Jónas kap. 3

Uppsetan
3. Fulfilling God’s Mission
3:1-10:1
a. Jonah Preaches to the Ninevites
3:1-4:1
2 „Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og ber hagar boðskapin, ið Eg gevi tær boð um!“
3 Tá helt Jónas avstað og fór til Nineve, eins og HARRIN hevði sagt við hann. – Nineve var stórur staður fyri Gudi, tríggjar dagsferðir langur.
4 Jónas gekk nú eina dagsferð inn í býin og rópti: „Um fjøruti dagar skal Nineve verða lagdur í oyði!“
b. Nineveh Repents
3:5-10:1
5 Tá trúðu Ninevemenn á Gud; teir boðaðu føstu, og tey lótu seg í syrgibúna, bæði stór og smá.
6 Táið kongurin í Nineve fekk hetta at vita, reistist hann úr hásæti sínum, legði kappan av sær, sveipaði seg í syrgibúna og settist í øsku.
7 Og hann læt kunngera í Nineve: „Eftir boði kongsins og stórmanna hansara mugu hvørki menniskju ella kríatúr – neyt og smáfæ – leska nakað, ikki njóta mat og ikki drekka vatn.
8 Nei, tey skulu sveipast í syrgibúna, bæði menniskju og kríatúr; og tey skulu rópa til Gud, alt tað tey eru ment – og venda við, hvør av óndu leið síni og frá órættinum, ið hongur uppi í hondum hansara.
9 Hvør veit! Tað kundi borið á, at Gud vendi við og angraði, vendi Sær frá brennandi vreiði Síni, so vit gingu ikki til grundar!“
10 Táið nú Gud sá hetta, sum tey gjørdu, at tey vendu við, hvør av ónda vegi sínum, angraði Hann tað illa, ið Hann hevði hótt at lata koma yvir tey, og Hann gjørdi tað ikki.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul