handayvirlegging (stavat skeivt)
185 versir um "handayvirlegging (stavat skeivt)"
Versir
Síða 2 av 4Sálmarnir 119:42 Sálmarnir
so eg fái svarað honum, ið háðar meg! Tí eg líti á orð Títt.
Sálmarnir 119:43 Sálmarnir
Tak ikki heilt sannleiksorð úr munni mínum! Tí eg bíði eftir dómum Tínum.
Sálmarnir 119:44 Sálmarnir
So skal eg støðugt halda lóg Tína, ja, ævigt og altíð.
Sálmarnir 119:45 Sálmarnir
Lat meg ferðast um rúmt land! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum.
Sálmarnir 119:46 Sálmarnir
Eg skal tala fyri kongum um vitnisburðir Tínar og skal ikki verða til skammar.
Sálmarnir 119:47 Sálmarnir
Eg havi gleði mína í boðum Tínum, sum eg elski.
Sálmarnir 119:48 Sálmarnir
Eg rætti út hendurnar móti boðum Tínum, sum eg elski, og grundi á fyriskipanir Tínar.
Sálmarnir 119:49 Sálmarnir
Minst orðið til tænara Tín, við tað at Tú hevur givið mær vón!
Sálmarnir 119:50 Sálmarnir
Tað er troyst mín í vesaldóminum, at orð Títt hevur hildið mær á lívi.
Sálmarnir 119:51 Sálmarnir
Ógvuliga hava hini hugmóðigu spottað meg; tó eri eg ikki vikin burtur frá lóg Tíni.
Sálmarnir 119:52 Sálmarnir
Mær kom í hug dómar Tínar frá ævunum, HARRI, og eg fann troyst.
Sálmarnir 119:53 Sálmarnir
Brennandi vreiði hevur gripið meg um hini gudleysu, ið fara frá lóg Tíni.
Sálmarnir 119:54 Sálmarnir
Fyriskipanir Tínar eru vorðnar lovsongir mínir í húsinum, har eg búgvi sum fremmandur.
Sálmarnir 119:55 Sálmarnir
Um náttina kom mær navn Títt í hug, HARRI, og eg helt lóg Tína.
Sálmarnir 119:56 Sálmarnir
Hetta varð lukkuligi lutur mín: At geva boðum Tínum gætur.
Sálmarnir 119:57 Sálmarnir
HARRIN er lutur mín; eg havi sett mær fyri at halda orð Tíni.
Sálmarnir 119:58 Sálmarnir
Av øllum hjarta mínum bønaði eg Teg: „Ver mær náðigur eftir orði Tínum!“
Sálmarnir 119:59 Sálmarnir
Eg granskaði vegir mínar og stýrdi fótum mínum aftur til vitnisburðir Tínar.
Sálmarnir 119:60 Sálmarnir
Eg skundaði mær og drálaði ikki at halda boð Tíni.
Sálmarnir 119:61 Sálmarnir
Snerrur hinna gudleysu vóru rundan um meg, men eg gloymdi ikki lóg Tína.
Sálmarnir 119:62 Sálmarnir
Mitt um náttina fari eg upp at takka Tær fyri rættvísilógir Tínar.
Sálmarnir 119:63 Sálmarnir
Eg haldi meg til øll tey, ið óttast Teg og halda boð Tíni.
Sálmarnir 119:64 Sálmarnir
Jørðin er full av náði Tíni, HARRI; lær meg fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 119:65 Sálmarnir
Tú hevur gjørt væl við tænara Tín, HARRI, eftir orði Tínum.
Sálmarnir 119:66 Sálmarnir
Gev mær vit og kunnskap! Tí eg trúgvi á boð Tíni.
Sálmarnir 119:67 Sálmarnir
Áðrenn eg varð eyðmýktur, viltist eg; men nú haldi eg orð Títt.
Sálmarnir 119:68 Sálmarnir
Tú ert góður og gert gott; lær meg fyriskipanir Tínar!
Sálmarnir 119:69 Sálmarnir
Hini hugmóðigu hava spunnið saman lygn móti mær; men eg haldi boð Tíni av øllum hjarta mínum.
Sálmarnir 119:70 Sálmarnir
Hjarta teirra følir ikki heldur enn fløt; men eg havi gleði mína í lóg Tíni.
Sálmarnir 119:71 Sálmarnir
Tað var mær gott, at eg varð eyðmýktur, so eg kom at læra fyriskipanir Tínar.
Sálmarnir 119:72 Sálmarnir
Lógin av munni Tínum er mær meiri verd enn gull og silvur í dungum.
Sálmarnir 119:73 Sálmarnir
Hendur Tínar hava skapt meg og gjørt meg; gev mær vit, so eg kann læra boð Tíni!
Sálmarnir 119:74 Sálmarnir
Tey, ið óttast Teg, skulu síggja meg og gleðast; tí eg bíði eftir orði Tínum.
Sálmarnir 119:75 Sálmarnir
HARRI, eg veit, at dómar Tínir eru rættvísir, og at Tú í trúfesti hevur eyðmýkt meg.
Sálmarnir 119:76 Sálmarnir
Lat náði Tína verða mær til troyst eftir orði Tínum til tænara Tín!
Sálmarnir 119:77 Sálmarnir
Lat miskunn Tína koma yvir meg, so eg kann liva! Tí lóg Tín er gleði mín.
Sálmarnir 119:78 Sálmarnir
Lat hini hugmóðigu verða til skammar! Tí uttan grund kúga tey meg; eg grundi á boð Tíni.
Sálmarnir 119:79 Sálmarnir
Lat tey, ið óttast Teg, koma aftur til mín, tey, sum kenna vitnisburðir Tínar!
Sálmarnir 119:80 Sálmarnir
Lat hjarta mítt vera fullkomið í fyriskipanum Tínum, so eg skal ikki verða til skammar!
Sálmarnir 119:81 Sálmarnir
Eftir frelsu Tíni tráar sál mín; eg bíði eftir orði Tínum.
Sálmarnir 119:82 Sálmarnir
Eygu míni tráa eftir orði Tínum, og eg sigi: „Nær fert Tú at troysta meg?“
Sálmarnir 119:83 Sálmarnir
Tí eg eri eins og skinnsekkur í royki, men fyriskipanir Tínar gloymi eg ikki.
Sálmarnir 119:84 Sálmarnir
Hvussu mangir munnu dagar tænara Tíns vera? Nær fert Tú at halda dóm yvir teimum, ið liggja eftir mær?
Sálmarnir 119:85 Sálmarnir
Hini hugmóðigu hava grivið mær gravir, tey, sum ikki liva eftir lóg Tíni.
Sálmarnir 119:86 Sálmarnir
Øll boð Tíni eru trúføst; við lygn verður søkt at mær; hjálp mær!
Sálmarnir 119:87 Sálmarnir
Tað vantar lítið á, at tey hava forkomið mær á jørðini; men eg havi ikki slept boðum Tínum.
Sálmarnir 119:88 Sálmarnir
Halt mær á lívi eftir náði Tíni! So skal eg halda vitnisburðin av munni Tínum.
Sálmarnir 119:89 Sálmarnir
Til ævigar tíðir, HARRI, stendur orð Títt fast í Himli.
Sálmarnir 119:90 Sálmarnir
Mann eftir mann varir trúfesti Tín; Tú hevur grundfest jørðina, og hon stendur føst.
Sálmarnir 119:91 Sálmarnir
Til at seta dómar Tínar í verk stendur alt enn í dag; tí alt má tæna Tær.