Fyrra Korintbrævið kap. 12

Uppsetan
c. Spiritual Gifts
12:1-14:25
i. Different Gifts, Same Spirit
12:1-11:1
1 Nú, viðvíkjandi hinum andaligu gávum, brøður, vil eg ikki, at tit skulu vera óvitandi.
2 Tit vita, at táið tit vóru heidningar, vórðu tit drignir til hinar málleysu avgudar – sum nú onkur leiddi tykkum.
3 Tí kunngeri eg tykkum, at eingin, sum talar í Anda Guds, sigur: „Bannaður er Jesus!“ og at eingin kann siga: „Jesus er Harri!“ uttan í Heilaga Andanum.
8 Soleiðis verður einum givin vísdómstala við Andanum, øðrum kunnskapartala – eftir sama Anda –
10 øðrum at gera kraftargerðir, øðrum profetagáva, øðrum at døma um andar, øðrum ymisk sløg av tungutalu, øðrum at útleggja tungutalu.
11 Alt hetta virkar hin eini og sami Andi, sum eftir vilja Sínum býtir einum og hvørjum fyri seg.
ii. The Body of Christ is Composed of Many Parts
12:12-26:1
12 Tí eins og likamið er eitt og hevur nógvar limir, men allir limir likamsins – um teir so eru nógvir – tó eru eitt likam – so er eisini við Kristusi.
13 Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls; og vit hava øll fingið ein Anda at drekka.
15 Um fóturin vildi sagt: „Táið eg ikki eri hond, hoyri eg ikki til likamið!“ so hoyrir hann líka væl til likamið fyri tað.
16 Og um oyrað vildi sagt: „Táið eg ikki eri eyga, hoyri eg ikki til likamið!“ so hoyrir tað líka væl til likamið fyri tað.
17 Var alt likamið eyga, hvat varð tá av hoyrnini! Og var tað alt hoyrn, hvat varð tá av luktinum!
18 Men nú hevur Gud sett limirnar á likamið, hvønn fyri seg, soleiðis sum Hann vildi.
21 Eygað kann ikki siga við hondina: „Mær tørvar teg ikki!“ Og líka lítið kann høvdið siga við føturnar: „Mær tørvar tykkum ikki!“
22 Tvørtur ímóti – júst teir limir á likaminum, sum tykjast at vera hinir veikastu, eru neyðugir.
23 Teir limir á likaminum, sum vit ikki halda vera so miklan heiður við, klæða vit við tess meiri heiðuri, og teir limir, ið vit blúgvast við, fjala vit tess sámiligari.
24 Hinir harímót – teir, ið vit ikki blúgvast við – teimum nýtist ikki hetta. Men Gud hevur sett likamið so saman, at Hann gav tí, sum minni hevur at týða, størri heiður
25 – fyri at ikki skal vera ósemja í likaminum, men limirnir skulu hava líka umsorgan hvør fyri øðrum.
26 Líður nú ein limur, líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, gleðast allir limirnir við.
iii. The Greater Gifts
12:27-31:1
28 Og Gud hevur í samkomuni sett: Fyri tað fyrsta nakrar til ápostlar, fyri tað annað nakrar til profetar, fyri tað triðja nakrar til lærarar, síðani kraftargerðir, síðani gávur at grøða, at hjálpa, at stýra, og ymisk sløg av tungutalu.
29 Eru allir ápostlar! Eru allir profetar! Eru allir lærarar! Gera allir kraftargerðir!
31 – Men tráið eftir hinum størstu náðigávum! – Og so skal eg vísa tykkum ein mangan betri veg.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul