Malakias kap. 3

Uppsetan
1 Eg sendi boð Mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón Míni; og brádliga skal Hann koma í tempul Sítt, HARRIN, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir – ja, Hann kemur, sigur HARRIN Gud herskaranna.
2 Men hvør tolir dagin, táið Hann kemur, og hvør verður standandi, táið Hann opinberast! Tí Hann er sum smeltaraeldur og vaskaralútur.
3 Hann skal sita og bræða og reinsa silvurið; Hann skal reinsa synir Levi og gera teir reinar sum gull og silvur, so teir kunnu bera HARRANUM fram offurgávur í rættvísi.
4 Og offurgávur Juda og Jerusalems skulu toknast HARRANUM sum í gomlum døgum, sum í farnum árum.
5 Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni móti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið svørja rangan eið, móti teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa og boyggja rætt hins fremmanda – og ikki óttast Meg, sigur HARRIN Gud herskaranna.
e. Robbing God
3:6-12:1
7 Líka frá teimum døgum fedrar tykkara livdu, hava tit vikið burtur frá lógum Mínum og ikki hildið tær; vendið við til Mín, so skal Eg venda við til tykkara! – sigur HARRIN Gud herskaranna. – Tit siga: „Hvørjum skulu vit venda við frá!“
8 Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
10 Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
11 Eg skal styggja burt etaran* fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti – sigur HARRIN Gud herskaranna.
12 Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land – sigur HARRIN Gud herskaranna.
f. The Book of Remembrance
3:13-18:1
13 Tit hava talað hørð orð móti Mær! – sigur HARRIN. – Tit spyrja: „Hvat hava vit okkara millum talað móti Tær!“
14 Tit hava sagt: „Einki spyrst burtur úr at tæna Gudi! Hvat hava vit vunnið við at akta eftir boðum Hansara og ganga í syrgibúna fyri HARRANS Guds herskaranna skuld!
15 Nei, vit prísa hini hugmóðigu lukkulig! Hjá teimum gongur uppeftir, sum liva í gudloysi; tey freista Gud og sleppa órevsað!“
16 Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.
17 Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum.
18 Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul