Habakkuk kap. 2

Uppsetan
b. The LORD Answers Again: Woe to the Chaldeans
2:1-20:1
1 Niðan á varða mín skal eg fara, og standa á vaktarstaði mínum; eg skal hyggja út og fáa at vita, hvat Hann fer at tala í mær, hvat svar eg fái upp á klagu mína.
2 Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina – skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!
3 Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast.
4 Hástór og óærlig er sál hansara í honum – men hin rættvísi skal liva við trúgv síni.
5 Tí eins og vínið ikki er at líta á, so skal hesin hugmóðigi ikki verða búgvandi í friði, hann, ið spílar upp gap sítt sum deyðaríkið og mettast ikki heldur enn deyðin, hann, ið hevur sankað inn undir seg allar tjóðir og savnað til sín øll fólk.
6 Sanniliga, tey skulu øll somul fara at kvøða táttar og háðkvæði um hann, gera gátur um hann og siga: „Vei honum, ið dungar saman tað, sum hann eigur ikki – hvussu leingi! – og sum laðar á seg pantað góðs!“
7 Sanniliga, óvart skulu teir reisast, sum skulu pína teg, og teir vakna, sum skulu styggja teg upp, so tú verður teimum rán!
8 Eins og tú hevur rænt mong fólkasløg, so skulu allar tær, sum eftir verða av tjóðunum, ræna teg fyri blóðskyld tína móti menniskjunum og yvirgangsverk tíni móti jørðini, móti býnum og øllum, sum í honum búgva.
9 Vei tí, sum liggur eftir skammiligum vinningi fyri hús sítt, fyri at fáa bygt reiður sítt høgt og bjarga sær undan hond vanlukkunnar!
10 Tú hevur lagt upp ráð, sum verða húsi tínum til skomm, lagt upp ráð um at gera enda á mongum fólkasløgum – og hevur harvið syndað móti tær sjálvum!
13 Tað er jú frá HARRANUM Gudi herskaranna, tað kemur, at tjóðir skulu arbeiða seg móðar fyri eldin, og fólkasløg pøsa seg út til einkis.
14 Tí jørðin skal verða full av kunnskapi um dýrd HARRANS, eins og havsdjúpið er fult av vatni.
15 Vei tí, sum gevur næsta sínum at drekka úr skál brennandi vreiði sínar – ja, drekkur tey full, so hann fær hugt at blygd teirra!
16 Tú verður mettaður av skomm og ikki av heiðuri – drekk tú við og vís yvirhúð tína! Steypið í høgru hond HARRANS skal á tíð síni koma til tín, og vanæra skal fjala heiður tín!
17 Tí yvir teg skal koma heimsøking sum hon, ið kom yvir Libanon, og oyðing sum hon, ið styggir burt dýrini har – aftur fyri blóðskyld tína móti menniskjum og yvirgangsverk tíni móti jørðini, móti býnum og øllum, sum í honum búgva.
18 Hvat batar útskorin mynd, síðani smiðurin sker hana út! Ella hvørja nyttu ger stoypt mynd – lygilærari – síðani hann, ið stoypt hana hevur, lítur so á hana, at hann ger sær málleysar avgudar!
19 Vei tí, sum sigur við træ: „Vakna!“ og við málleysan stein: „Reis teg!“ – Skuldi hann verið lærari! Nei – um hann so er klæddur við gulli og silvuri – eingin andi er í honum!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul