Hebrearabrævið kap. 13
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
v.
Brotherly Love
13:1-4:1
1
Bróðurkærleikin vari við!
2
Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir.
3
Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami!
4
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
vi.
Christ’s Unchanging Nature
13:5-14:1
5
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
6
so vit kunnu siga við fríum móti: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!“
7
Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra!
8
Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.
9
Latið tykkum ikki villleiða av alskyns fremmandum lærum! Tað er gott, at hjartað verður styrkt við náðini, ikki við mati – sum ongan bata hevur verið teimum til, sum fingust við hann!
10
Vit hava altar, sum teir, ið tæna við tabernaklið, ongan rætt hava at eta av.
11
Dýrini, hvørja blóð av høvuðsprestinum verður borið inn í halgidómin sum bót fyri synd – kroppar teirra verða jú brendir uttan fyri tilhaldið.
12
Tí var tað eisini, Jesus leið uttan fyri portrið – fyri at Hann við Sínum egna blóði kundi halga fólkið.
13
Latið okkum tá fara út til Hansara, út um tilhaldið, berandi vanæru Hansara!
14
– Vit hava jú ongan verðandi stað her; vit søkja hin komandi.
vii.
Sacrifice, Obedience, and Prayer
13:15-19:1
15
Latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara!
16
Men gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá tykkum! Slík offur líkar Gudi.
17
Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap – so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi – tað er tykkum ikki til gagn!
18
Biðið fyri okkum! Tí tað líta vit á, at vit hava góða samvitsku, og vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.
19
Og hetta áminni eg tykkum tess meiri at gera, fyri at eg tess skjótari kann verða givin tykkum aftur.
viii.
Benediction and Farewell
13:20-25:1
20
Gud friðarins, sum við blóði av ævigum sáttmála førdi hin stóra seyðahirða, Harra okkara Jesus, upp frá hinum deyðu,
21
Hann geri tykkum fullkomin í øllum góðum, til at gera vilja Sín, og Hann virki í tykkum tað, sum Honum toknast, við Jesusi Kristi! Honum veri dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
22
Eg biði tykkum, brøður – tolið hetta áminningarorð – eg havi jú skrivað stutt til tykkara!
23
Eg veit at siga tykkum, at Timoteus, bróðir okkara, er leysgivin; kemur hann skjótt, komi eg saman við honum at síggja tykkum.
24
Heilsið øllum vegleiðarum tykkara og øllum hinum heilagu! Tey úr Italia lata heilsa tykkum.
25
Náðin veri við tykkum øllum!