Fyrra Korintbrævið kap. 16

Uppsetan
8. Paul’s Salutation
16:1-24:1
a. The Collection for the Saints
16:1-4:1
1 Nú, viðvíkjandi samanskotinum til hini heilagu, skulu tit gera, á sama hátt sum eg havi fyriskipað samkomunum í Galatia.
2 Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav – sum honum nú ber til – so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi.
3 Táið eg so komi, skal eg senda teir, ið tit nú velja til hetta, við brøvum til Jerusalem at bera kærleiksgávu tykkara hagar.
b. Paul’s Travel Plans
16:5-9:1
5 Eg ætli at koma til tykkara, táið eg havi ferðast gjøgnum Makedonia – tí gjøgnum Makedonia fari eg.
6 Men hjá tykkum kann tað vera, at eg steðgi nakað – kanska allan vetur, fyri at tit kunnu hjálpa mær longur, hagar sum eg tá fari.
7 Eg leggi ikki í at vitja tykkum nú á gjøgnumferðini; tí eg vóni at fáa steðgað eina tíð hjá tykkum, um Harrin loyvir.
9 Tí dyr eru latnar mær upp, víðar og fullar av arbeiði – og nógvir eru mótstøðumenninir.
c. Timothy and Apollos
16:10-12:1
10 Táið Timoteus kemur, síggið tá til, at hann kann vera hjá tykkum óttaleysur! Hann ger verk Harrans, eins og eg.
11 Eingin má tí vanvirða hann; hjálpið honum longur fram á leiðina í friði, so hann kann koma til mín! Tí eg vænti hann við brøðrunum.
12 Viðvíkjandi Apollosi bróður – honum mældi eg nógv til at fara til tykkara við brøðrunum; men hann hevði als ikki hug at fara nú; hann kemur, táið honum ber til.
d. Concluding Exhortations
16:13-18:1
15 Eg áminni tykkum, brøður – tit kenna tey hjá Stefanasi, at tey eru frumgróður Akaia, og at tey hava givið seg sjálv hinum heilagu til tænastu –
16 at eisini tit geva tykkum undir slík og undir ein og hvønn, sum arbeiðir við og ger sær ómak.
17 Eg eri glaður um, at Stefanas, Fortunatus og Akaikus eru her; teir bøta um saknin av tykkum.
e. Signature and Final Greetings
16:19-24:1
19 Samkomurnar í Asia lata heilsa tykkum. Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul