:24 Fyrra Korintbrævið
Síðani kemur endin, táið Hann gevur Gudi og Faðirinum ríkið í hendur, eftir at Hann hevur gjørt enda á hvørjum harradømi, veldi og mátti.
Fyrra Korintbrævið 15:25 Fyrra Korintbrævið
Tí Hann skal vera kongur, inntil Hann leggur allar fíggindar Sínar undir føtur Sínar.
Fyrra Korintbrævið 15:26 Fyrra Korintbrævið
Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.
Fyrra Korintbrævið 15:27 Fyrra Korintbrævið
Hann hevur jú lagt alt undir føtur Hansara. Men táið Hann sigur, at alt er undirlagt, so er tað skilligt, at Hann er undantikin, sum legði alt undir Hann.
Fyrra Korintbrævið 15:28 Fyrra Korintbrævið
Táið tá alt er lagt undir Hann, skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum.
Fyrra Korintbrævið 15:29 Fyrra Korintbrævið
Hvat gera tá tey, sum lata seg doypa fyri hini deyðu! – Er tað so, at eingin deyður rísur upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey!
Fyrra Korintbrævið 15:30 Fyrra Korintbrævið
Hví koma tá eisini vit okkum í vanda hvønn tíma!
Fyrra Korintbrævið 15:31 Fyrra Korintbrævið
– Eg doyggi hvønn dag, so satt sum eg í Kristi Jesusi, Harra okkara, kann rósa mær av tykkum, brøður!