handayvirlegging (stavat skeivt)
185 versir um "handayvirlegging (stavat skeivt)"
Versir
Síða 3 av 4Sálmarnir 119:92 Sálmarnir
Hevði lóg Tín ikki verið gleði mín, so hevði eg verið gingin til grundar í stóru neyð míni.
Sálmarnir 119:93 Sálmarnir
Aldri í allar ævir skal eg gloyma boð Tíni; tí við teimum hevur Tú hildið mær á lívi.
Sálmarnir 119:94 Sálmarnir
Tín eri eg; frels meg! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum.
Sálmarnir 119:95 Sálmarnir
Hini gudleysu lúra eftir mær, at forkoma mær; eg akti eftir vitnisburðum Tínum.
Sálmarnir 119:96 Sálmarnir
Á øllum fullkomnum havi eg sæð enda; men boð Tíni røkka ómetaliga langt.
Sálmarnir 119:97 Sálmarnir
Sum eg elski lóg Tína! Allan dagin grundi eg á hana.
Sálmarnir 119:98 Sálmarnir
Boð Tíni hava gjørt meg vísari enn fíggindar mínar; tí til ævigar tíðir eigi eg tey.
Sálmarnir 119:99 Sálmarnir
Eg eri vorðin klókari enn allir lærarar mínir; tí eg grundi á vitnisburðir Tínar.
Sálmarnir 119:100 Sálmarnir
Eg eri vitigari enn hinir gomlu; tí eg akti eftir boðum Tínum.
Sálmarnir 119:101 Sálmarnir
Frá øllum óndum leiðum haldi eg fótum mínum burtur fyri at kunna halda orð Títt.
Sálmarnir 119:102 Sálmarnir
Frá lógum Tínum eri eg ikki vikin burtur; tí Tú hevur lært meg.
Sálmarnir 119:103 Sálmarnir
Sum orð Tíni eru gómum mínum søt! Tey eru søtari enn hunangur munni mínum!
Sálmarnir 119:104 Sálmarnir
Av boðum Tínum fái eg vit; tí hati eg hvørja lygigøtu.
Sálmarnir 119:105 Sálmarnir
Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
Sálmarnir 119:106 Sálmarnir
Eg havi svorið – og eg havi hildið tað – at akta eftir rættvísilógum Tínum.
Sálmarnir 119:107 Sálmarnir
Eg eri sára eyðmýktur; HARRI, halt mær á lívi eftir orði Tínum!
Sálmarnir 119:108 Sálmarnir
Lat sjálvkravdu offur muns míns líka Tær, HARRI, og lær meg lógir Tínar!
Sálmarnir 119:109 Sálmarnir
Eg gangi altíð við lívinum í hondunum; men lóg Tína havi eg ikki gloymt.
Sálmarnir 119:110 Sálmarnir
Hini gudleysu leggja snerrur fyri meg; men eg eri ikki vilstur burtur frá boðum Tínum.
Sálmarnir 119:111 Sálmarnir
Eg fekk vitnisburðir Tínar í æviga ogn; tí teir eru gleði hjarta míns.
Sálmarnir 119:112 Sálmarnir
Eg boygdi hjarta mítt til at halda fyriskipanir Tínar í allar ævir, líka til endan.
Sálmarnir 119:113 Sálmarnir
Hini tvísintu hati eg; men lóg Tína elski eg.
Sálmarnir 119:114 Sálmarnir
Tú ert skjól mítt og skjøldur mín; eg bíði eftir orði Tínum.
Sálmarnir 119:115 Sálmarnir
Víkið frá mær, tit, ið gera ilt! Eg vil halda boð Guds míns.
Sálmarnir 119:116 Sálmarnir
Halt mær uppi eftir orði Tínum, so eg kann liva, og lat meg ikki verða til skammar við vón míni!
Sálmarnir 119:117 Sálmarnir
Styðja meg, so eg verði frelstur! So skal eg altíð við gleði skoða fyriskipanir Tínar.
Sálmarnir 119:118 Sálmarnir
Tey, ið villast burt frá fyriskipanum Tínum, roknar Tú øll fyri einki; einki batar teimum svik teirra.
Sálmarnir 119:119 Sálmarnir
Sum ilsku kastar Tú burt øll gudleys á jørðini; tí elski eg vitnisburðir Tínar.
Sálmarnir 119:120 Sálmarnir
Av ræðslu fyri Tær nøtrar kroppur mín; eg óttist dómar Tínar.
Sálmarnir 119:121 Sálmarnir
Rætt og skjal havi eg gjørt; Tú skalt ikki geva meg í hendur teirra, sum kúga meg.
Sálmarnir 119:122 Sálmarnir
Gakk í ábyrgd fyri tænara Tín, so honum kann gangast væl, lat ikki hini hugmóðigu kúga meg.
Sálmarnir 119:123 Sálmarnir
Eygu míni tærast burtur av tráan eftir frelsu Tíni og eftir rættvísiorði Tínum.
Sálmarnir 119:124 Sálmarnir
Ger við tænara Tín eftir náði Tíni, og lær meg fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 119:125 Sálmarnir
Eg eri tænari Tín; gev mær vit, so eg kann kenna vitnisburðir Tínar!
Sálmarnir 119:126 Sálmarnir
Tíð er hjá HARRANUM at taka í teymarnar; tí tey hava brotið lóg Tína.
Sálmarnir 119:127 Sálmarnir
– Tí elski eg boð Tíni meir enn gull, ja, meir enn fínt gull.
Sálmarnir 119:128 Sálmarnir
Tí haldi eg øll boð Tíni um alt vera bein; eg hati hvørja lygigøtu.
Sálmarnir 119:129 Sálmarnir
Undurfullir eru vitnisburðir Tínir; tí aktar sál mín eftir teimum.
Sálmarnir 119:130 Sálmarnir
Táið orð Tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit.
Sálmarnir 119:131 Sálmarnir
Eg læt upp munnin og suffaði av tráan; tí eg stundaði eftir boðum Tínum.
Sálmarnir 119:132 Sálmarnir
Vend Tær til mín og ver mær náðigur, sum beint er móti teimum, ið elska navn Títt!
Sálmarnir 119:133 Sálmarnir
Lat við orði Tínum stig míni verða føst, og lat ongan órætt fáa vald á mær!
Sálmarnir 119:134 Sálmarnir
Loys meg undan kúgan manna! So skal eg halda boð Tíni.
Sálmarnir 119:135 Sálmarnir
Lat ásjón Tína lýsa yvir tænara Tín, og lær meg fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 119:136 Sálmarnir
Vatnstreymar renna mær av eygunum, tí lóg Tín verður ikki hildin.
Sálmarnir 119:137 Sálmarnir
Tú ert rættvísur, HARRI, og rættir eru dómar Tínir.
Sálmarnir 119:138 Sálmarnir
Í rættvísi og miklari trúfesti hevur Tú fyriskrivað vitnisburðir Tínar.
Sálmarnir 119:139 Sálmarnir
Eldhugi mín hevur tært meg upp, av tí at óvinir mínir hava gloymt orð Tíni.
Sálmarnir 119:140 Sálmarnir
Orð Títt er væl reinsað; tænari Tín elskar tað.
Sálmarnir 119:141 Sálmarnir
Lítið havi eg at týða, og vanvirdur eri eg, men boð Tíni havi eg ikki gloymt.