Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

handayvirlegging (stavat skeivt)

185 versir um "handayvirlegging (stavat skeivt)"

Versir

Síða 4 av 4
Sálmarnir 119:142 Sálmarnir

Rættvísi Tín er ævig rættvísi, og lóg Tín er sannleiki.

8
Sálmarnir 119:143 Sálmarnir

Trongd og angist hevur rámt meg, men boð Tíni eru gleði mín.

8
Sálmarnir 119:144 Sálmarnir

Vitnisburðir Tínir eru rættvísir til ævigar tíðir; gev mær vit, so eg kann liva!

8
Sálmarnir 119:145 Sálmarnir

Eg rópi av øllum hjarta mínum; svara mær, HARRI! Eg vil akta eftir fyriskipanum Tínum.

8
Sálmarnir 119:146 Sálmarnir

Eg rópi til Tín; frels meg! So skal eg halda vitnisburðir Tínar.

8
Sálmarnir 119:147 Sálmarnir

Tíðliga, í dimmalættingini, var eg uppi og rópti um hjálp; eg bíðaði eftir orðum Tínum.

8
Sálmarnir 119:148 Sálmarnir

Áðrenn náttarvøkurnar byrjaðu, vóru eygu míni vakin at grunda á orð Títt.

8
Sálmarnir 119:149 Sálmarnir

Hoyr rødd mína eftir náði Tíni, HARRI, halt mær á lívi eftir lógum Tínum!

8
Sálmarnir 119:150 Sálmarnir

Nær eru teir, ið skammiliga liggja eftir mær; frá lóg Tíni eru teir langt burtur.

8
Sálmarnir 119:151 Sálmarnir

Tú ert nær, HARRI, og øll boð Tíni eru sannleiki.

8
Sálmarnir 119:152 Sálmarnir

Eg visti longu langt síðani av vitnisburðum Tínum, at Tú hevur grundfest teir í allar ævir.

8
Sálmarnir 119:153 Sálmarnir

Hygg neyð mín – frels meg! Tí eg havi ikki gloymt lóg Tína.

8
Sálmarnir 119:154 Sálmarnir

Flyt mál mítt og loys meg út, halt mær á lívi eftir orði Tínum!

8
Sálmarnir 119:155 Sálmarnir

Frelsan er langt frá gudleysum; tí tey spyrja ikki eftir fyriskipanum Tínum.

8
Sálmarnir 119:156 Sálmarnir

Miskunn Tín er stór, HARRI! Halt mær á lívi eftir dómum Tínum!

8
Sálmarnir 119:157 Sálmarnir

Mangir eru teir, ið liggja eftir mær og standa mær ímóti; frá vitnisburðum Tínum eri eg ikki vikin.

8
Sálmarnir 119:158 Sálmarnir

Mær býður ímóti, táið eg síggi hini trúleysu, tey, ið ikki halda orð Títt.

8
Sálmarnir 119:159 Sálmarnir

Hugsa um, at eg havi elskað boð Tíni, HARRI – halt mær á lívi eftir náði Tíni!

8
Sálmarnir 119:160 Sálmarnir

Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst.

8
Sálmarnir 119:161 Sálmarnir

Høvdingar lógu eftir mær uttan grund; men hjarta mítt óttaðist fyri orðum Tínum.

8
Sálmarnir 119:162 Sálmarnir

Eg gleði meg um orð Títt, sum ein, ið hevur vunnið stóran herfong.

8
Sálmarnir 119:163 Sálmarnir

Eg hati og skýggi lygn; men lóg Tína elski eg.

8
Sálmarnir 119:164 Sálmarnir

Sjey ferðir um dagin lovi eg Tær fyri rættvísilógir Tínar.

8
Sálmarnir 119:165 Sálmarnir

Nógvan frið hava tey, ið elska lóg Tína, og einki er, sum fær tey at falla.

8
Sálmarnir 119:166 Sálmarnir

Eg bíði eftir frelsu Tíni, HARRI, og eg havi hildið boð Tíni.

8
Sálmarnir 119:167 Sálmarnir

Sál mín hevur hildið vitnisburðir Tínar; teir eru mær ógvuliga kærir.

8
Sálmarnir 119:168 Sálmarnir

Eg havi hildið boð Tíni og vitnisburðir Tínar; tí Tú kennir allar vegir mínar.

8
Sálmarnir 119:169 Sálmarnir

HARRI, lat róp mítt koma fram fyri ásjón Tína, gev mær vit eftir orði Tínum!

8
Sálmarnir 119:170 Sálmarnir

Lat bøn mína koma fyri ásjón Tína, frels meg eftir orði Tínum!

8
Sálmarnir 119:171 Sálmarnir

Lovsongur skal streyma mær av vørrunum; tí Tú lærir meg fyriskipanir Tínar.

8
Sálmarnir 119:172 Sálmarnir

Tunga mín skal syngja um orð Títt; tí øll boð Tíni eru rættvísi.

8
Sálmarnir 119:173 Sálmarnir

Lat hond Tína vera mær til hjálpar! Tí eg havi valt boð Tíni.

8
Sálmarnir 119:174 Sálmarnir

Mær leingist eftir frelsu Tíni, HARRI, og lóg Tín er gleði mín.

8
Sálmarnir 119:175 Sálmarnir

Lat sál mína liva og lova Tær, og lat dómar Tínar hjálpa mær!

8
Sálmarnir 119:176 Sálmarnir

– Eg eri vilstur; leita upp tænara Tín sum burturmistan seyð! Tí eg havi ikki gloymt boð Tíni.

8