Tú kanst leita eftir orðum ella versum. Tú kanst t.d. skriva "1 pat 2 1" sum gevir fyrsta Pætursbrævið kap. 2 vers 1.

At siga farvæl

450 versir um "At siga farvæl"

Versir

Síða 7 av 9
Sálmarnir 21:4 Sálmarnir

Við signing og lukku komst Tú ímóti honum, setti krúnu av gulli á høvd hansara.

2
Sálmarnir 21:5 Sálmarnir

Hann bað Teg um lív; Tú gavst honum tað, langt lív, í aldur og allar ævir.

2
Sálmarnir 21:7 Sálmarnir

Ja, Tú letur hann verða til signing í allar ævir, Tú frøir hann við gleði fyri ásjón Tíni.

2
Sálmarnir 21:8 Sálmarnir

Tí kongurin lítur á HARRAN, og við náði hins Hægsta skal hann ikki vikast.

2
Sálmarnir 21:9 Sálmarnir

Hond Tín skal finna allar fíggindar Tínar, høgra hond Tín skal ráma allar teir, ið hata Teg.

2
Sálmarnir 21:10 Sálmarnir

Tú skalt gera teir sum gløðandi ovn, táið Tú vísir ásjón Tína, HARRIN skal gloypa teimum í vreiði Síni, eldur skal oyða teir!

2
Sálmarnir 21:11 Sálmarnir

Tú skalt týna ávøkst teirra av jørðini, avkom teirra millum menniskjabørnini.

2
Sálmarnir 21:12 Sálmarnir

Tí Tær royna teir at volda ilt, teir hava upphugsað ónd ráð – men teir skulu einki vera mentir!

2
Sálmarnir 21:13 Sálmarnir

Nei, Tú gert, at teir flýggja; við boga Tínum miðar Tú á andlit teirra.

2
Sálmarnir 21:14 Sálmarnir

Reis Teg, HARRI, í veldi Tínum! Vit skulu syngja um stórverk Títt og prísa tí!

2
Sálmarnir 22:1 Sálmarnir

Til songmeistaran. Eftir hind morgunroðans. Sálmur. Eftir Dávid.

2
Sálmarnir 22:2 Sálmarnir

Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær? Langt burtur er frelsa Mín, tóat Eg rópi um hjálp.

2
Sálmarnir 22:3 Sálmarnir

Gud Mín! Eg rópi um dagin, og Tú svarar ikki, um náttina við – og finni onga hvíld.

2
Sálmarnir 22:4 Sálmarnir

Og tó ert Tú hin Heilagi, sum situr uppi yvir lovsongum Ísraels.

2
Sálmarnir 22:5 Sálmarnir

Á Teg litu fedrar okkara; teir litu á Teg, og Tú bjargaði teimum.

2
Sálmarnir 22:6 Sálmarnir

Til Tín róptu teir, og fingu hjálp, á Teg litu teir, og vórðu ikki til skammar.

2
Sálmarnir 22:7 Sálmarnir

Men Eg eri maðkur og ikki maður, menniskjum til spott og vanvirdur av fólki;

2
Sálmarnir 22:8 Sálmarnir

øll, ið síggja Meg, háða Meg, gálva, rista við høvdinum og siga:

2
Sálmarnir 22:9 Sálmarnir

„Kasta tað á HARRAN! Hann frelsi Hann, Hann bjargi Honum, táið Hann hevur slíkan tokka til Hansara!“

2
Sálmarnir 22:10 Sálmarnir

Ja, Tú ert tann, sum dró Meg út úr móðurlívi, sum lætst Meg hvíla trygt við móðurbróst.

2
Sálmarnir 22:11 Sálmarnir

Á Teg eri Eg kastaður úr móðurfangi; úr móðurlívi ert Tú Gud Mín.

2
Sálmarnir 22:12 Sálmarnir

Ver ikki langt frá Mær, tí neyðin er nær, og eingin er, sum hjálpir!

2
Sálmarnir 22:13 Sálmarnir

Sterkir tarvar standa rundan um Meg, hinir veldigu Basans kringseta Meg.

2
Sálmarnir 22:14 Sálmarnir

Teir gapa móti Mær sum brølandi leyva, ið skræðir sundur.

2
Sálmarnir 22:15 Sálmarnir

Eg eri sum vatn, ið verður stoytt niður, allir liðir Mínir fara sundur; hjarta Mítt er vorðið sum vaks, tað bráðnar í brósti Mínum.

2
Sálmarnir 22:16 Sálmarnir

Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans.

2
Sálmarnir 22:17 Sálmarnir

Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur.

2
Sálmarnir 22:18 Sálmarnir

Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí.

2
Sálmarnir 22:19 Sálmarnir

Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut.

2
Sálmarnir 22:20 Sálmarnir

Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar!

2
Sálmarnir 22:21 Sálmarnir

Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!

2
Sálmarnir 22:22 Sálmarnir

Frels Meg úr leyvugapinum – ja, Tú bønhoyrir Meg og bjargar Mær undan hornum villtarvsins!

2
Sálmarnir 22:23 Sálmarnir

Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt, mitt í samkomuni skal Eg lova Tær.

2
Sálmarnir 22:24 Sálmarnir

Tit, ið óttast HARRAN, lovið Honum! Ær Hann, øll ætt Jákups, hav ótta fyri Honum, øll ætt Ísraels!

2
Sálmarnir 22:25 Sálmarnir

Tí Hann vanvirdi ikki og skýggjaði ikki armóð hins arma, fjaldi ikki andlitið fyri Honum, men hoyrdi, táið Hann rópti til Hansara.

2
Sálmarnir 22:26 Sálmarnir

Frá Tær kemur lovsongur Mín í stórari samkomu; lyfti Míni skal Eg halda, fyri eygum teirra, ið óttast Hann.

2
Sálmarnir 22:27 Sálmarnir

Hini eyðmjúku skulu eta og verða mett; tey, ið søkja HARRAN, skulu lova Honum, ja, hjarta tykkara skal liva í allar ævir.

2
Sálmarnir 22:28 Sálmarnir

Allir endar jarðarinnar skulu minnast tað og venda við til HARRAN, allar ættir fólkanna skulu tilbiðja fyri ásjón Tíni.

2
Sálmarnir 22:29 Sálmarnir

Tí ríkið hoyrir HARRANUM til, Hann ræður yvir fólkunum.

2
Sálmarnir 22:30 Sálmarnir

Ja, allir stórmenn jarðarinnar skulu eta og tilbiðja; fyri ásjón Hansara skulu tey boyggja knæ, øll, sum fara niður í dustið, og tann, ið ikki kann halda sál síni á lívi.

2
Sálmarnir 22:31 Sálmarnir

Honum skulu eftirkomararnir tæna; frá HARRANUM skal verða sagt ættarliðinum, ið kemur.

2
Sálmarnir 22:32 Sálmarnir

Tey skulu stíga fram og kunngera rættvísi Hansara fyri fólkinum, ið føtt verður – hvat Hann gjørdi!

2
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.

2
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

2
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir

Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.

2
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

2
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir

Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

2
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir

Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

2
Sálmarnir 24:1 Sálmarnir

Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva.

2
Sálmarnir 24:2 Sálmarnir

Tí Hann hevur grundað hana á høvini og grundfest hana á streymandi vatn.

2