Fyrra Timoteusarbrævið kap. 4

Uppsetan
e. Instructions concerning False Teaching
4:1-16:1
i. A Warning against Apostasy
4:1-5:1
1 Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
3 sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey, sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk.
4 Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk;
ii. A Good Servant of Jesus Christ
4:6-16:1
6 Táið tú lærir brøðurnar hetta, ert tú góður tænari Krists Jesu, sum verður fostraður upp við orðum trúarinnar og hinnar góðu læru, ið tú hevur fylgt.
7 Men hinum vanheilagu kellingaævintýrum skalt tú sigast undan; ven teg heldur til gudsótta!
8 Tí hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið; men gudsóttin er nyttuligur til alt og hevur lyfti, bæði fyri lívið, ið nú er, og fyri hitt, ið kemur.
10 Tí er tað, vit arbeiða og verða háðaðir – tí vit hava sett vón okkara á hin livandi Gud, sum er Frelsari alra menniskja, mest teirra, sum trúgva.
12 Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika!
14 Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er – sum varð givin tær við profetorðum, við handaálegging hinna elstu!
16 Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul