Dániel kap. 2

Uppsetan
ii. Nebuchadnezzar’s Dream of a Statue
2:1-49:1
1. No One Can Interpret Nebuchadnezzar’s Troubling Dream
2:1-13:1
1 Annað árið ið hann sat við stýrið, hevði Nebukadnezar dreymar, sum loyptu honum órógv í sinnið, so hann fekk ikki sovið.
2 Kongurin sendi tá boð eftir spámonnunum, andamanarunum, gandakøllunum og Kaldearunum og vildi hava teir at siga sær, hvat hann hevði droymt. Teir komu so og stigu fram fyri kongin.
3 Kongurin segði við teir: „Eg havi havt dreym, og eg fái ikki frið í sinnið, fyrrenn eg fái dreymin at vita.“
4 Kaldeararnir svaraðu konginum á árameiskum: „Kongurin livi í allar ævir! Sig tænarum tínum dreymin! So skulu vit týða tær hann.“
5 Men kongurin segði við Kaldeararnar: „Hetta orð mítt skal ikki vikast: Soframt sum tit siga mær ikki dreymin og týða hann, skulu tit verða høgdir sundur, og hús tykkara gjørd til skarndungar!
6 Men soframt sum tit siga mær dreymin og týða hann, skal eg lata tykkum fáa ríkar gávur og miklan heiður; sigið mær tí dreymin og týðið hann!“
7 Teir svaraðu uppaftur: „Kongurin má siga tænarum sínum dreymin! So skulu vit týða hann.“
8 Kongurin segði: „Eg síggi væl, at tit royna at fáa umrátt tykkum, av tí at tit síggja, at orðið, ið eg segði, er óvikiligt,
9 at siga tit mær ikki dreymin, kann dómurin yvir tykkum bert verða ein; tí eru tit komnir ásamt um at billa mær inn skammiliga lygn, í vón um, at tíðirnar skulu umskiftast. Sigið mær tí dreymin, so eg kann síggja, at tit eisini eru førir fyri at týða mær hann!“
10 Kaldeararnir svaraðu konginum: „Ikki er menniskja á jørðini, sum kann kunngera konginum tað, ið hann vil hava at vita! Eingin kongur, hvussu stórur og máttugur hann so hevur verið, hevur heldur nakrantíð kravt slíkt av nøkrum spámanni, andamanara ella Kaldeara.
11 Tað, ið kongurin krevur, er ógjørligt, og eingin er til, sum kann kunngera konginum tað, ið hann vil hava at vita – uttan gudarnir, og teir hava ikki bústað sín hjá deyðiligum menniskjum!“
12 Av hesum varð kongurin illur og ógvuliga uppøstur, og hann beyð, at allir vísmenn í Bábel skuldu verða dripnir.
13 Táið hetta boð var givið, og teir skuldu fara at drepa vísmenninar, leitaðu teir eisini eftir Dániel og vinmonnum hansara og ætlaðu at drepa teir.
2. The Dream Revealed to Daniel
2:14-23:1
14 Tá segði Dániel klókt og vitigt orð við Arjok, lívvaktarhøvdinga kongsins, hann, ið út var farin at drepa vísmenninar í Bábel.
15 Hann tók til orða og spurdi Arjok, høvuðsmann kongsins: „Hví hevur kongur givið hetta stranga boð?“ Arjok segði tá Dániel, hvussu við visti.
16 Nú fór Dániel inn og bað kongin geva sær tíð at umráða seg, so hann kundi týða konginum dreymin.
17 Síðani fór Dániel heimaftur og segði Hananja, Misael og Azarja, vinmonnum sínum, hvussu við visti,
18 og álegði teimum at biðja Gud Himmalsins um miskunn, so Hann opinberaði henda loyndardóm, og Dániel og vinmenn hansara ikki vórðu dripnir saman við hinum vísmonnunum í Bábel.
19 Tá varð loyndardómurin opinberaður Dániel í sjón um náttina. Og Dániel lovaði Gudi Himmalsins;
20 Dániel tók til orða og segði: „Lovað veri navn Guds frá ævi til ævi! Tí vísdómurin og styrkin hoyrir Honum til;
21 Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit;
22 Hann opinberar hitt djúpa og loynda; Hann kennir tað, sum í myrkrinum er, og hjá Honum býr ljósið.
23 Tær, Gudi fedra mína, takki og lovi eg, tí Tú hevur givið mær vísdóm og styrki! Og nú hevur Tú kunngjørt mær tað, ið vit bóðu Teg um; tí tað, sum kongur vildi hava at vita, hevur Tú kunngjørt okkum.“
3. Daniel Interprets the Dream
2:24-45:1
24 Dániel fór nú til Arjok, sum kongurin hevði givið boð um at drepa vísmenninar í Bábel; hann fór og segði við hann: „Drep ikki vísmenninar í Bábel! Leið meg inn fyri kong! So skal eg týða kongi dreymin.“
25 Arjok fór tá skundisliga inn fyri kongin við Dániel og segði við hann: „Eg havi millum hinar herleiddu úr Juda funnið mann, ið kann týða konginum dreymin!“
26 Kongurin tók til orða og spurdi Dániel – sum hevði fingið navnið Beltsazar: „Ert tú førur fyri at siga mær dreymin, ið eg havi havt, og týða hann?“
27 Dániel svaraði konginum: „Tann loyndardóm, ið kongurin vil hava at vita, eru eingir vísmenn, andamanarar, spámenn og stjørnutýðarar førir fyri at kunngera konginum.
28 Men Gud er í Himli, sum opinberar loyndardómar, og Hann hevur kunngjørt Nebukadnezar kongi tað, ið henda skal á síðstu døgum. – Hetta var dreymurin, og hetta vóru sjónirnar, ið fram fyri teg komu á legu tíni:
29 Táið tú, kongurin, lást á legu tíni, stigu upp hjá tær hugsanir um, hvat ið mundi fara at verða á komandi tíðum; og Hann, sum opinberar loyndardómar, kunngjørdi tær tað, ið henda skal.
30 Mær er hesin loyndardómur opinberaður, ikki tí eg eigi nakran vísdóm fram um øll onnur, ið liva, men fyri at dreymurin skuldi verða týddur konginum, so tú skuldi fáa hugsanir hjarta tíns at vita.
31 Kongurin! Tú sást í sjón tíni stóra mynd; henda mynd var veldig og skein ovurhonds; hon stóð beint framman fyri teg, og var øgilig at síggja.
32 Høvd myndarinnar var av fínum gulli, bróstið og armarnir vóru av silvuri, búkurin og lendarnar av kopari,
34 Meðan tú hugdi at myndini, varð steinur rivin leysur – tó ikki við hondum – og hann rakti myndina á føturnar – sum vóru av jarni og leiri – og soraði teir.
35 Tá soraðist sundur alt í einum bæði jarnið, leirið, koparið, silvurið og gullið; tað var sum dumba á treskiplássi um summarið; vindurin tók tað, so einki sást aftur til tað. Men steinurin, ið rakti myndina, varð til stórt fjall, ið fylti upp alla jørðina.
37 Tú, kongurin, kongur konganna, sum Gud Himmalsins hevur givið ríkið, valdið, styrkina og heiðurin
38 – allastaðni har menniskjabørnini, dýrini á markini og fuglar himmalsins hava bústaðir sínar, hevur Hann givið tey í hond tína og gjørt teg til harra yvir teimum øllum – tú ert gullhøvdið.
39 Men eftir teg skal koma annað ríki, sum hevur minni at týða enn títt, og tínæst triðja ríkið – eitt, ið er av kopari, og sum skal valda yvir allari jørðini.
40 Síðani skal fjórða ríkið koma; tað skal vera sterkt sum jarn; tí jarn brýtur sundur og sorar alt, og sum jarn sorar sundur, skal tað sora og sláa sundur øll hini ríkini.
41 Men at føturnir og tærnar, ið tú sást, vóru fyri ein part av pottaraleiri og fyri ein part av jarni, talar um, at tað skal vera ríki við ongum samanhaldi; tó skal nakað av styrki jarnsins vera í tí – tú sást jú, at jarn var blandað upp í leirið.
42 Og at tærnar á fótunum vóru fyri ein part av jarni og fyri ein part av leiri, talar um, at ríkið skal vera fyri ein part sterkt og fyri ein part veikt.
43 At jarnið, ið tú sást, var blandað við leir, talar um, at teir við giftum skulu blanda seg saman, men at kortini einki samanhald skal vera teirra millum – eins og jarn og leir ikki samtykkja.
44 Og á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir
45 – tú sást jú, at steinur varð rivin leysur úr fjallinum – tó ikki við hondum – og soraði jarnið, koparið, leirið, silvurið og gullið. – Hin stóri Gud hevur kunngjørt konginum tað, sum henda skal í framtíðini, og fastur stendur dreymurin, og álítandi er týðingin.“
4. Nebuchadnezzar Promotes Daniel
2:46-49:1
46 Tá fall Nebukadnezar kongur niður á andlit sítt og tilbað Dániel, og hann beyð, at teir skuldu ofra honum matoffur og roykilsi.
47 Kongurin tók til orða og segði við Dániel: „Satt er tað, at Gud tykkara er Gud gudanna og Harri konganna og ein, sum opinberar loyndardómar, síðani tú vart førur fyri at opinbera henda loyndardóm!“
48 So gjørdi kongurin Dániel til stóran mann; hann gav honum gávur, nógvar og stórar, og setti hann til harra yvir øllum landspartinum Bábel og til hægsta fyristøðumann alra vísmanna í Bábel.
49 Men við tað at Dániel bað hann um tað, setti kongurin Sadrak, Mesak og Abed-Nego at stýra landspartinum Bábel; Dániel sjálvur varð verandi við hirð kongsins.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul