Malakias kap. 4

Uppsetan
2. The Day of the LORD
4:1-6:1
1 Tí dagurin kemur, brennandi sum ovnur; tá skulu øll hugmóðig og hvør tann, sum livir í gudloysi, vera sum hálmur, og dagurin, ið kemur, skal seta eld á tey – sigur HARRIN Gud herskaranna – so hvørki rót ella grein verður eftir av teimum.
2 Men yvir tykkum, ið óttast navn Mítt, skal rættvísisólin renna upp við grøðing undir veingjum sínum, og tit skulu fara út og spæla sum gøðingarkálvar.
3 Tit skulu traðka niður hini gudleysu; tey skulu vera sum øska undir fótum tykkara, tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna.
4 Minnist lóg Mósesar, tænara Míns, hana, ið Eg á Horeb gav honum til alt Ísrael – bæði lógir og boð!
6 Hann skal venda hjørtum fedranna til børnini og hjørtum barnanna til fedrar teirra, so Eg komi ikki og slái landið við banni.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul