Jónas kap. 2

Uppsetan
2. Jonah’s Prayer of Repentance
2:1-10:1
1 Men HARRIN læt stóran fisk koma og gloypa Jónasi, og Jónas var í búki fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur.
3 og segði: „Eg kallaði á HARRAN í neyð míni, og Hann svaraði mær; úr fangi deyðaríkisins rópti eg, og Tú hoyrdi rødd mína.
4 Tú kastaði meg í djúpið, mitt í havið, og streymurin var rundan um meg; øll brot Tíni og allar bylgjur Tínar løgdu yvir meg.
5 Eg hugsaði: „Eg eri rikin burt frá eygum Tínum!“ Men eg skal aftur sleppa at skoða upp móti heilaga templi Tínum.
6 Vøtnini vóru rundan um meg líka at sálini, djúpið var rundan um meg, tari var vavdur um høvd mítt.
7 Til grundvøllir fjallanna sakk eg niður; sláir jarðarinnar vóru læstar eftir mær í allar ævir. Men Tú førdi lív mítt upp úr grøvini, HARRI Gud mín!
8 Táið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg HARRAN, og bøn mín steig upp til Tín í heilaga templi Tínum.
10 Men eg skal ofra til Tín við takkarrødd; tað, ið eg havi lovað, skal eg halda. – Hjá HARRANUM er frelsa.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul