Hebrearabrævið kap. 5

Uppsetan
1 Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin millum menniskju og innsettur fyri menniskju til tænastu fyri Gudi, til at bera fram bæði gávur og sláturoffur fyri syndir
2 – sum ein, ið kann vera mildur við óvitandi og villfarandi, við tað at veikleiki hongur við hann sjálvan eisini,
3 og hann av teirri grund má bera fram syndoffur fyri seg sjálvan líka væl sum fyri fólkið.
4 Eingin tekur sær sjálvum henda heiður; nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Áron.
5 Soleiðis hevur Kristus heldur ikki sjálvur tikið Sær tann heiður at verða høvuðsprestur; nei, hann varð Honum givin av Honum, sum segði við Hann: „Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag“
6 – sum Hann jú eisini sigur á øðrum staði: „Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.“
7 Hann hevur á døgum holds Síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist Síni.
9 Og táið Hann var vorðin fullkomin, varð Hann øllum teimum upphav til æviga frelsu, sum lýða Hann,
b. Much to Say About This
5:11-6:12
i. Milk and Solid Food
5:11-14:1
11 Um hetta hava vit nógv at siga, og tað er torført at útleggja, av tí at tit eru vorðin trek at hoyra.
12 Tí hóast tit – eftir tíðini – áttu at verið lærarar, tørvar tykkum aftur, at onkur lærir tykkum hinar fyrstu grundir í orði Guds, og tit eru vorðin slík, sum mugu fáa mjólk, ikki mat.
13 Eingin, sum fær mjólk, er førur fyri at skilja orð rættferðar – hann er jú barn.
14 Men maturin er fyri hini fullkomnu, tey, sum við at nýta sansarnar hava vant teir at skilja millum gott og ilt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul