Habakkuk kap. 3

Uppsetan
3. Habakkuk's Prayer
3:1-19:1
2 HARRI, eg havi hoyrt boðskapin um Teg – eg ræðist. HARRI, verk Títt – lívga tað aftur, áðrenn mong ár eru umliðin, ja, kunnger tað, áðrenn mong ár eru umliðin! Minst í vreiði Tíni miskunn!
3 Gud kemur úr Teman, hin Heilagi av Paransfjøllum. Sela. Hátign Hansara fjalir himmalin, og jørðin er full av dýrd Hansara.
4 Skin sum sólarljósið stígur upp; geislar eru rundan um Hann; í teimum er veldi Hansara fjalt.
6 Hann stígur fram – og jørðin nøtrar; Hann hyggur upp – og fólkini skelva; hini ævigu fjøll spreingjast sundur; hinar avgomlu hæddir søkka niður; Hann gongur somu leiðir sum í fornum døgum.
8 Er HARRIN tá illur við streymarnar? Logar vreiði Tín móti teimum, ella bræði Tín móti havinum – síðani Tú fert fram á hestum Tínum, í sigurríku vagnum Tínum?
9 Berur og nakin er bogi Tín – eiðir Tínir til ættirnar, orð Títt! – Sela. Í áir klývur Tú jørðina.
10 Fjøllini síggja Teg – og skelva; skýggini senda niður grovregn, og avgrundin letur rødd sína ljóða; mót hæddini lyftir hon hendur sínar.
11 Sól og máni fara inn í bústað sín undan ljósi píla Tína, sum flúgva avstað, undan skini skyggjandi svørðs Tíns.
13 Tú heldur avstað at frelsa fólk Títt, at hjálpa salvaða Tínum; Tú sorar niður takið á húsi hins gudleysa, Tú gert grundvøllin beran líka upp at hálsinum. – Sela.
14 Hansara egna spjót rennir Tú gjøgnum høvdini á skarum hansara, sum koma rennandi at spjaða meg sundur og gleðast, sum teir í loyndum skuldu etið upp hin arma.
16 Eg hoyrdi tað. Tá nøtraði alt innan í mær; ljóðið fekk varrar mínar at pipra; rot kemur í bein míni, og eg skelvi, her sum eg standi – tí eg noyðist at standa stillur og bíða eftir neyðardeginum, bíða eftir, at hann kemur móti fólkinum, hann, sum skal koma tí í trongd.
17 Tí fikutræið blómar ikki; víntræið ber ongan ávøkst; ávøkstur oljutræsins miseydnast; markirnar geva onga føði; seyðurin er horvin úr bólinum, og eingi neyt eru eftir í fjósunum.
19 Harrin HARRIN er styrki mín; Hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga eftir hæddum mínum. – Til songmeistaran. Við streingjaleiki mínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul