Hoseas kap. 3

Uppsetan
c. Hosea Redeems His Wife
3:1-5:1
1 HARRIN segði við meg: „Far uppaftur og elska kvinnu, ið er elskað av vini sínum og kortini drívur hor – eins og HARRIN elskar Ísraelsmenn, men teir venda sær til aðrar gudar og elska rosinukøkur!“
3 Og eg segði við hana: „Leingi skalt tú sleppa at sita eina – uttan at dríva hor og uttan at hava við nakran mann at gera; eisini eg skal vera so við teg.“
4 – Tí leingi skulu Ísraelsmenn sita við ongum kongi og ongum høvdinga, við ongum ofri og ongum merkissteini, við ongum lívkyrtli og ongum húsgudum.
5 So skulu Ísraelsmenn venda við og leita til HARRAN Gud sín og Dávid, kong sín; skelvandi skulu teir á síðstu døgum søkja HARRAN og signingar Hansara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul