Hoseas kap. 11

Uppsetan
b. The Faithful God
11:1-14:9
i. Out of Egypt I Called My Son
11:1-7:1
2 Men tess meir ið rópt er eftir teimum, tess longur burtur eru tey farin; tey ofra til Ba’alarnar og brenna roykilsi fyri hinum útskornu myndunum.
3 Og tó var tað Eg, ið lærdi Efra’im at ganga og tók tey á armarnar; men tey dugdu ikki at skilja, at Eg grøddi tey.
4 Við menniskjabondum dró Eg tey, við kærleikstogum; Eg var teimum sum tann, ið lyftir upp okinum á kjálkanum, og Eg gav honum føði.
5 Hann skal ikki fara aftur til Egyptalands, nei, Assur skal vera kongur hansara – tí tey vildu ikki venda við!
6 Svørðið skal leika í býum hansara, bróta sláir hansara og eta um seg – aftur fyri óndu ráð teirra!
7 Tí fólk Mítt vil ikki geva uppat við fráfalli sínum frá Mær, og biður onkur tey venda sær móti hæddini, er ikki ein, sum lyftir eyganum uppeftir.
ii. God’s Love for Israel
11:8-12:1
8 Hvussu kann Eg heilt sleppa tær, Efra’im, lata teg fara, Ísrael! Hvussu kann Eg geva teg upp sum Adma, gera við teg sum við Zebojim! Hjartað vendir sær í Mær, og Mær tykist so synd í tær sum nakrantíð!
9 Eg lati teg ikki kenna alla brennandi vreiði Mína, Eg oyði ikki uppaftur Efra’im; tí Eg eri Gud og ikki menniskja, hin Heilagi mitt í tær – Eg komi ikki við gløðandi vreiði!
10 HARRAN skulu tey halda seg til, Hann skal brøla sum leyva, ja, Hann skal brøla, og skelvandi skulu børn Hansara koma frá havinum;
11 skelvandi sum fuglar skulu tey koma úr Egyptalandi, sum dúvur úr Assurslandi, og Eg skal lata tey búgva í húsum teirra – sigur HARRIN.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul