At siga farvæl
450 versir um "At siga farvæl"
Versir
Síða 8 av 9Sálmarnir 24:3 Sálmarnir
Hvør skal fara niðan á fjall HARRANS, hvør skal standa á heilaga staði Hansara?
Sálmarnir 24:4 Sálmarnir
Tann, ið hevur ódálkaðar hendur og reint hjarta, sum ikki vendir sál síni til lygn og ikki ger falskan eið.
Sálmarnir 24:5 Sálmarnir
Hann skal njóta signing frá HARRANUM og rættvísi frá Gudi frelsu sínar.
Sálmarnir 24:6 Sálmarnir
Hetta er ætt teirra, sum spyrja eftir Honum, tey, ið søkja ásjón Tína, Gud Jákups! – Sela.
Sálmarnir 24:7 Sálmarnir
Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn!
Sálmarnir 24:8 Sálmarnir
Hvør er hesin kongur dýrdarinnar? – HARRIN, sterkur og veldigur, HARRIN, veldigur í stríði!
Sálmarnir 24:9 Sálmarnir
Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn!
Sálmarnir 24:10 Sálmarnir
Hvør er Hann, hesin kongur dýrdarinnar? HARRIN Gud herskaranna, Hann er kongur dýrdarinnar! – Sela.
Sálmarnir 25:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína!
Sálmarnir 25:2 Sálmarnir
Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær!
Sálmarnir 25:3 Sálmarnir
Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær – tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys.
Sálmarnir 25:4 Sálmarnir
Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
Sálmarnir 25:5 Sálmarnir
leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.
Sálmarnir 25:6 Sálmarnir
HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum!
Sálmarnir 25:7 Sálmarnir
Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI!
Sálmarnir 25:8 Sálmarnir
Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin.
Sálmarnir 25:9 Sálmarnir
Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín.
Sálmarnir 25:10 Sálmarnir
Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara.
Sálmarnir 25:11 Sálmarnir
Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt – tí tað er stórt!
Sálmarnir 25:12 Sálmarnir
Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja.
Sálmarnir 25:13 Sálmarnir
Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn.
Sálmarnir 25:14 Sálmarnir
Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.
Sálmarnir 25:15 Sálmarnir
Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni.
Sálmarnir 25:16 Sálmarnir
Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur!
Sálmarnir 25:17 Sálmarnir
Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra – leið meg út úr neyðini!
Sálmarnir 25:18 Sálmarnir
Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!
Sálmarnir 25:19 Sálmarnir
Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri!
Sálmarnir 25:20 Sálmarnir
Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar – eg søki mær skjól hjá Tær!
Sálmarnir 25:21 Sálmarnir
Lat sakloysi og sannleika hjartans varða meg, tí eg bíði eftir Tær!
Sálmarnir 25:22 Sálmarnir
Gud, loys Ísrael úr allari neyðini!
Sálmarnir 26:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Fá mær rætt, HARRI, tí eg livi ólastandi, og á HARRAN líti eg uttan at vikast!
Sálmarnir 26:2 Sálmarnir
Rannsaka meg, HARRI, og kanna meg, granska nýru míni og hjarta mítt!
Sálmarnir 26:3 Sálmarnir
Tí náði Tín er mær fyri eyga, og eg livi í sannleika Tínum.
Sálmarnir 26:4 Sálmarnir
Eg siti ikki hjá lygnarum og komi ikki saman við følskum menniskjum.
Sálmarnir 26:5 Sálmarnir
Eg hati samkomu hinna óndu og siti ikki hjá gudleysum.
Sálmarnir 26:6 Sálmarnir
Í sakloysi vaski eg mær um hendurnar og vil fegin vera rundan um altar Títt, HARRI,
Sálmarnir 26:7 Sálmarnir
til at lata hoyrast takkarsong, siga frá øllum undrum Tínum.
Sálmarnir 26:8 Sálmarnir
HARRI, eg elski hús Títt, staðið, har sum dýrd Tín býr!
Sálmarnir 26:9 Sálmarnir
Rykk ikki sál mína burt við syndarum, lív mítt við blóðdálkaðum monnum,
Sálmarnir 26:10 Sálmarnir
sum hava skemdarverk í hondunum og høgru hond fulla av mutri!
Sálmarnir 26:11 Sálmarnir
Eg livi jú í sakloysi – loys meg út og ver mær náðigur!
Sálmarnir 26:12 Sálmarnir
– Fótur mín stendur á slættari grund; í samkomunum skal eg lova HARRANUM.
Sálmarnir 27:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast!
Sálmarnir 27:2 Sálmarnir
Táið illgerðarmenn koma ímóti mær og ætla at gloypa mær, snáva og falla teir sjálvir, mótstøðumenn og fíggindar mínir.
Sálmarnir 27:3 Sálmarnir
Um so herur tekur støðu móti mær, óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggur.
Sálmarnir 27:4 Sálmarnir
– Um eitt havi eg biðið HARRAN, tí trái eg eftir: At eg skal sleppa at búgva í húsi HARRANS allar dagar mínar, til at skoða, hvussu lívsælur HARRIN er, og grunda í templi Hansara.
Sálmarnir 27:5 Sálmarnir
Tí Hann goymir meg í húsi Sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi Sínum; upp á klett leiðir Hann meg.
Sálmarnir 27:6 Sálmarnir
Og nú skal høvur mítt lyfta seg upp yvir fíggindar mínar rundan um meg, eg skal við fagnaði bera fram offur í tjaldi Hansara; við songi og spæli skal eg prísa HARRANUM.
Sálmarnir 27:7 Sálmarnir
Hoyr, HARRI, eg rópi hart, ver mær náðigur og svara mær!
Sálmarnir 27:8 Sálmarnir
Hjarta mítt minnir Teg á orð Títt: „Søkið ásjón Mína!“ – HARRI, eg søki ásjón Tína!